Best at flyta longur út á fjørðin

Landsverkfrøðingurin hevur mælt til at leggja tað nýggju samferðsluhavnina á Tvøroyri ein slakan kilometur uttanfyri havnina á Drelnesi

 

 

Suðuroyarsiglingin

 

 

 

Gongur sum Landsverkføðingurin mælir til, verður tann nýggja samferðsluhavnin á Tvøroyri gjørd ein slakan kilometur uttanfyri Havnina á Drelnesi.

 

Tað er i øllum førum greitt, at munandi ábøtur mugu gerast á havnaløgini í Suðuroy, tá ið nýggja suðuroyarskipið kemur, í 2004.

 

Í Vági er trupulleikin ikki so stórur, tí har verður farið undir havnaútbygging fyri einar 20 milliónir kortini og samferðsluhavnin verður gjørd sum ein partur av tí.

 

Øðrvísi er á Tvøroyri, tí har fer tann nýggja samferðsluhavnin at kosta einar 50-75 milliónir.

 

Landsverkfrøðingurin hevur kannað umstøðurnar á fjørðinum og hevur latið Vinnumálastýrinum eitt tilmæli um, hvat skal gerast, saman við eini skitsutekning.

 

Arbeitt verður við tveimum loysnin.

 

Onnur er at byggja havnina á Drelnesi út og at gera ein mola út á fjørðin til ta nýggja skipið. Hetta er ein losyn sum fer at kosta einar 50 milliónir.

 

Hin loysnin er at gera eina nýggja havn ein slakan kilometur eystanfyri Drelnes, hetta fer at kosta umleið 75 milliónir.

 

Sjálvur mælir Landsverkfrøðingurjn til tað seinnu loysnina, tí teir halda, at tað verður ein betri havn og tað fer kanska enntá eisini at gera havnina á Drelnesi betri.

 

Harafturat kemur, at Havnin á Drelnesi er kommunal, sum kommunan hevur at ráða yvir og Tvøroyrar Kommuna hevur fyrr ætlað at taka havnina til annað virksemi.

 

Verur nýggj samferðsluhavn bygt, slepst eisini undan tí vansanum, at havnin verður tikin til onnur endamál enn til samferðsluhavn, sigur Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur.

 

Hann sigur, at plássið, har landsverkfrøðingurin mælir til at gera tað nýggju havnina, er á Langabakka, beint innanfyri Lítluhólmar, einar 800 metrar longur úti á fjørðinum enn havnina á Drelnesi er.

 

Hann sigur, at modelroyndir verða nu gjørdar og tær fara so at vísa akkkurát hvar tað fer frægast at leggja nýggju havnina. Tað kann tí henda, at hon verður flutt inneftir ella úteftir, alt eftir, hvar modelroyndirnar vísa, at tað er best at leggja hana.

 

 

 

Ikki í Tjaldavík

 

Annars hevur ein av maningini á Smyrli, Petur Dahl Nolsøe, mælt til at leggja nýggju samferðsluhavnina í Tjaldavík, sum er heilt úti á fjørðinum.

 

Hann vísti á, at Tjaldavík var natúrhavn burturav og at hetta hartil fór at kappa fleiri tað mesta av einum hálvum tíma at siglingartíðini ímillum Havnina og Suðuroynna. Samstundis er hetta at kalla mitt í Suðuroynni.

 

Men hesum er Landsverkfrøðingurin ikki samdur í.

 

Oyvindur Brimnes sigur, at tað er ov trongt at gera havn á Drelnesi. Slættlendið uttanum er lítið, so tað verður eisini trupult at gera veg til Havnina og at gera keipláss til bilarnar.

 

Harumframt høvdu friðingarmyndugleikarnir eisini komi upp í málið, um ætlanin hevði verið at gjørt havn á Drelnesi, sigur Oyvindur Brimnes.