Tað var vóru kvinnurnar á fimmmannafarinum, Teklu úr Klaksvík, sum vunnu ólavsøkuróðurin hjá Old Girls móti Firvaldi av Tvøroyri.
?Hesar gomlu? gjørdu sær ikki fyri skommum, men vunnu við tíðini, 4.53.03.
Klaksvíkskonurnar vóru við í róðrinum í fjør eisini. Tann kappingin var lokal, og í ár komu so suðringar við aftrat. Tær vóna, at undirtøkan til komandi kappingar verður so góð, at tað fer at bera til, at at gera eina FM-kapping fyri Old Girls.
- Høvdu tvørákonur ikki bjóðað seg fram í ár, so høvdu vit ikki róð á Jóansøku og Òlavsøku, so tær skulu fáa tøkk frá okkum, at tær bjóðaðu seg fram. Vit hava longu avtalað at vit hittast aftur á noroyðastevnu komandi ár. Og hvør veit, kanska verða fleiri manningar tá, siga tær, sum mannaðu klaksvíksbátin.
Láturin hoyrist langan veg
- Fleiri av okkum hava als ikki róð fyrr, men vísir tað seg, at ein er egnaður at vera í bátinum, kemur restin av sær sjálvum, siga tær.
Tær lata væl at hesum ítrótti og siga, at tær hava tað ógvuliga stuttligt saman. Og tað hoyrist eisini í Klaksvík, tá Old Girls venja, tí tá rungar láturin millum fjøllini.
- Men vit tosa eisini um dagsins trupulleikar og loysa ?verðinsproblemini?, meðan vit liggja í friði úti á Pollinum og njóta alt tað vakra rundan um okkum, siga tær.
Tær siga, at tær gleða seg til hvønn túr og fara væl nøgdar heim eftir venjingina.
Um einari berst frá, setast tær ikki aftur, men fara ístaðin ein langan gongutúr ella at svimja.
Vilja hava fleiri við
Tær eru samdar um, at tað hevði verið gott, um fleiri manningar komu við, og Old Girls róður bleiv fastur táttur á hvørjari stevnu. Men so mugu kappingareglur gerast fyri henda bólk, eitt nú skuldi aldursmarkið verið minst 35 ár fyri rógvararnar, halda tær.
Tær ráða øllum tilkomnum kvinnum at halda seg framat og siga, at tær leika ikki so hart í, sum tær ungu, men taka tað róligt og venja miðvíst fyri at bøta um treystið.
- Tað er tungt at byrja, men aftaná nakrar túrar við bátinum, merkist munur og tað er tað vit vilja. Harafturat leggja vit stóran dent á samveruna. Vit hava tað stuttligt í bátinum og tað er líka týdningarmikið, sum sjálv kappingin, siga tær.
Tann 4. august fer manningin á Teklu, saman við øðrum úr Klaksvíkar Kappróðrarfelag, niður til Hetlands á báta- og mentanarstevnu at rógva gestaróður við seksmannførum.
Tað er orsøkin til, at klaksvíkskonur so hugagóðar framvegis síggjast rógva inn og út eftir Klaksvíkini.