Vallalíð á breddan aftur

Tað er bert samgongan í Tórshavnar Býráð, sum hevur viðgjørt byggimálið í Vallalíð av nýggjum. Vit í minnilutanum eru ikki sloppin uppi í viðgerðina.
Tað í sjálvum sær er ódámligt, tá vit nú hóast alt hava eitt býráð, sum eftir demokratiskari siðvenju er sett saman av bæði meiriluta og minniluta.
Umboðanin í teimum ymsu býráðsnevndunum er er fyri ein part ætlað sum trygd fyri, at minnilutin ikki verður hildin burtur frá borðinum, har málini verða viðgjørd.
Tann mannagongdin, sum nú borgarstjórin nú brúkar, rýkur langan veg av illvilja móti øðrvísi hugsandi.
Herfyri bað eg um at fáa málið um Vallalíð fyri í byggi- og býarskipanarnevndini. Eg fekk tað ikki á sjálva dagsskránna, men eftir fleiri sýtingar frá nevndarformanninum eydnaðist at fáa eina kunning.
Tað er tað einasta, minnilutin veit um málið.
Tekniska deild og borgarstjórin greiddu eftir hart trýst frá mótmælinum frá grannunum, og borgarstjórin segði, at hann var farin at kanna møguleikarnar fyri at fáa eina loysn saman við grannunum.
Tað, sum síðani er hent, stendur alt fyri meirilutans rokning. Meirilutin hevur einsamallur tikið avgerð í málinum á serligum samgongufundi seinasta fríggjakvøld.
Síðani hevur samgongan samtykt at lækka bygningin í Vallalíð hálvan annan metur, men grannarnir siga, at hetta hjálpir hvørki frá ella til.
Samstundis hevur borgarstjórin ásannað, at kommunan hevur ikki borið seg heilt rætt at, og at hon hevur gjørt fyrisitingarlig mistøk.
Av tí, at hetta málið einans verður viðgjørt í skýmaskotum meirilutans, fari eg at biðja um at fáa tað sett á skrá á almenna býráðafundinum, sum verður hósdagin tann 30. januar.
Har vænti eg at fáa eina gjølla frágreiðing um øll viðurskifti í málinum, og at sjálvt býráðið fær høvi til at viðgera og atkvøða um tær avgerðir, sum fyrisitingin og samgongan hava tikið.
Skuldi tað óhugsandi hent, at borgarstjórin sýtir fyri at taka málið á dagsskrá í býráðnum, fari eg í øðrum lagi at biðja um at fáa málið fyri í byggi- og býarskipanarnevndini á fyrsta regluliga fundi, sum verður vikuna eftir býráðsfundin.
Kravið verður sett fram, tí eg haldi, at tað er ein vanvirðing av borgarum og býráðslimum, at borgarstjórin tekur alla viðgerðina og avgerðina í einum slíkum álvarsmáli inn í samgonguna, sum ongan formligan avgerðarrætt hevur.
At enda tveir spurningar í øllum ruðulleikanum:
1) Hevur samgongan einsamøll saman við fyrisitingini heimild til at broyta reglurnar fyri bygging við Vallalíð?
2) Hvør játtar pengarnar til tað eykaarbeiði, sum kommunan nú hevur átikið sær at gera. Hava samgongan og fyrisitingin heimild til tað einsamallar?