til at hava taka á tí og at vera á sigurskós, meðan gestirnir fyri tað mesta runnu aftaná. So var tað, at alt koppaði á høvdið eftir fýra minuttum. FC Suðuroy eksploderaði við at skora trý mál, og tað [...] tað vísti seg at vera avgerandi, tí TB megnaði ikki at svara aftur, og síðstu løtuna var brekkan eyka brøtt, tí tá var heimaliðið undirmannað, eftir at liðformaðurin Ragnar Joensen hevði sæð gula kortið fyri [...] Tað var óvanliga hendingarríkur og undirhaldandi fyrri hálvleikur, tá ið FC Suðuroy vann grannauppgerðina við Stórá í Trongisvági 3-2. Sigurin ber við sær, at FC Suðuroy hevur 12 stig og er á áttanda plássi
hann. Hvat hann fer at takast við, fer tíðin at vísa, men í øllum førum gleðir hann seg til at fáa betri tíð at røkja sín áhuga fyri ymsum skapandi arbeiði. - At fara nú kennist sum at fara úr eini veitslu [...] skúla, har lærarar, starvsfólk og skúlastýri hátíðarhildu løtuna saman við Signari og familju við røðum, gávum og sangi. Stórar løtur Lítið man vera at ivast í, at stuðulin og áhugin hjá Signari, sum 10. [...] viks og størri sínamillum virðing millum lærarar og næmingar sett í staðin. Signar ásannar, at í ávísan mun hevur tað fakliga kanska goldið prísin. Hinvegin ávarar hann staðiliga ímóti at bøta um tað á ein
tiltakið, og eisini umborð á Smyrli sæst dagurin aftur. Smyril fer at bjóða sjálvtøkuborð til tey, sum fara til Suðuroyar fríggjadagin, og eisini í matstovuni umborð, Beinisvørð, verður okkurt gott at fáa. [...] tiltøk verða at fara til, og sjálvt Smyril brynjar seg til dagin Fríggjadagin verður tiltakið Vilt í Suðuroy hildið fyri fyrstu ferð. Hesaferð verður tiltakið í Vági, men ætlanin er, at tað skal skifta [...] g, mótasýning, og tónlistaskúlin luttekur við blásum, rockbólkum og øðrum. Vilt í Suðuroy byrjar kl. 18.00 fríggjadagin og heldur fram til út á náttina. Flestu tiltøkini eru ókeypis at fara til. Handlarnir
Ferðaráðnum er at arbeiða við málum, sum ferðavinnan kemur við og tað er upp til teirra at heita á røttu myndugleikar og onnur um at loysa trupulleikar. Ferðaráðið hevur ikki myndugleika at áleggja nøkrum [...] greið, og hetta er bert eitt dømi av mongum um, hvussu ógreitt býtið millum land og kommunu er. Úrslitið av at gøtur ganga um privata-, kommunala- og festijørð er, at nógvar liggja í órøkt, og tað er avgjørt [...] nakra orsøk til at halda, at stovnurin ikki brúkar peningin skilagott. - Stýrið fyri Ferðaráðið hevur ábyrgdina av, at peningurin verður rætt brúktur og einki sigur mær, at tað ikki er nóg gott arbeiði, sum
verður mett, at grundarlagið fyri at fyriskipa firmakapping í Eysturoynni beint nú er so gott sum tað óivað einaferð kann verða. Og vónandi verða tað fleiri av mongu virkjunum í oynni, sum fara at vísa tiltakinum [...] meðan nr. 2 og 3 fáa heiðursmerki. Kostnaðurin fyri at luttaka er kr. 400,00 fyri hvørt liðið Tað ræður um at bera skjótt at, tí tað er avmarkað tilmelding til kappingina. Tilmeldingin, sum fer fram á tel [...] virkir í Eysturoynni. Tað munnu vera mong ár síðan seinast, at firmakapping hevur verið fyri virki í Eysturoynni. Ein orsøk man hava verið, at vánaligu tíðirnar høvdu við sær, at ikki serliga mong virki
framtíðini heldur Sir Browne, at kjakið fer at harðna. Hann metir tað bert vera ein spurning um tíð, áðrenn Noreg fær limaskap, og so verður kjakið av álvara í fokus í Íslandi og Føroyum. - Malta er júst vorðin [...] Danmark, og nevnir hann fyrst og fremst ES og komandi grundlógina. - Ein eventuell komandi ES grundlóg setir nógv arbeiði í gongd hjá okkum, og hetta er í øllum førum nakað, sum í framtíðini helst fer at mynda [...] londunum, og at hann als ikki bert ger eftir boðum úr Downing Street nr. 10. - Mangan er als ikki tíð at ráðføra seg við stjórnina, serliga undir hernaðarkonfliktum, og tí mugu vit handla her og nú og so síggja
verður, at hon fer at verða brúkt negativt til at niðurgera skúlar og lærarar og banka teir upp á pláss við trongum, stýrandi námsætlanum. Hann heldur, at lærarar skulu ansa eftir Pisa-øsingini og heldur [...] Vita vit ikki at svara, so hava vit ein trupulleika. Tað at vit kunnu sammeta okkum við fólk í øðrum londum kann sjálvandi vera gott. Men um vit ikki vísindaliga kunnu standa við tað, sum kannað verður [...] foreldrum, sum kunnu gera nógv beinleiðis og óbeinleiðis at hjálpa til, at vit fáa heimsins besta skúla. Men er tað so, at hendan kannigin ikki er eftirfarandi – og vita vit ikki hví, vit gera hesar kanningar
iti sigur Tjóðveldi, at - Stjórnarskipanaruppskotið hevur ikki fingið tað rúmd og viðgerð í Rættarnevndini, sum eitt so týdningarmikið og avgerandi mál eigur at fáa. Fyri ikki at siga onga viðgerð yvirhøvur [...] Samgongan og Javnaðarflokkurin mæla til at fella uppskotið til lóg um stjórnarskipan fyri Føroyar. Tað er greitt, nú Rættarnevndin er liðug at skriva álit í málinum. Arbeiðið at gera eina føroyska stj [...] Tjóðveldi og Framsókn enn eina roynd, og løgdu tí uppskot um stjórnarskipan fyri løgtingið. Men nú málið er komið úr aftur Rættarnevndini sæst, at undirtøkan er so sum so. Samstundis sum meirilutin tað eru
til Kina. Tað hevur gingið ov skjótt og vinningurin fyri kinesiska samfelagið av mongu útlendsku íløgunum er lítil og eingin. Hetta merkir, at íløguhugurin í vesturheiminum við atliti at Kina fer skjótt at [...] avbjóðingini liggur í eini miðvísari og sterkari satsning uppá útbúgving og gansking. Útbúgving og gransking eru fortreytir fyri nýskapan og fyri, at vit skulu megna at troyta møguleikarnar, sum altjóðagerðin [...] Løgmaður og hansara samgonga noyðast tí at leggja á annan bógv, tá um útbúgving og gransking ræður. Her skal heilt onnur bót gerast út á súpanina. Í staðin fyri sum nú at spara og skerja útbúgving og gransking
hevur góðar vónir um, at okkurt fer at spyrjast burtur úr, tí tá ið Tjóðveldi, og serliga Javnaðarflokkurin sótu í andstøðu, løgdu tey stóran dent á, at forða fyri sosialari dumping, og at útlendingar, sum [...] Brimsvík sigur, at hendan framferðin vísir, at ein vælmeinandi skipan verður tambað meiri enn gott er. - Endamálið við at kunna leiga handverkarar til Føroyar, var at kunna fáa fólk til Føroya at gera eitt heilt [...] annars ikki sjálvi hava førleika at gera. Ætlanin var ikki at tað skuldi bera til at leiga útlendingar at koma í støðugt arbeiði í Føroyum, sigur Eli Brimsvík. Hann sigur, at tá ið talan er um støðugt arbeiði