Samgongan og Javnaðarflokkurin mæla til at fella uppskotið til lóg um stjórnarskipan fyri Føroyar.
Tað er greitt, nú Rættarnevndin er liðug at skriva álit í málinum.
Arbeiðið at gera eina føroyska stjórnarskipan byrjaði heilt afturi í 1999. Allir flokkar á tingi hava verið við í arbeiðnum, og hesi árini eru ikki færri enn tvey flaggdagsálit skrivað og lógaruppskot løgd fyri tingið.
Men síðani løgtingsvalið í oktober 2011 hevur gingið meira striltið við arbeiðnum at fáa samtykt eina føroyska stjórnarskipan. Í februar gjørdu Tjóðveldi og Framsókn enn eina roynd, og løgdu tí uppskot um stjórnarskipan fyri løgtingið.
Men nú málið er komið úr aftur Rættarnevndini sæst, at undirtøkan er so sum so. Samstundis sum meirilutin tað eru samgonguflokkarnir og Javnaðarflokkurnin staðfestir at uppskotið í stóran mun tekur støði í tí arbeiði, sum varð gjørt áðrenn løgtingsvalið, so aftrar meirilutin seg fyri at taka undir við tí.
- Nevndin er samd um, at uppskotið er eitt gott grundarlag fyri einari nýggjari stjórnarskipan, men nevndin hevur ikki tað stutta tíðarskeið, nevndin hevur havt málið til viðgerðar, havt stundir at geva málinum ta viðgerð, tí tørvar.
Rættarnevndin boðsendi løgmanni á fund undir viðgerðini av stjórnarskipanaruppskotinum. Niðurstøðan av tí fundi var henda:
- Á fundi í Rættarnevndini greiddi løgmaður frá, at onki stendur í samgonguskjalinum um nýggja stjórnarskipanarlóg, men um onki hendir í málinum, so fer hann at taka málið upp í landsstýrinum at fyrireika ein leist fyri, hvussu arbeiðið kann halda fram, og síðan fyrireika uppskot til nýggja stjórnarskipan.
Meirilutin mælir tí løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Framsókn er ikki umboðað í Rættarnevndini, men í sínum minnilutaáliti sigur Tjóðveldi, at
- Stjórnarskipanaruppskotið hevur ikki fingið tað rúmd og viðgerð í Rættarnevndini, sum eitt so týdningarmikið og avgerandi mál eigur at fáa. Fyri ikki at siga onga viðgerð yvirhøvur. Hóast tað, so metir minnilutin uppskotið vera so mikið væl úr hondum greitt, so væl kjølfest í politisku skipanini allari, og somikið fullfíggjað sum stjórnarligt grundarlag undir føroyska fólkinum, at minniluitn mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið
Uppskot til stjórnarskipan fyri Føroyar kemur til 2. viðgerð á tingfundinum í dag.










