Sum at fara úr góðari veitslu

- Tær allarbestu løturnar hava verið at uppliva næmingar vaksa og blóma sigur Signar á Brúnni, sum eftir 37 ár í starvinum fór frá sum lærari fríggjadagin.


Tað er ikki sørt, at hann er eitt sindur rørdur, har hann situr við eini heilsan frá 10.b í hondini, sum takkar honum hjartaliga fyri hansara stuðul og áhuga sum flokslærari seinastu árini. Eftir 37 ár í starvinum, hevði Signar á Brúnni sín seinasta starvsdag fríggjadagin. Størsta partin av tíðini hevur Signar starvast í Fuglafjarðar skúla, har lærarar, starvsfólk og skúlastýri hátíðarhildu løtuna saman við Signari og familju við røðum, gávum og sangi.

Stórar løtur
Lítið man vera at ivast í, at stuðulin og áhugin hjá Signari, sum 10. b sipar til í heilsani, kemur frá hjartanum. Spurdur, hvørjar løtur hava verið tær bestu hesum mongu árini sum lærari, ivast Signar ikki
- Tær størstu løturnar hava uttan samanbering verið, tá tað er eydnast at stuðla einum næmingi, sum kanska ikki var so sterkur, at røkka sínum málum, sigur Signar, sum eisini altíð hevur verið fúsur at royna aðrar undirvísingarhættir, har tað ikki bara er bókligi førleikin, ið verður løntur. Hann minnist við einum brosi eina verkætlan, har tveir flokkar skuldu gera eina stuttsøgu hjá Heðini Brú til film.
- Næmingar, sum ofta høvdu tað tungt við tí bókliga, vístu seg tá brádliga sum sannir tekniskir snillingar ella sum føddir sjónleikarar. At síggja, hvussu tey vuksu og blómaðu við røttu avbjóðningini, var heilt ótruligt. Tað eru slíkar løtur, eg ikki vildi býtt um fyri nakað, sigur Signar.

Stór broyting
Longu sum heilt ungur setti Signar sær fyri at gerast lærari, og eftir trý ár sum vikarur í Gøtu skúla, var hann ikki longur í iva um, at tað var í hesum starvinum, hansara framtíð lá. Hann tók prógv á Læraraskúlanum í 1969, og burtursæð frá tíðini sum løgtings- og landsstýrismaður, hevur hann starvast sum lærari síðani  tey allarflestu árini í Fuglafjarðar skúla.
Størstu broytingina í skúlanum hesi árini heldur Signar seg síggja í hugburðinum til hetta at læra. Í gamla skúlanum høvdu næmingar sum heild ivaleyst kensluna av at verða tvungnir til at læra  í dag væntast teir at gera tað av áhuga. Sum ein avleiðing er stranga disiplinið sett til viks og størri sínamillum virðing millum lærarar og næmingar sett í staðin. Signar ásannar, at í ávísan mun hevur tað fakliga kanska goldið prísin. Hinvegin ávarar hann staðiliga ímóti at bøta um tað á ein hátt, so menniskjaliga virðingin verður við skerdan lut.
- Tað fakliga skal sjálvandi raðfestast høgt, men tað kann ikki standa einsamalt. Treytin fyri, at ein næmingur yvirhøvur kann læra nakað, er, at hann trívist í skúlanum, sigur Signar, sum kortini heldur, at skúlin eigur at ansa eftir ikki at pakka næmingarnar inn í vatt.
- At geva næmingunum eina spakuliga byrjan í skúlanum verður uttan iva gjørt í bestu meining. Men eftir mínum tykki gongur tað í so spakuliga onkuntíð. Spurningurin er, um ikki stoyturin verður tess størri, tá næmingurin kemur í 3. ella 4. flokk, og so er lítið vunnið, heldur Signar.

Okkurt, ið ikki samsvarar
Ikki óvæntað leitar prátið sær í hesum sambandi til nógv umrøddu PISA kanningina. Nú fyrsti hvøkkurin hevur lagt seg, heldur Signar tíðina vera komna at seta nakrar kritiskar spurningar til kanningina, heldur enn at góðtaka úrslitið sum eina eintýðuga kolldøming av føroyska skúlaverkinum.
- Sjálvandi skulu vit lurta eftir kritikki, har hann er uppá sítt pláss. Men okkkurt er, ið ikki samsvarar, tí fleiri kanningar hava í seinastuni víst, at føroyskir næmingar als ikki standa aftanfyri aðrar. Tað átti at fingi okkum at spurt, hvørji kriteriu verða brúkt í PISA kanningini, hvør stendur aftanfyri hana, og hvussu hon er skipað. So leingi, vit ikki kunnu fáa tað innlitið í kanningina, er tað eisini avmarkað, hvussu skilagott vit kunnu brúka úrslitið, sigur Signar.
At ávis øki innan skúlaverkið treingja til ábøtur, ivast Signar ikki í, og sum fyrrverandi landsstýrismaður í skúlamálum hevur hann eisini fylgt visjónskjakinum um skúlan neyvt.
- Alt gott um stórar visjónir, men so leingi játtan ikki fylgir við, verða tær ikki annað enn møsn. Ber tað ikki til at útvega pengarnar, er betur at stíla eitt sindur lægri, so tey, sum starvast í skúlanum, fáa ein møguleika at gera ætlaninar til veruleika, sigur Signar.

Rætta løtan
At Signar hevur valt at fara frá longu sum 61 ára gamal er heilt tilvitað. Skalt tú fara undir nakað nýtt, er tað heldur seint at byrja, tá tú nærkast teimum 70 heldur hann. Hvat hann fer at takast við, fer tíðin at vísa, men í øllum førum gleðir hann seg til at fáa betri tíð at røkja sín áhuga fyri ymsum skapandi arbeiði.
- At fara nú kennist sum at fara úr eini veitslu, meðan hon er uppá sítt besta. Eg havi bara góð minni frá tíðini sum lærari og havi ikki angrað eina løtu, at eg valdi mær hetta sum mítt lívsstarv,
sigur Signar, sum heldur ikki ivast í, at hann framvegis fer at fylgja líka væl við í, hvussu tað gongst sínum gomlu næmingum
- Tað havi eg altíð gjørt, og eg fegnist líka nógv hvørja ferð, eg síggi í blaðnum, at onkur av mínum gomlu næmingum hevur tikið prógv. So siti eg har og nikki og hugsi Hygga síggj!  hatta væntaði eg altíð, sigur Signar at enda.