Kommunurnar eiga gøturnar

- Sambært lóg eiga kommunurnar uppgávuna at væla um gomlu gøturnar. Tað er sera óheppið, at nógvar liggja í órøkt, men landið kann ikki fara inn á øki, sum eru kommunal, tí tað skapar fyridømi fyri øðrum, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í ferðavinnumálum

 

FERÐAVINNA

Ferðavinna er so nógv, og hóast ferðavinna sum vinna hoyrir undir Vinnumálastýrið, fer hon eisini inn á onnur málsøki. Hetta kemur til sjóndar eitt nú, tá ið vit spyrja landsstýrismannin í ferðavinnumálum, Bjarna Djurholm, hvør eigur ábyrgdina og harvið uppgávuna at væla um gomlu haga- og bygdagøturnar í hagunum í Føroyum. Hesar gøturnar eru fortreytin undir ríðingini hjá Berg-Hestum, men tær eru í so ringum standi, at bæði ross og fólk kunnu koma í vanda. Leif Berg, sum eigur og rekur Berg-Hestar, hevur í fleiri ár roynt at fingið greiði á, hvør eigur uppgávuna at væla um gøturnar, hann hevur eisini kunnað fleiri landsstýrismenn um trupulleikan. Men enn er málið ikki loyst.

- Uppgávan hjá Ferðaráðnum er at arbeiða við málum, sum ferðavinnan kemur við og tað er upp til teirra at heita á røttu myndugleikar og onnur um at loysa trupulleikar. Ferðaráðið hevur ikki myndugleika at áleggja nøkrum nakað, tey kunnu bara vísa á trupulleikar, sigur Bjarni Djurholm.

Sum landsstýrismaður í vinnumálum hevur Bjarni Djurholm eisini um hendi landsjørðina og tað er Jarðarráðið sum umsitur hana. Men varða- og bygdagøturar ganga ígjøgnum privatajørð, kommunalajørð og festijørð, og tað ger málið við gøtunum ikki einfaldari. Sambært grein 47 í Hagalógini er tað landsstýrið sum ásetur nærri reglur viðvíkjandi gøtunum. Ein løgtingssamtykt frá 1940 sigur, at tað er skyldan hjá kommununum at halda varðagøturnar og sýslumenninir hava eftirlitið hesum viðvíkjandi.

- Skipanin er als ikki nóg góð ella greið, og hetta er bert eitt dømi av mongum um, hvussu ógreitt býtið millum land og kommunu er. Úrslitið av at gøtur ganga um privata-, kommunala- og festijørð er, at nógvar liggja í órøkt, og tað er avgjørt óheppið. At reglurnar eru so ógreiðar er í sjálvum sær ein stórur trupulleiki hóast útgangsstøðið sambært lóg er, at uppgávan er kommunal. Og landið kann ikki fara inn á øki, sum eru kommunal, tí tað skapar fyridømi fyri øðrum, sigur Bjarni Djurholm.


Óbeinleiðis stuðul

Í samrøðu við Leif Berg í seinastu viku vísti hann á hepnu avleiðingarnar av, at ferðavinnan fær ígongdsetarastuðul. Óteljandi dømi eru um góð hugskot, sum ikki verða framd í verki ella sum eftir stuttari tíð detta fyri bakka, tí eingir pengar eru til fyri at fáa veruliga gongd á.

- Eg eri púra samdur í, at íløgur í ferðavinnuna og íløgur, sum skapa fortreytir, geva seg fleiri ferðir aftur, men vit meta ikki, at tað er rætt at veita stuðul til rakstur, íløgur, lán ella veðhald. Men tað er ikki óhugsandi at stuðul til nýggj tiltøk innan vinnuna kann verða veittur við ráðgeving og sum menningarætlan. Talan verður ikki um at veita pengar sum beinleiðis stuðul til eina ætlan, men ferðavinnan fer at njóta væl av nýggja Vinnuframagrunninum. Ígjøgnum hann hevur ferðavinnan góðan møguleika at søkja um stuðul til verkætlanir, ráðgeving, menningarátøk, sølufremjandi tiltøk og annað, sigur Bjarni Djurholm.

Í ferðavinnuni hava fólk í fleiri ár sett spurnartekin við, um játtanin til Ferðaráðið verður brúkt rætt. Men landsstýrismaðurin í ferðavinnumálum metir seg ikki hava nakra orsøk til at halda, at stovnurin ikki brúkar peningin skilagott.

- Stýrið fyri Ferðaráðið hevur ábyrgdina av, at peningurin verður rætt brúktur og einki sigur mær, at tað ikki er nóg gott arbeiði, sum verður gjørt á Ferðaráðnum.

Ein nevnd mannað av umboðum úr ferðavinnuni og Ferðaráðnum hava arbeitt við uppskoti um ferðavinnupolitikk. Álitið, sum er komið burtur úr hesum arbeiðnum, er nú sent til hoyringar saman við lóg um uppskot til lóg um Ferðaráð Føroya. Afturmeldingarnar skulu vera aftur í Vinnumálastýrinum fyrst í komandi mánaði.

- Uppgávurnar hjá Ferðaráðnum eru sambært nýggja uppskotinum greiðari og einfaldari. Lógin og ferðavinnupolitikkurin fara ikki at loysa allar trupulleikar, men í lógini verða nýggir karmar fyri ferðavinnuni og tað í sjálvum sær er gott. Sambært hesi lóg kann landsstýrismaðurin í ferðavinnumálum fara inn á øki, ið eru viðkomandi fyri ferðavinnuna at fáa greitt. Eg kann ikki svara fyri sum er, um trupulleikin við gøtunum verður loystur, men tá verður í øllum førum greitt, hvørjir karmarnir eru, sigur landsstýrismaðurin.

Á ólavsøku leggur Bjarni Djurholm álitið fyri løgtingið til tingsins viðgerð, har aðalorðaskifti verður um ferðavinnupolitikk.