- Hetta er sosial dumping og tað mugu vit fáa steðgað!
Tað heldur Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag.
Í morgun hevur hann havt fund við landsstýrið um tann trupulleika, at útlendskir handverkarar koma til Føroya at arbeiða fyri eina løn, sum er nógvar ferðir lægri enn sáttmálin ímillum handverkarafeløgini og handverksmeistararnar, ásetur.
- Vit hava dømi um útlendskar handverkarar, sum arbeiða í Føroyum fyri 50 krónur um tíman. Eg havi ikki sæð tað svart á hvítum, men eg havi onga sum helst orsøk til ikki at trúgva teimum upplýsingunum.
Hann sigur, at í løtuni eru einir 150 - 300 útlendskir handverkarkarar í Føroyum.
Hann vísir á, at her er talan um handverkarar, sum verða leigaðir til Føroya at arbeiða, fyri so lága løn sum 50 krónur um tíman.
Men akkurát, hvussu umfatandi tann sosiala dumpingin er, veit hann ikki.
- Eftirlitsmyndugleikin liggur hjá løgregluni, men vit vita heldur ikki, hvussu nágreiniligt eftirlitið er.
Eli Brimsvík sigur, at hendan framferðin vísir, at ein vælmeinandi skipan verður tambað meiri enn gott er.
- Endamálið við at kunna leiga handverkarar til Føroyar, var at kunna fáa fólk til Føroya at gera eitt heilt ávíst arbeiði, vit annars ikki sjálvi hava førleika at gera. Ætlanin var ikki at tað skuldi bera til at leiga útlendingar at koma í støðugt arbeiði í Føroyum, sigur Eli Brimsvík.
Hann sigur, at tá ið talan er um støðugt arbeiði, er einasta rætta mannagongd, at teir verða settir í starv á jøvnum føti við føroyskar handverkarar, og verða løntir eftir føroyskum sáttmálum.
Hann vísir á, at annars ber til at fáa útlendskar handverkarar til Føroya, tá ið arbeiðsloysi hjá føroyskum handverkarum er minst seks prosent.
- Vit halda, at markið eigur at lækkast, kanska niður í fýra prosent, tí møguleikin at fáa útlendingar hendavegin eigur at vera til staðar, tá ið ongin, føroysk arbeiðsmegi er. Men hinvegin streingja arbeiðsgevarar á at fáa tað heilt burtur.
- Tá ið vit síggja, hvussu støðan við útlendskum handverkarum er nú, dugi eg illa at hugsa mær til, hvussu skilið verður, fáa arbeiðsgevarar sín vilja, so at markið fyri at fáa útlendingar hendavegin, verðu heilt avtikið, sigur formaðurin í Havnar Handverkarafelag.
Hann sigur, at tey høvdu ein góðan fund við landsstýrið og at tey lovaðu at taka málið upp.
Og Eli Brimsvík hevur góðar vónir um, at okkurt fer at spyrjast burtur úr, tí tá ið Tjóðveldi, og serliga Javnaðarflokkurin sótu í andstøðu, løgdu tey stóran dent á, at forða fyri sosialari dumping, og at útlendingar, sum arbeiða her, skulu lønast eftir føroyskum sáttmálum.