skuld niður, heldur enn at gera stórar íløgur. Nøkur øki á fíggjarlógini eru so nógv skorin niður, at tað er ein spurningur, um tað ber til. - Her hugsi eg serliga um sjúkrahúsverkið, sum er ringa samvitskan [...] samstundis, at tíðin er ikki til so stóra íløgu júst nú. Tað er hetta, sum hevur fingið Mariu Hansen, Jákup Joensen og Lisbeth L. Petersen í Sambandsflokkinum, at mótmæla uppskotinum um at seta pening í grunn [...] við 2. viðgerð av málinum. Tí vil eg ikki siga meir um hetta nú, sigur tingkvinnan. - Hvussu er poltiiska støðan, sæð frá tínum sjónarhorni? - Hon er ikki góð, og alt ov nógvar ósemjur eru. Tað merkist
frægu sangarar, og uttan mun til um talan er um harðan rock ella inniligar, romantiskar balladur, so finnur hann natúrliga tónan, sum skal til. Jákup Marnar Anthoniussen er kendur í fleiri samanhangum, og [...] annar eftir eru farnir framvið, er uppfylgjarin komin. Vøkur mynd hjá Blátt er á gøtuni, og tað er ein fløga við 10 nýggjum skeringum, har Jákup Marnar Anthoniussen er sentrali persónurin. Eg eri vorðin [...] og hann hevur gjørt eitt frálíkt arbeiðið. Er tað fyrst og fremst tað, sum ger at munur er á tónleikinum á báðum Blátt-fløgunum? ? Ja, tað er tað helst. Tað er als ikki soleiðis, at vit við vilja hava roynt
jólum. Hetta er allarmest av øllum familjuhátíð, tá fólk geva sær stundir til nærri samveru enn í vanliga gerandisdegnum. Ein teirra, sum situr einsamallur, eftir at bæði konan og sonurin eru farin, er Petur [...] einsamallan. Hann stúrir ikki fyri jólunum, og er fegin um hvønn dag hann kemur fram. Tað kemur ikki fyri, at hann keðir seg. Í hugnaligu stovuni eru eingi tekin um, at jólini nærkast í stórum. Øll eru farin [...] einari týskari sendirás. Hann er sera fegin um at hava sjónvarpið og tá parabolirnar komu, fekk hann sær eina beinanvegin. Tað gevur atgongd til einar 40 ymsar rásir. Sjónvarpið er hugaligt at hava, og føroysku
hvønn munnvika teir brúktu, men guvuroykurin úr hesari lítlu grúgvu boðaði um vit og skil, men eisini var hetta eitt ósjónligt tekin um makt og megi. Tað kundi eisini bara vera ein hugni, ein góð løta, sum [...] Gabriel var hin sami ár um ár. Hann var eitt sindur litfarin síðstu ferð vit sóu hann, men eygnabragdið var tað sama. Tann sami Gabriel, ið boðaði um jól og hágtíðardám í Havnargøtu, um jólafrí og jóladagar [...] hugdi so vitugur upp um sínar brillur, tá ið vit stukku inn á gólvi. Í sínum gula kitli minti hann nógv um teir dugnaligu serfrøðingarnar á Kap Canaveral - (Kap Kennedy) Vit hugsaðaðu um, hvar hann mundi goyma
vit heldur spurt hvør, ið HANN er.? ?Hann? Hvør er hasin hann? Hvat er tað tygum siga?? ?Um HANN,? segði mister Matumbwe.? Hann sum er meira enn teir allir, og meira enn vit, tilsamans. Honum hvørs dreymar [...] rullaðar út um um dagin og koyrdar burtur á vogni við gráskjórutum belgiskum heystum spentum fyri. Hann mælti: ? Eru tygum í trupulleikum? Eg hoyri, at kona tygara liggur har og stunar. Um so er, vil eg fegin [...] tað eri eg. Tí eg havi arbeitt dúgliga og leingi fyri at fáa hetta heitið. Hetta er tað størsta og besta eg nakrantíð havi havt ,og hesum eri eg sera stoltur av, og tað av røttum? Maðurin spýtti aftur langt
? Tað skal eingin ivi vera um, at hetta er besti bilur eg nakrantíð havi havt, sigur Høgni Simonsen, sum nú um dagarnar varð heiðraður við skjali frá Mercedez-verksmiðjuni fyri at hava koyrt 500.000 km [...] hevur koyrt hýruvogn í Havn tey seinastu 24 árini út í eitt. Hann sigur, at hetta er fyrsti Mercedez, hann hevur havt, men at hetta er tann bilurin, sum hevur roynst best. Bilurin verður í apríl 11 ára gamal [...] og tað er ójavnt, hvussu nógv er at gera. ? Tað má vera eitt ávíst tal av bilum, fyri at røkja koyringina, sigur Høgni Simonsen, tí fólk vilja ikki bíða ov leingi eftir bili. Mesta koyringin er tó fríggjakvøld
møguligt at røkja hesa rutuna betur. Bilstøðin Bil røkti rutusambandmið til Vágarnar samstundis. Alt hetta er nú søga - og Bygdaleiðir røkja nú alla slíka rutu. Mangt umbroytist. Tá Havnará skuldi leggjast [...] 1952, og vóru stigtakararnir Eigil Gunnarsson, Keysten Andreassen og Jóhannus Berg. Eins og samfelagið er nógv broytt hesi 45 árini, so eru rættuliga stórar broytingar farnar fram innan samferðslu - og ferðslu [...] at siga tað. Tí keyptu fólk sær ofta ein brúktan hýruvogn í staðin, síðan varð hann seldur, og søkt um valutaloyvi til at keypa ein nýggjan. Í seinna helmningi av sekstiárunum varð skipanin við valutaloyvum
leingist eftir fólki, men her er einki fólk. Húsið við teim stóru vindeygunum er eins og eitt stórt eyga, sum er brostið, eitt eyga, sum hevur sæð meir enn onnur eygu, men nú er sloknað og stirðnað í deyðanum [...] tá, og nú er einki.« »Ikki er púra einki,« letur í trøunum úti í grasagarðinum. »Fólkið er farið ella deytt, men vit standa eftir, og vit verða standandi enn eina stund.« »Ja, tit standa enn,« siga vindeyguni [...] broytist og umskipast, men eitt er varandi, og tað er lívið.« »Hatta er satt, hatta havi eg eisini hoyrt,« sigur fuglurin. II. Lýtt og leikandi kemur fleyrið tvørtur um fjørðin, fer suðandi millum grøsini
Bangkok, sjálvt um henda var nógva ferðir størri. Um Thailand er at siga, at landið er sera fjølbroytt, og at stórur munur er á norðara og sunnara partinum. Thailand er eitt landbúnaðarland og er heimsins størsti [...] fastlandið tíðliga um morgunin, og koma aftur um kvøldið. Eisini er ein moské, har munkarnir hava tikið sær av nøkrum av hesum ungu dreingjunum, ið verða upplærdir til munkar. Tað er løgið at síggja hesar [...] i. Malaysia liggur í tveimum pørtum, um soleiðis kann sigast. 40% av landinum er í forlongilsi av Thailandi, og restin er norðari partur av Borneo. Íbúgvatalið er 19.5 mio, og tað fyrsta vit løgdu til
nógv tættari, enn tá ið vit fóru norðureftir. Vit ætlaðu fyrst at fara inn gjøgnum nøkur sund har norðanfyri, men tað var ikki hugsingur um at koma ígjøgnum tøttu ísbrúnna. Vit fóru so suður um Kappan, og [...] okku um fýra tíðina. Hann fleyg uppi yvir okkum eina góða løtu. Hetta gav okkum gott mót. Nú sóu vit við okkara egnu eygum, at samband var við umheimin. Henda mikudag seinnapart 24. juli 1963 um fimmtíðina [...] nakað. Eg spenti føturnar í dúrkið og síggi beint undir okkum eina á renna. Spurningurin er bara, um vit klára at koma um ánna og yvir á vegin. So setir flúgvarin seg. Og nú vísir tað seg, at hann hevur sett