tey, ið onga fólkaskúlalæraraútbúgving hava. Viðkomandi lærari søkti um vikarstarv, men var umsóknin ikki gingin á møti. Sum áður kunngjørt í fjølmiðlunum var aldrandi fráfarin lærari við eftirløn settur [...] varð settur, var uttan fólkaskúlalæraraútbúgving. Føroya Lærarafelag fær nú hetta mál at taka støðu til. P. S.
um at leiga boripallin Jack Bates til at bora við Føroyar. Hóast tað enn ikki er komið til eina fyrstu útbjóðing á føroyska landgrunninum, so eru oljufeløgini noydd til at vera úti um seg, tí tann dagin [...] sum verða brúktir til aðrar uppgávur, til fyrsti borurin kann setast í við Føroyar. Føroyingarnir, sum eru farnir í læru hjá Transocean, verða so møguliga millum teir, sum um ikki so mong ár, fara at [...] verða tit eisini betri før fyri at laga tykkum til hesa vinnu segði Jackie Ricker við blaðið. Hann metti tað eisini vera av stórum týdningi, at føroyingar ikki gera stórar íløgur, áðrenn ein veit nakað við
vóru vit í sambandi við umsitingina hjá FCK í Keypmannahavn. Har var ikki so nógv fólk til arbeiðis, tí allir topparnir vóru á veg til Spania. Men vit fingu at vita, at Todi Jónsson var við í ferðalagnum [...] meiri enn tað, so kann ikki roknast við fleiri enn í mesta lagi tíggju túsund í Parkini um fjúrtan dagar, verður sagt úr Keypmannahavn. Og tað skal ikki stórur roknikunnleiki til at finna út av, at talan [...] FCK úr Keypmannahavn og niður til Sevilla í Spania, har teir í kvøld klokkan 20.30 føroyska tíð fara at stríðast í europeisku kappingini fyri steypavinnarar. Tað ber til at fylgja við á tveimum sjónvarpsrásum
føroysku spælararnir vóru eitt sindur vónbrotnir av, at teir ikki kláraðu at vinna dystin. Teir høvdu kjansirnar til tað, og estlendingar kláraðu ikki at javna fyrr enn fram móti endanum av dystinum. Allan Simonsen [...] ialin fyrrapartin í gjár. Vit høvdu fleiri kjansir í fyrra hálvleiki, men fingu ikki mál. Í seinna hálvleiki bar til at skora, men Estland kláraði at javna. Móti endanum av dystinum trýstu teir fyri [...] havt møguleika at hvíla seg betur til dystin í dag. Okkara spælarar vóru troyttir eftir dystin móti Estlandi, men vit royna at fáa teir so væl fyri sum gjørligt til dystin móti Týsklandi, sigur Allan
eru ymiskar, og tað eru júst tær, sum liggja til grundarlag fyri kjakinum. Klaksvíkar kommuna hevur í løtuni vitjan av íslendskum gestunum, og tað er ikki tilvildarligt hvørjir teir eru. Tað eru Gísli [...] ávíkavist borgarstjóri og formaður í býráðnum á Akranesi. Teir kenna til tunnilsgerðina um Hvalsfjørð í Íslandi, og teir eru komnir til Føroyar at greiða frá tí arbeiðnum, og hvat tað vil siga, at fáa u
føroyingar ætla sær at fara undir slíka veiðu, sigur hann. Bæði til reiðskap og til frystiútgerð umborð. Trygvi Kallsoy av Eiði er nú ikki heilt óvanur við óvanligan fiskiskap kortini. Hann hevur seinastu [...] sigur Tryggvi. Og umstøðurnar annars vóru ikki soleiðis, at tað bar til at slappa av. Línan, sum sett varð, rakk einar 70 - 75 fjórðingar, og tá farið varð til arbeiðis, var arbeitt við fullari ferð. Matsteðgur [...] minnast til, at her er tað úrtøkan, sum telur, og ikki sum hjá føroyingum, mest bara nøgdin. Hesir fiskarnir viga eini 80 kg í meðal, og fæst tann prísurin fyri teir, sum látið verður at, so er ikki so galið
soleiðis at tey ikki hyggja at slíkum. Tað er Radioeftirlitið, sum gevur antennufeløgum loyvi at senda sjónvarp til limirnar. Men av Radioeftirlitinum verður sagt, at tað ber ikki til at siga feløgunum [...] blaðnum í dag finst ein lesari at, at tað ber til at senda slíkar filmar í kaðalsjónvarpi, sum børnini so sita og hyggja at. Hartil er bert at siga, at vilja fólk ikki, at børnini skulu útsetast fyri slíkum, [...] tey kunnu taka til. Tann fyrsti er at taka seg úr antennufelagnum og so missa alt annað, sum víst verður, eisini. Annar er at tosa við børnini og fáa tey at skilja, at hetta dugir ikki. Ella eisini at
vil eg ikki úttala meg um! - er stutta og greiða svarið hjá Bjørn á Heygum, tá vit vilja hava hansara sjónarmið um løgmann fram. Bjørn á Heygum sigur eisini, at hann enn ikki hevur tikið støðu til, um hann [...] loyna, at rættuligt umskifti var í Sambandsflokkinum eftir seinasta val. Menn, sum ikki vóru sambandsmenn, og menn, sum ikki høvdu sínar røtur í flokkinum, vórðu valdir á ting. Við valið í 1990 varð Finnbogi [...] Bjørn á Heygum sigur, at heldur ikki hann hevur verið so sannførdur sambandsmaður, men tá følarar vóru úti eftir honum, fyri at fáa hann at stilla upp fyri Sambandsflokkin til seinasta val, tók hann av. Atli
vorðnir nógv behagiligari og tí, at dieseloljan í Føroyum er serliga bílig í mun til bensinið. Umhvørvisliga er tað ikki gott, at fleiri og fleiri dieselmotorar verða framleiddir, og tí verður støðugt roynt [...] 3-sýlindaramotorur - talan kundi jú ikki vera um ein 2-sýlindaramotor. Ein 3-sýlindari hevur eisini minni friktión enn ein fýrasýlindari, hann kann gerast kompaktari, og til ber at hava eitt stórt dreygningsmoment [...] ventilar - og hestakreftirnar eru heilar 106 í tali. Á heysti 1991 varð farið undir konstruktiónsarbeiðið til framleiðslu av nýggja motorinum. Treytirnar vóur, at hann skuldi verða kompaktur og lættur, verður
vegastrekkinum, sum er innkoyringin til Havnina. Har teljarin er settur upp á Hvítanesvegin í Havn - við Hoydalsá, har omankoyringin til Studentaskúlan er, verða í miðal taldir ikki færri enn 5.925 bilar um dagin [...] eisini havast í huga, at Kollfjarðatunnilin lat upp í 1992, og gjørdist Hvítanesvegurin tá innkoyringin til Havnina Næstmest málda ferðslan er á Lambareiði. Har verða í miðal máldir 2.996 bilar um samdøgrið