Sambandsmenn tosa ikki nóg nógv saman

? Flestu frustratiónirnar í Sambandsflokkinum botna í vantandi kjaki innanfloks. Tað er altíð leiðslan, sum hevur ábyrgdina av, at tingini virka, sum tey skulu. Men vegna tvørrandi samskifti og vantandi politiskt handalag fungerar Samandsflokkurin ikki, sum hann skal, sigur Bjørn á Heygum, sum ikki vil úttala seg um, hvørja hugsan hann hevur um Edmund Joensen sum løgmann og sum samgonguleiðara

Orrustan í Sambandsflokkinum er ikki hæsað av enn, og í samrøðu við Sosialinum í gjár skjýtur Eilif Samuelsen Atlan Hansen í skógvarnar, at m. a. hann hugsar meira um seg sjálvan og egin áhugamál, enn um flokkin.

Edmund Joensen hevði eisini hvassorðaða grein í bløðunum týsdagin, har hann m. a. leggur Finnboga Arge og Bjørn á Heygum undir at vera heimsmeistarar í tvørrandi floksdisiplini.

Tað er eingin loyna, at rættuligt umskifti var í Sambandsflokkinum eftir seinasta val. Menn, sum ikki vóru sambandsmenn, og menn, sum ikki høvdu sínar røtur í flokkinum, vórðu valdir á ting.

Við valið í 1990 varð Finnbogi Arge valdur á ting fyri Sambandsflokkin. Við Sosialin leygardagin váttaði hann, at hann var á listanum hjá Fólkaflokkinum, tá hann varð biðin um at koma á Sambandslistan og tók av. Bjørn á Heygum sigur, at heldur ikki hann hevur verið so sannførdur sambandsmaður, men tá følarar vóru úti eftir honum, fyri at fáa hann at stilla upp fyri Sambandsflokkin til seinasta val, tók hann av.

Atli Hansen, sum hevur búð nógv ár í Danmark, hevur heldur ikki verið at sæð alment í sambandshøpi, eins lítið og Jákup Joensen. Men hesir menn umboðaðu við valið seinasta 50% av tingmandatum Sambandsfloksins.


Kunnu ikki byggja politikkin á fortíðina

? Tað er ikki heilt rætt, tá sagt verður, at eg vildi hava eina uppgerð í Sambandsflokkinum, tá eg varð valdur á ting, sigur Bjørn á Heygum.

? Men eg helt ikki, at flokkurin er í tráð við tíðina, vit liva í, og eg haldi heldur ikki, at vit kunnu grunda sambandsfloksins politikk á fortíðina - vit mugu líta frameftir.

Bjørn á Heygum sigur, at tað verður sagt um Sambandsflokkin, at hann er reaktionerur - konservativur.

? Tað kann vera gott at vera konservativur, um tað merkir, at tú ert varin. Men loysnirnar mugu takast út frá støðuni í dag - og ikki út frá, hvussu støðan var fyri 50 árum síðani, heldur hann.

? Er tað rætt, at nýggju sambandsmenninir hugsa meira um seg sjálvar, enn um Sambandsflokkin?

? Nei, tað er ein grundleggjandi skeiv uppfatan, at vit hava persónligar ambitiónir. Hatta er tikið úr leysum lofti, tí hvør sigur, at tað ikki eru aðrir í Sambandsflokkinum, sum hugsa um seg og sítt fyrst og fremst, spyr Bjørn á Heygum.

Vendir ikki Sambandsflokkinum bakið

? Tað er sera vandamikið at vera so intolerantur og fordømandi og seta seg sjálvan í eina slíka støðu, at tú heldur teg vera lýtaleysan - hatta er ósakligt, heldur sambandstingmaðurin Bjørn á Heygum.

Bjørn á Heygum fer ikki at gera sum Finnbogi Arge, at venda flokkinum bakið, hóast hann ikki altíð hevur kunna innornað seg undir leiðsluna í flokkinum.

? Tað er umráðandi, at vit hava eitt ávíst floksdisiplin - sjálvandi uttan at ávisir partar verða kúgaðir soleiðis, at fría orðaskiftið verður skert.

Tá samgongan skuldi skipast aftan á valið í 1994, settu Finnbogi Arge og Bjørn á Heygum føtur í spenni, og mæltu til at fáa annan samráðingarleiðara, enn Edmund Joensen. Í bløðunum týsdagin kallar Edmund Joensen Finnboga Arge og Bjørn á Heygum fyri heimsmeistarar í væntandi floksdisiplin.

? Hatta eru hansara orð, men eg haldi ikki at ein einstøk hending, sum handan, er grundarlag fyri at geva mær hatta skoðsmálið, tí so eru tað so nógvir aðrir, sum eisini skulu hava tað, heldur Bjørn á Heygum.


Talan var

ikki um myttarí

Hann heldur tó ikki, at talan tá var um myttarí móti Edmund Joensen, hóast teir báðir nýggju sambandsmenninir vildu hava, at annars enn Edmund Joensen skuldi hava samráðingarleiðsluna.

? Tað var heldur talan um eina frustratión og um eina misnøgd, tí at málini ikki vóru nóg væl viðgjørd innanhýsis í Sambandsflokkinum. Tí handlaðu, sum vit gjørdu, sigur hann.

Bjørn á Heygum sigur, at hann síðani hevur roynt at verið flokkinum loyalur undir leiðsluni hjá Edmundi Joensen.

? Men ert tú nøgdur við Edmund Joensen sum løgmann og sum samgonguleiðara?

? Tann spurningin vil eg ikki úttala meg um! - er stutta og greiða svarið hjá Bjørn á Heygum, tá vit vilja hava hansara sjónarmið um løgmann fram.

Bjørn á Heygum sigur eisini, at hann enn ikki hevur tikið støðu til, um hann fer at stilla uppaftur til næsta løgtingsval. Men hann viðgongur, at tað kortini ikki var so lætt at finna politiskar loysnir, sum hann hevði væntað, tá hann stillaði upp.

? Eg ynskti nakrar broytingar. Eg ynksti eitt samfelag, sum virkaði eftir øðrum premissum - har tað almenna ikki blandaði seg so nógv í vinnulívið - og at samfelagið skuldi virka út frá liberalum og búskaparligum fortreytum.


Vildi sleppa av við privatkommunismuna

? Hetta var ein treyt fyri at endurreisa samfelagið, so vit sluppu av við tað sokallaðu privatkommunismuna, sigur Bjørn á Heygum.

? Eg haldi, at vit hava fingið ein part av hesum upp á pláss, hóast vit enn síggja, at summir royna at fáa slanguna niður aftur í landskassan, leggur hann afturat.

Annað mál, sum Bjørn á Heygum setti sær fyri, var at fáa rættartrygdina at virka.

? Men her eri eg ikki komin á mál, hóast nøkur stig eru tikin tann positiva vegin, sigur hann.


Taka støðu

út frá sær sjálvum

Bjørn á Heygum sigur, at eitt tað sum ger, at so tungt er at arbeiða við politikki er, at tað eru so nógvar kreftir, sum ikki vilja broytingar.

? Tey eru so mong, sum vilja hava status quo - tey fáa fyrimunir av, at skipanirnar eru, sum tær eru, og vilja tí einki broyta. Hetta er ikki eitt serføroyskt fyribrigdi, men hetta kenna vit aftur úr øðrum londum eisini.

Men tað at Sambandsflokkurin nú hevur nýtt so nógvar krefir upp á at klandrast innanhýsis, tað heldur Bjørn á Heygum verða stórt spell. Men hví hendir hetta, spyrja vit.

? Misnøgdin og frustratiónin er so stór í flokkinum, tí tað verður ov lítið tosað - og lítið verður greitt frá. Tí kemur klandrið fram, sum er sera undirgravandi fyri flokkin.

? Eg haldi ikki, at stríði er so persónligt, heldur er tað av hugsjónarligum slag. Teir ymsu partarnir hava ymiskar áskoðanir til dagsins trupulleikar, tí ov lítið verður tosað saman.

Í hesum sambandi er vert at nevna stríðið eitt nú um Fiskavirking, har Atli Hansen, sum er formaður í tingbólki sambandsfloksins og Edmund Joensen, løgmaður stríðast ímóti hvørjum øðrum. Bjørn á Heygum heldur, at hetta eisini kann vera ein partur av orsøkini til stríðið.


? Flestu frustratiónirnar í flokkinum botna í vantandi kjaki innanfloks. Málini verða ikki avgreidd nóg stundisliga og á rættan hátt, og tí økist bara spenningurin.

Uppgávuna at syrgja fyri hesum hava fyrst og fremst Edmund Joensen, men eisini Atli Hansen, sum er formaður floksins á tingi.

? Tað er altíð leiðslan, sum hevur ábyrgdina av, at tingini virka, sum tey skulu. Men vegna tvørrandi samskifti og vantandi politiskt handalag fungerar flokkurin ikki, sum hann skal, og tað er spell, heldur Bjørn á Heygum.