Tað er einki, sum forðar føroyingum at síggja pornofilmar í sjónvarpi, um bert teir verða vístir á kaðalsjónvarpi.
So greið er niðurstøðan hjá løgfrøðingum, Sosialurin hevur tosað við.
Aðrastaðni í blaðnum í dag finst ein lesari at, at tað ber til at senda slíkar filmar í kaðalsjónvarpi, sum børnini so sita og hyggja at.
Hartil er bert at siga, at vilja fólk ikki, at børnini skulu útsetast fyri slíkum, eru tríggir møguleikar, tey kunnu taka til.
Tann fyrsti er at taka seg úr antennufelagnum og so missa alt annað, sum víst verður, eisini.
Annar er at tosa við børnini og fáa tey at skilja, at hetta dugir ikki.
Ella eisini at ansa eftir børnunum alla tíðina, hesir filmar eru á skránni, soleiðis at tey ikki hyggja at slíkum.
Tað er Radioeftirlitið, sum gevur antennufeløgum loyvi at senda sjónvarp til limirnar.
Men av Radioeftirlitinum verður sagt, at tað ber ikki til at siga feløgunum, hvat tey hava loyvi at senda.
Av teirri einfaldu orsøk, at eingin lóg ella reglugerrð finst á hesum økinum.
Finn Ougaard, varafúti, sigur, at tað heldur ikki ber til at fáa hesi feløg undir ta vælkendu §234 í revsilógini, sum annars verður nýtt, tá talan er um »offentliggørelse af utugtige billeder.«
Hendan lógargrein hevur millum annað verið nýtt, tá fútin á sinni steðgaði søluni av pornobløðum í Føroyum.
Og væl eru hesir filmir »utugtige«. Men í og við at talan er um felag, har ein skal vera knýttur at við kaðali, er ikki talan um at »offentliggøre« hesar myndir, sigur Finn Ougaard, varafúti.
Slíkar myndir kunnu sum onki annað fáa sinnini at kóka hjá fólki.
Tað er ikki lukkuligt, sum fólk kunnu øsa seg, um tey í sjónvarpi ella á filmi síggja eina bera reyv, hóast øll somul ganga við eini slíkari, sigur ein kelda, Sosialurin hevur tosað við.
Men at vísa ófantaligar krígsfilmar og náttúrufilmar, har eingin fer framvið, uttan at kríatúrini parast, er í lagi.
Í grundini er talan um júst tað sama, sigur keldan, sum ikki heldur, at vit eiga at bannað slíku feløgum at virka, hóast lóg verður gjørd á økinum.
Hvørki fjarskiftisstjórin, Jógvan Thomsen, ella Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, sum umsitir samskiftismál, vóru at hitta, tá vit í gjár royndu at frætta, um nøkur lóg er væntandi á hesum økinum.