Mest ferðsla á Hvítanesvegnum

Í frágreiðingini hjá Landsverkfrøðinginum, nevnd Ferðslan 1996, eru nógvar upplýsingar um ferðsluna á landsvegunum og viðkomandi upplýsingar um landsvegakervið.

Ferðslan á høvuðsvegunum verður tald regluliga, og hevur Landsverkfrøðingurin sett teljarar upp á ávís vegastrekki.

Nógv tann mesta ferðslan er á vegastrekkinum, sum er innkoyringin til Havnina. Har teljarin er settur upp á Hvítanesvegin í Havn - við Hoydalsá, har omankoyringin til Studentaskúlan er, verða í miðal taldir ikki færri enn 5.925 bilar um dagin.

Taka vit 1990 sum útgangsstøði, so er talan um ein vøkstur upp á heili 41% - so at siga ein støðugur vøkstur øll árini.

Her skal eisini havast í huga, at Kollfjarðatunnilin lat upp í 1992, og gjørdist Hvítanesvegurin tá innkoyringin til Havnina

Næstmest málda ferðslan er á Lambareiði. Har verða í miðal máldir 2.996 bilar um samdøgrið. Á triðja plássi kemur Kollfjarðatunnilin. Har koyra í miðal 2.695 bilar um samdøgrið. Síðan kemur rundkoyringin í Kollfjarðadali. Har verða máldir í miðal 2.702 bilar um samdøgrið.

Um Gøtueiði koyra í miðal 2.390 bilar um samdøgrið