Opel Corsa skal nú koyra 17,5 km/l

Smáu bensinmotorarnir eru eftir hondini so orkusparandi, at teir standa seg væl í kappingini við dieselmotorar. Opel hevur ment ein nýggjan motor til minsta opelbilin - Opel Corsa

Bilaframleiðarar leggja seg alt meira eftir at framleiða bilar, sum nýta so lítla orku, sum gjørligt.

Í Føroyum hevur innflutningurin av diesel-bilum vundið nógv upp á seg seinastu árini. Hetta er partvís tí, at dieselbilarnir eru vorðnir nógv behagiligari og tí, at dieseloljan í Føroyum er serliga bílig í mun til bensinið.

Umhvørvisliga er tað ikki gott, at fleiri og fleiri dieselmotorar verða framleiddir, og tí verður støðugt roynt at framleiða bensinmotorar, sum í rakstri eru meira orkusparandi, enn dieselmotorarnir.

Ein av hesum motorum er tann nýggi hjá Opel.

Tann minsti Opelbilurin, Opel Corsa fæst nú við einum lítlum 3-sýlindaramotori við 55 hk og 12 ventilum.

Ein av teimum nýggju Opel Corsa við hesum motori eitur Opel Corsa 1.0 12 v ECO, og kostar hann í Føroyum við trimum hurðum 113.000 krónur. Við fimm hurðum kostar hann 119.000 krónur meðan Swing-útgávan kostar 118.000 krónur við trimum hurðum.

Tann bíligasti Opel Corsa er 1.2 ECO, sum við trimum hurðum kostar 110.000 krónur. Tá hevur hann 45 hk. Opel Corsa fæst í nógvum útgávum:

Opel Corsa 1.4 Swing kostar 118.000 krónur. Við fimm hurðum kostar hann 124.000 krónur. Opel Corsa 1.4 við 16 ventilum og við 90 hk kostar 133.000 við fimm hurðum og sportútgávan, tað trí-hurðaða GSi-sniðið, kostar 152.000 krónur. Tann motorurin er 1.6 litur og hevur 16 ventilar - og hestakreftirnar eru heilar 106 í tali.

Á heysti 1991 varð farið undir konstruktiónsarbeiðið til framleiðslu av nýggja motorinum. Treytirnar vóur, at hann skuldi verða kompaktur og lættur, verður orkusparandi og dálka sum minst. Hann skuldi eisini vera fimur, geva góða úrslit og verða lættur at arbeiða uppá.

Tað gjørdist beinan vegin greitt, at góðar termodynamiskar treytir skuldu uppfyllast, um krøvini skuldu nøktast. Tá grundreglan er, at beinsinmotorar termodynamiskt eru bestir við eini slagvolumu upp á 500 kubikksentimetrar fyri hvønn sýlindara, og treyðugt mugu verða minni enn 300 kubikksentimetrar, mátti støðið gerast ein 3-sýlindaramotorur - talan kundi jú ikki vera um ein 2-sýlindaramotor.

Ein 3-sýlindari hevur eisini minni friktión enn ein fýrasýlindari, hann kann gerast kompaktari, og til ber at hava eitt stórt dreygningsmoment við lágum snúningum, og hann er bíligari at framleiða enn ein fýrasýlindari.

Við hesum útgangsstøði, gjørdist úrslitið hjá Opel ein trý-sýlindari, sum var lættur og kompaktur - og støddin gjørdist 973 kubikksentimetrar.

Hesin motoru gevur Opel Corsa eina toppferð upp á 150 km/t. Akselerasjónin frá 0 - 100 km/t gerst upp á 18.0 sekund. Akselerasjónin frá 80-120 km/t í fimtageari gerst upp á 27,5 sekund, og miðal brennievnisnýtslan er (sambært ES 93/116 standardinum) 17,24 km/liturin bensin.

Ein túrur úr Havn til Selatraar og aftur hevði við hesum bili kosta góðar 60 krónur í bensini?