ímóti fríari umsetiligheit. Eg haldi, at vit í staðin kundu havt ein kvotubanka ella onkra líknandi skipan. Men, sum støðan er nú, mugu vit rudda upp í óruddinum hjá undanfarnu samgongu, ið hevur lóggvivið [...] Heinesen sigur, at hann fer at arbeiða fyri, at mark verður sett millum útróðrarflotan og restina av flotanum, og hartil ætlar hann sær at virka fyri, at trolararnir fáa loyvi at virka tosk og hýsu. Men
minst av dálkandi evnum fóru úr støðini. Fyri at vísa á, hvussu umhvørvisvinarlig støðin er, kann nevnast at hægst loyvda útlát av flogøsku, sum er sera dálkandi, er 20 mg fyri hvønn rúmmeturin av luft [...] Eisini sást tú á hesum skíggjum, hvussu nógv av ruskinum varð sent út aftur í atmosferuna, og undrunarvert var at síggja, hvussu lítið ein slík støð dálkar. Filtur av øllum møguligum slagi vóru ymsastaðni, og [...] brennir ein part av tí ruski, sum IRF fær inn. Serliga nú slaktið hevur verið, hevur staðið á hjá teimum at tikið ímóti øllum, og hevur hetta eisini havt við sær, at ein ætlað umvæling av brenniovninum er
at halda jól, hava fyri langari tíð síðani bílagt ferðaseðil, og somuleiðis føroyingar, sum ætla sær av landinum. Enn er kortini góður mánaður eftir, áðrenn tann stóra jólaferðslan byrjar, og skuldi onkur [...] ferðaseðil beint upp undir jól. Myndin kann broytast nakað enn. Í fjør fóru bæði flogfeløgini undir eina skipan, ið forðar fyri, at fólk standa uppskrivað á fleiri flogleiðum, tá ið høgtíðin kemur. Seinast í hesum
at man ger eina DIS skipan fyri rækubátarnar ella líknandi skipan, so man er javnsettur við teir, man kappast ímóti. Við hesari skipan fær landið ongar ella lítlar skattainntøkur av hesum skipum ella monnum [...] keypinum av Hvivltenni og ca 15 ørum modernaðum skipum við tveimum trolum, sum fiska rækjur á Flemmish Cap, har er Skiparin, meistarin og produktiónsformaðurin íslendarar/føroyingar og restin av manningin [...] Nú skal eg bara viðgera rækuskipuni, tí tað haldi eg meg hava eitt sindur av skili fyri. Rækjubátarnir fiska fyri tað mesta á internationalum øki, og vit geva ikki nakra kvotu afturfyri á Føroyskum øki
at fáa eitt slag av ?kvotubanka? ella eina skipan, sum vegna okkum øll regulerar umsetingina av veiðiloyvum og fiskidøgum til okkara felags tilfeingið. Vit mugu sostatt fáa stikað av og hava greiðar linjur [...] er gransking, útbúgving og menning innan fiskivinnuna, og ein partur av hesum vælsignaðu 40 studningsmilliónunum verður settur av til tað. Samhaldsfesti setur krøv til vinnuna Hesin vinnupolitikkur kann [...] fólkið gjøgnum politikararnar seta henni. Vit skulu hava eitt sjálvberandi vinnulív, sum skal kasta av sær til vælferðina hjá øllum føroyingum og sum skal fylgja treytunum til umhvørvi, hagreiðing og góðsku
ávirkan frá skiftandi landsstýrismonnum, ið vara av stovnunum. Hinvegin eru ætlanirnar hjá Fíggjarmálastýrinum um at gera stovnarnar til ein part av almennu fíggjarumsitingini munandi meira prinsipiellar [...] javnvág millum tað frælsi, sum stovnar av hesum slagnum skulu hava, og tað eftirlit sum stovnarnir so ella so eiga at vera undir. Løgtingið samtykti eina skipan í kringvarpslógini, sum varð sett í gildi [...] parturin av fíggingini (t.e. beinleiðis stuðul úr landskassanum) verður tikin við á løgtingsfíggjarlógini?. Henda ásetingin er eisini í samljóð við viðmerkingarnar til uppskotið til lóg um grannskoðan av almennum
møti. Men treyðugt so, hava teir, sum kærdu, krav uppá svar.- Viðgerðin av kæruni hevur tikið langa tíð, hon er steðgað fleiri ferðir av ymiskum ávum, men hon er kortini ikki løgd til viks. Vit fara at taka [...] stóran skund. Innihaldið hevur heldur ikki verið av so stórum týdningi, at vit hava tikið hana fram um aðrar kærur, og samstundis hevur møguligi úrskurðurin av kæruni eisini verið inni í myndini. At Tórshavnar [...] ein kommuna ikki skyldu at útvega øllum pláss á stovni, men kommunan er, sum partur av almennu fyrisitingini bundin av fyrisitingarligum reglum. Tískil hevur hon eina greiða skyldu at viðgera borgarar eftir
svar. Eingin av áhoyrarunum kennir grundarlagið fyri teimum útrokningum sum gjørdar eru, og teir høvdu tí meiri enn trupult við at halda seg til tølini, sum vórðu slongd á borðið. Eingin av teimum, sum [...] teimum spyrjandi. Flestsu spurningarnir stóðu nevniliga ósvaraðir, millum annað av teirri orsøk, at uppskotið um nýggja skipan ikki hevur fingið politiska viðgerð. Nær hon verður er ikki greitt, men tað tykist [...] Sera lítið upplýsandi kom burturúr fundinum, sum sjeymannabólkurin skipaði fyri um nýskipan av fólkapensjónunum og eftirlønunum. Sjeymannabólkurin umboðar 30 fakfeløg, og hevur sum uppgávu at fylgja við
Dúgvuna av, kom tað fyri, at bilar stóðu eftir á bryggjuni, tí pláss ikki var fyri teimum umborð. Tá Ternan I slakar av fyri at leggja at bryggju á Toftum, hyggi eg út gjøgnum rútin. Ein bussur hjá Bygdaleiðum [...] langa teinin. Og tað skal vera teimum væl unt. Um tey ikki vistu seg tryggan við, um nakar ella ongin bussur var í rutu í morgin, og um tey vórðu noydd til fyrst at finna sær annan fart millum bygda fyri at [...] bussin ella at skifta úr einum bussi í annan upp til fleiri ferðir ávegis fyri síðani at verða sett av øll á einum og sama stað í Havnini, so vóru tey neyvan nógv, sum valdu hesa farleið. Soleiðis hevur
felagsmøti »Minus til Pluss« í Læraraskúlanum. Mánakvøldið kl. 20.00 er bønarmøti hjá Mariannu og Sámal av Reyni, Varðabyrgi 14. Verið øll hjartaliga vælkomin. Frelsunarherurin Sunnudagin kl. 11.00 Møti, Palli [...] sjónvarpsmøti í Læraraskúlanum. JESUS 99 Jesus 99-møti verður í Kelduni, Skálabotni, í kvøld kl. 21.00. Bussur koyrir frá Farstøðini kl. 19.30. Kr. 20,- fyri túrin. http://surf.to/jesus99 Rhema á Hálsi Sunnudagin [...] Talarar: Alfred Hansen og aðrir. Argjakórið syngur. Sunnudagin kl. 15.00 verður barnamøti við Menu Poulsen av Strondum og øðrum. kl. 19.00 verður møti við Ámundi Berthelsen og øðrum. Strandingar syngja. Oyndarfjarðar