Jólini stunda til, og fólk eru so smátt farin at fyrireika jólini.
Útisetar, ið ætla sær heim til Føroya at halda jól, hava fyri langari tíð síðani bílagt ferðaseðil, og somuleiðis føroyingar, sum ætla sær av landinum. Enn er kortini góður mánaður eftir, áðrenn tann stóra jólaferðslan byrjar, og skuldi onkur í síðstu løtu funnið uppá at komið til Føroya at halda tey seinastu jólini í hesi øldini saman við teirra kæru, er møguleikin enn har.
Loftvegis sær ferðamynstrið út sum undanfarin ár. Útselt er hjá báðum flogfeløgunum frá hálvum desember og fram til jólaaftan, undantikið nøkur einstøk pláss á nøkrum rutum. Hesar dagarnar verður flogið tvær ferðir um dagin. Jólaaftan verður ikki flogið.
Í gjár setti Atlantsflog eitt eyka flogfar inn seinnapartin tann 22. des. úr Danmark til Føroya, so møguleiki er hjá nøkrum afturat at ogna sær ferðaseðil beint upp undir jól.
Myndin kann broytast nakað enn. Í fjør fóru bæði flogfeløgini undir eina skipan, ið forðar fyri, at fólk standa uppskrivað á fleiri flogleiðum, tá ið høgtíðin kemur. Seinast í hesum mánaðinum skulu øll tey, ið hava bílagt ferðaseðil, hava goldið ferðaseðilin og harvið geva tey avboð uppá aðrar, tey hava bílagt.
- Tað fer heilt givið at leysgeva nakrar ferðaseðlar og fleiri sleppa framat, sigur Uni Danielsen, leiðari á Flogfelag Føroya.
Fólk bíleggja sær longu ferðaseðil um summarið fyri at tryggja sær at tey sleppa uppí part, og tískil eru serliga dagarnir beint upp undir jól skjótt útseldir. Jólini og nýggjárið í ár eru sum øllum kunnugt tey seinastu í hesi øldini og ártúsundinum, og tí er nærliggjandi at hugsa, at fleiri útisetar ætla sær heim at halda hesa serligu hátíðina saman við familjuni.
Nógv umrøddi 2000 trupulleikin tykist ikki at hava fingið fólk at setast aftur sjálvan nýggjársdag. Útselt er hjá bæði Atlantsflogi og Maersk 1. januar. Flogfeløgini seta ikki eins nógv eyka flogfør inn eftir jól. Fyrstu dagarnar eftir jól er útselt, men annars hava fólk lyndi til at spjaða seg meiri, tá ið tey skulu heimaftur.
Á rutunum til Aberbeen, Íslands, Noregs og Billund er eisini stórur áhugi.
Sama undirtøka
Norrøna byrjaði at sigla um veturin í fjør, og stjórin í Atlantsflog, Magni Arge, heldur, at Norrøna tók ringasta trýstið í fjør.
- Um tað sama ger seg galdandi í ár, er ov tíðliga at siga nakað um.
Norrøna siglir øll jólini í ár. Úr Hanstholm siglir Norrøna 15., 18. og 22. desember, og úr Føroyum 10., 13., 17., 20. og jólaaftan.
- Áhugin er stórur á ymiskum rutum. Eini 500 fólk ætla sær heim tann 18. des. við Norrønu, nógv hava eisini bílagt ferðaseðil tann 22., men millum jól og nýggjár er áhugin ikki stórur. Á túrunum niður til Danmarkar beint eftir nýggjár eru eisini nógvar bíleggingar. Tað legst afturat alla tíðina, sigur Áki Jespersen, leiðari á ferðamannadeildini hjá Smyril Line.
Í mun til siglingina hjá Norrønu í fjør, er størri útboð í ár. Leiðarin á ferðamannadeildini roknar við, at siglingin undan og eftir jól fær nøkulunda somu undirtøku sum í fjør. Nógv fólk hava bilin við, og tað letur ikki til, at fólk við børnum setast aftur at fara um Atlantshav á hægstu vetrartíð.
Eingin situr eftir
Hvørki Magni Arge ella Uni Danielsen vænta, at fólk fara at sita eftir í jólaferðsluni, tí tey hava verið ov seint á sjóvarfallinum.
- Alda- og ártúsundskiftið ger, at fleiri føroyingar ætla sær heim til Føroya at halda jól, og tað ger, at ferðslan um høgtíðina verður eitt sindur størri enn undanfarin ár. Men tey sum ætla sær heim til jóla, sleppa heim, og verður gravgangurin størri, kann vera, at fleiri eykafløgfør verða sett inn, sigur Uni Danielsen.