Okkara høvuðsvinna má klára seg innan teir karmar, sum fólkið gjøgnum politikararnar seta henni. Vit skulu hava eitt sjálvberandi vinnulív, sum skal kasta av sær til vælferðina hjá øllum føroyingum og sum skal fylgja treytunum til umhvørvi, hagreiðing og góðsku. Hetta verður gjørt við økisfriðingum, krøvum til vinnuna og neyvum eftirliti við, at treytirnar verða hildnar. Og vit skulu tryggja, at útróðrarvinnan, sum hevur stóran týdning fyri økismenningina, arbeiðspláss og stovnsrøkt, fær høvi at menna seg aftur.
Hetta eru boðini frá landsstýrinum, og í veruleikanum er hetta eitt gjøgnumbrot í føroyskum politikki. Hetta er tann vinnupolitikkur, sum tjóðveldisflokkurin fór til val uppá, og sum er ein uppgerð við tann politikk, sum rendi samfelagið á heysin og kostaði føroyska samfelagnum 13 milliardir krónur bara uppá 10 ár.
Tilfeingið er
ogn Føroya fólks
Men vit hoyra sjálvandi beinanvegin rópini í politiska spælinum: Tjóðveldisflokkurin hevur selt seg politiskt í stríðnum fyri fullveldi. Nú hava teir selt tilfeingið, sum er ogn Føroya fólks. Hetta er eitt nýliberalisitiskt rák í føroyskum politikki. Íslendskir tilstandir. Og so framvegis, og so framvegis.
Tað er nú løgið, at hoyra slíkar pástandir í 1999. Tilfeingið í havinum er ogn Føroya fólks. Eins og tilfeingið í undirgrundini verður tað, tá vit hava fingið staðfest fullveldi í Føroyum.
Treytir til vinnuna
Tey, sum fáa loyvi at troyta hetta felags tilfeingið, skulu sjálvandi ganga undir ta høvuðstreyt, at tey klára seg og kasta av sær til okkara vælferðarsamfelag. Eins og vit seta oljufeløgum strangar treytir, skulu vit eisini seta fiskivinnuni treytir. Vinnan skal regulera seg sjálva innan hesar treytir og harundir mugu vit eisini geva møguleika fyri umsetiligheit. Men veiðiloyvi, fiskidagar ella kvotur, eru undir almennum eftirliti og tað sum ikki verður brúkt, fellur aftur til landið og har kann tað bjóðast øðrum at brúka. Tí er neyðugt at fáa eitt slag av ?kvotubanka? ella eina skipan, sum vegna okkum øll regulerar umsetingina av veiðiloyvum og fiskidøgum til okkara felags tilfeingið.
Vit mugu sostatt fáa stikað av og hava greiðar linjur millum vinnuna og tað almenna. Skipanin skal verða gjøgnumskygd og opin fyri øllum, sum vilja royna seg og ganga undir almennu treytirnar.
Tað, sum vit ístaðin skulu brúka almennar pengar til, er gransking, útbúgving og menning innan fiskivinnuna, og ein partur av hesum vælsignaðu 40 studningsmilliónunum verður settur av til tað.
Samhaldsfesti setur
krøv til vinnuna
Hesin vinnupolitikkur kann skapa einar sjálvstøðugar Føroyar. Og hetta byggir á eitt hugsjónarligt grundarlag fyri einum samhaldsføstum Føroyum. Samhaldsfesti merkir ikki, at vit øll skulu gjalda fyri eitt vinnulív, sum ikki ber seg og niðurfiskar okkara felags ogn. Men samhaldsfesti merkir, at vinnan skal lata til felagsskapin og ganga undir treytirnar frá tí almenna.
Alternativið er at oyðileggja felags ogn
Alternativið? Ja, vit hava ikki hoyrt eitt orð um vinnupolitikk frá teimum, sum nú rópa um politiskar hugsjónir. Vit kunnu t.d. spyrja, um oljupolitikkurin er ósolidariskur, tá vit loyva feløgum at troyta úr undirgrundini?
Men alternativið kenna vit. Tað er bara aftur at brúka almennar pengar, sum skuldu farið til almannaverk, heilsuverk og útbúgving, til eitt vinnulív, sum aftur koyrir okkum á heysin. Seinast kostaði tað okkum 13 milliardir. Hvussu nógv skuldi tað kosta hesaferð at beina fyri okkara felags ogn?
Høgni Hoydal
landsstýrismaður