Miðbankin (EBC) frá, at leiðandi rentan framhaldandi fer at vera 3,75 prosent. Búskaparfrøðingar høvdu roknað við, at hetta var mest sannlíka niðurstøðan hjá EBC. Miðbankin miðjar eftir at fáa inflatiónina [...] in í evruøkinum er í løtuni 2,9 prosent, og tað verður mett at vera ov høgt til at kunna skapa støðugar prísir. – EBC vil hava prógv um, at inflatiónin er undir kontroll, áðrenn rentan verður lækkað meira [...] meira, sigur Allan Sørensen, búskaparfrøðingur í Dansk Industri, við Ritzau. Hann roknar við, at EBC fer at lækka rentuna eitt vet í september mánaði. Rentan hjá EBC hevur eisini ávirkan á, hvussu rentustigið
Nigeria, men dómstólurin vil hava hann handtiknan, tí hann stúrir fyri, at Taylor skal fara til okkurt annað land at fjala seg fyri at sleppa undan rættarsókn. Sum skilst er nigeriska stjórnin ikki serliga [...] mannalív. Harumframt er hann skuldsettur fyri at hava givið ungum dreingjum og gentum boð um at gera hertænastu, og hann skal eisini hava givið heri sínum boð um at gera seg inn á grannalandið Sierra Leone [...] fegin um áheitanina, men hon hevur kortini sagt seg vera sinnaða at útflýggja fyrrverandi forsetan. Charles Taylor er skuldsettur fyri at hava byrjað borgarakríggið í Liberia, sum vardi í 14 ár, og sum
bretskar hermenn. Teir vórðu latnir leysir, eftir at teir alment høvdu biðið um umbering fyri at vera komnir inn um iranska markið. Tað er kortini ikki vist, at hetta málið fær somu gongd. Seinnapartin í dag [...] Iranar sýta framvegis fyri at lata teir 15 bretsku herflotamenninar leysar. Herflotamenninir vórðu riknir í Persaflógvanum í gjár, men óalmennar keldur í Iran siga, at bretarnir eru fluttir til Teheran [...] Teheran. Bretska stjórnin roynir av øllum alvi at fáa menninar leysar, men higartil uttan úrslit. Bretskir talsmenn siga seg vóna, at málið fær somu gongd sum fyri trimum árum síðani, tá iranar tóku átta bretskar
næstan ikki ber til at vera. Avrikið var av sovornum slagi, at tað ikki átti at borið trý stig við sær, men tað gjørdi tað altso kortini. NSÍ helt, at spælið var út av lagi vánaligt, og at teir høvdu verið [...] tað skal ikki vera orsøk at tosa seg burturúr, at avrikið var vánaligt. Kanska høvdu vit bóltin meiri enn sandoyingarnir, men vit megnaðu ikki at skapa tað, sum skal til fyri at vinna, staðfesti Johan Nielsen
Heldur enn at harmast um javnleikin, so tóktist Sámal Joensen hjá VÍF hampuliga nøgdur um, at tað eydnaðist VÍF at fáa eitt stig burtur úr dystinum móti Kyndli sunnudagin. Vit áttu kanska at tapt handan [...] var í øllum førum ikki nakað at reypa av, uttan at eg tó skal siga, hví so er. Men í øllum førum, so skora vit ov illa upp á møguleikarnar hjá okkum, og tí hevur spælið lyndi at troka seg saman á miðuni. [...] alt í alt, so haldi eg, at vit mugu vera nøgdir við stigið. Sjálvandi vildu vit helst havt tvey stig, men við javnleikinum, so hildu vit hóast alt fast um munin. Nú ræður um at rætta tankarnar móti komandi
nar hava orsøk til at óttast fyri ikki at selja nakrar ferðir til tey heitu londini sunnanfyri, er ikki gott at vita. Í hvussu er kunnu vit staðfesta, nú januar er farin afturum, at hetta var lýggjasti [...] í januar í ár varð tó mett at vera, sum tað plagar, men annars kann vera trupult at meta um orsøkirnar til lýkkuna. Í øllum førum gjørdi lágættin nógv um seg, og tá plagar at vera heitari í veðrinum. [...] veðurfrøðingur, sigur, at miðalhitin fyri bæði nátt og dag í januar í ár var 6,2 hitastig. Hetta er nógv lýggjari enn í januar í fjør, tá miðalhitin var 3,8 hitastig, sum hinvegin verður mett at vera vanligt í
ætlar at keypa enska stórfelagið, Manchester United. Hetta veit enska slaturblaðið, The Sun, at siga í dag. Blaðið sigur víðari, at tá felagsskapurin hevur keypt Manchester United, ætlar hann at skifta [...] United-viðhaldsfólk í øðini, tá tað hoyrdist, at amerikanska Glazer-familjan ætlaði at keypa felagið. Nú er tó meir líkt til, at viðhaldsfólkini hava hug at smílast eftir seinasta slatrinum. Ein talsmaður [...] talsmaður fyri stórfelagið var tó skjótur úti í fjølmiðlunum, har hann noktaði, at Manchester United skuldi seljast.
Paul Watson, at kópaveiðan er ómenniskjalig, og at tað ber ikki til at rættvísgera eina vinnu, sum fær pengar burtur úr at fara soleiðis við djórum. Fyri trimum árum síðani bleiv avgjørt at veiða næstan [...] umhvørvisfelagsskapum gjørt av at gera 15. mars til altjóða dag ímóti kópaveiði. Í tí sambandi hevur Sea Shepherd tikið stig til at boykotta ymsar kanadiskar vørur fyri at mótmæla teirri stóru kanadisku [...] ímillum 12 dagar og 12 vikur gamlir. Tað mesta verður veitt í Kanada, men norðmenn hava kvotur til at veiða umleið 33.000 kópar í ár, skrivar VG.
um, at myndugleikarnir umhugsa at fullføra teir deyðadómarnar, sum eru sagdir. Saeb al-Qidwa sigur við tíðindastovuna AP, at ein serfrøðingur er settur at kanna deyðadómarnar, og at ætlanin er at fullføra [...] Nógv bendir á, at 15 menn, sum sita í palestinskum fongslum, kunnu vænta at verða avrættaðir í næstum. Teir 15 menninir eru dømdir til deyða, men tey seinastu trý árini er eingin deyðadómur fullførdur [...] fullførdir. Tann seinasti var í august í 2002, tá tann 21 ára gamli Bashir Atari bleiv avrættaður fyri at hava skorið tvær kvinnur á háls.
tryggja, at fólk, sum eru flýdd undan bardøgunum, sleppa at flyta heimaftur. Hildið verður, at umleið tríggjar milliónir fólk eru rýmd frá húsi og heimi í borgarakrígnum í Uganda. Harrans Mótstøðuherur er [...] herinum boð um at gevast við bardøgunum við uppreistrarherin Harran Mótstøðuher, og tað hevur givið fólkinum í tí illa krígsherjaða landinum vónir um frið, skrivar Reuters. Museweni sigur, at stjórnin er [...] er sinnað at samráðast við Harrans Mótstøðuher, men treytin er, at uppreistrarherurin savnar sínar hermenn í tveimum legum har suðuri í grannalandinum Sudan. Samstundis skal ugandiski stjórnarherurin tryggja