Lýggjasti januarmánaður í 60 ár

Miðalhitin í januar gjørdist methøgur

VEÐURLAG
 
Um ferðaskrivstovurnar hava orsøk til at óttast fyri ikki at selja nakrar ferðir til tey heitu londini sunnanfyri, er ikki gott at vita. Í hvussu er kunnu vit staðfesta, nú januar er farin afturum, at hetta var lýggjasti januarmánaður síðani 1946.
Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, sigur, at miðalhitin fyri bæði nátt og dag í januar í ár var 6,2 hitastig. Hetta er nógv lýggjari enn í januar í fjør, tá miðalhitin var 3,8 hitastig, sum hinvegin verður mett at vera vanligt í januarmánaði í Føroyum.
Avfallið í januar í ár varð tó mett at vera, sum tað plagar, men annars kann vera trupult at meta um orsøkirnar til lýkkuna.
Í øllum førum gjørdi lágættin nógv um seg, og tá plagar at vera heitari í veðrinum.