Bretskir herflotamenn fluttir til Teheran

Iranar sýta framvegis fyri at lata teir 15 bretsku herflotamenninar leysar. Herflotamenninir vórðu riknir í Persaflógvanum í gjár, men óalmennar keldur í Iran siga, at bretarnir eru fluttir til Teheran.

Bretska stjórnin roynir av øllum alvi at fáa menninar leysar, men higartil uttan úrslit. Bretskir talsmenn siga seg vóna, at málið fær somu gongd sum fyri trimum árum síðani, tá iranar tóku átta bretskar hermenn. Teir vórðu latnir leysir, eftir at teir alment høvdu biðið um umbering fyri at vera komnir inn um iranska markið.

Tað er kortini ikki vist, at hetta málið fær somu gongd. Seinnapartin í dag skal ST-trygdarráðið taka støðu til at seta tiltøk í verk ímóti Iran, og eygleiðarar siga, at tann avgerðin kann fáa ávirkan á málið um teir 15 bretsku herflotamenninar.