Hann skal fyri rættin

Altjóða krígsbrotsmannadómstólurin í Sierra Leone krevur nú, at myndugleikarnir í Nigeria skulu handtaka fyrrverandi liberiska forsetan Charles Taylor, so hann kann koma fyri rættin.

Charles Taylor býr í útlegd í Nigeria, men dómstólurin vil hava hann handtiknan, tí hann stúrir fyri, at Taylor skal fara til okkurt annað land at fjala seg fyri at sleppa undan rættarsókn. Sum skilst er nigeriska stjórnin ikki serliga fegin um áheitanina, men hon hevur kortini sagt seg vera sinnaða at útflýggja fyrrverandi forsetan.

Charles Taylor er skuldsettur fyri at hava byrjað borgarakríggið í Liberia, sum vardi í 14 ár, og sum kostaði nógv mannalív. Harumframt er hann skuldsettur fyri at hava givið ungum dreingjum og gentum boð um at gera hertænastu, og hann skal eisini hava givið heri sínum boð um at gera seg inn á grannalandið Sierra Leone.