Johan Nielsen hevur í tey næstan fimmti árini, hann hevur verið venjari, verið við til eitt sindur av hvørjum. Hóast liðið hjá honum fór av Sandi við øllum stigunum, so var hann vónbrotin av avrikinum:
- Vit vóru so hepnir, sum tað næstan ikki ber til at vera. Avrikið var av sovornum slagi, at tað ikki átti at borið trý stig við sær, men tað gjørdi tað altso kortini.
NSÍ helt, at spælið var út av lagi vánaligt, og at teir høvdu verið órutineraðir í tí, sum teir høvdu víst.
- Undirlendið var ikki serliga gott, men tað skal ikki vera orsøk at tosa seg burturúr, at avrikið var vánaligt. Kanska høvdu vit bóltin meiri enn sandoyingarnir, men vit megnaðu ikki at skapa tað, sum skal til fyri at vinna, staðfesti Johan Nielsen.