Tað er iranski felagsskapurin Anser Hizbollah, sum eisini stuðlar iranska presidentinum, Mahmoud Ahmadinejad, sum ætlar at keypa enska stórfelagið, Manchester United.
Hetta veit enska slaturblaðið, The Sun, at siga í dag. Blaðið sigur víðari, at tá felagsskapurin hevur keypt Manchester United, ætlar hann at skifta navnið hjá felagnum til Khaybar, sum er ein heilag muslimsk oasa tætt við heilaga býin, Medina.
Hetta er eisini staðið, har eftirkomarar hjá Mohammed vunnu eitt stórt slag ímóti jødum í ár 629.
Fyri tveimum árum síðani vóru United-viðhaldsfólk í øðini, tá tað hoyrdist, at amerikanska Glazer-familjan ætlaði at keypa felagið. Nú er tó meir líkt til, at viðhaldsfólkini hava hug at smílast eftir seinasta slatrinum.
Ein talsmaður fyri stórfelagið var tó skjótur úti í fjølmiðlunum, har hann noktaði, at Manchester United skuldi seljast.