telur tilsamans átta U19-landslið hjá bæði kvinnum og monnum. Hetta er størsta einstaka tiltak, sum Flogbóltssambandið hevur skipað fyri, og eisini er hetta eitt av størstu altjóða ítróttartiltøkum í Føroyum [...] Division hjá kvinnum, har fimm lond vóru við. Hesa ferð eru tað tey yngru, tey sum eru beint undir A-landsliðunum, sum kappast. Tað er í sjálvum sær ógvuliga spennandi, tí her er talan um tey, sum í komandi [...] kappingin eisini nakað serligt, tí hetta er fyrstu ferð, at ungu kvinnurnar og menninir sleppa at vísa seg fram í altjóða kapping á heimavølli. Kappingin er skipað í tveimum bólkum, so seks innleiðandi dystir
Tórshavnar kommunu tekur hetta stig, tí tey halda, at koyringin órógvar náttarfriðin í høvuðsstaðnum. Brandur Sandoy heldur lítið um hetta. – Samfelagið alt ovurfegnast í hesum døgum um, at risastórar samf [...] truplar í forvegin, skrivar hann. Brandur Sandoy sigur, at hann eftir hetta ikki fer at stuðla semjuni millum landið og Tórshavnar kommunu um innkomuvegin til Havnar. – Fyri tveimum mánaðum síðani frættist annars [...] frá semju millum landsstýrið og kommununa í Havn, um at landið skuldi lata 110 mió. kr. kvitt og fritt til kommununa fyri innkomuveg til Havnar. Hetta vil siga, at landið letur kommununi pengar at gera
pallin, ber hetta betur til enn á nøkrum øðrum festivali í Føroyum. Stóra plássið ger eisini, at tað er ógvuliga ilt at meta um, hvussu nógvir gestir vitjaðu festivalin í gjár. Eingin ivi er tó um, at talan [...] at siga, at talan er um eitt ógvuliga stórt festivaløki, har tjaldingarplássi liggur beint upp at. Harvið hava gestirnir eina rúgvu av fermetrum at breiða seg á, og tað er deiligt. Um tú ynskir at standa [...] talan var um fleiri túsund gestir. Hetta sást til konsertina hjá MC-Hár og tá Tiesto spældi. Børnini sleppa upp í part Dagurin í gjár var einamest ætlaður teimum, sum dámdu tónleik. Børn og barnafamiljur
bleiv nógv umrøtt á fundinum og eftir fundin. Hetta snúði seg um besta kvinnuliðið hjá Fleyr, sum fekk meiriluta fyri at flyta upp í meistaradeildina, sjálvt um tær ikki høvdu vunnið 1. deild. Leygardagin [...] munurin millum liðini bara ov stórur. KÍF vann hetta settið 25-18, men hevði tað ikki verið tí at fleiri av royndu KÍF-leikarunum royndu at gera ymiskt smart hetta settið, so kundi sigurin verið væl størri [...] bert staðfestast, at munurin á Fleyr og KÍF var risastórur. KÍF vann dystin 3-0, og ivi var ongantíð um úrslitið. KÍF legði hart út KÍF legði fyri sum eitt ódnarveður leygardagin, og í fyrsta setti fekk
ein sera hugnaligan og gevandi máta greiddi Hanus frá um hetta drúgva arbeiðið. Hanus kom eisini inn á, hvussu man avlesur veðurkort, og hevði hetta sera stóran áhuga millum áhoyrararnar. Eftir ein kaffisteðg [...] Bjarti Thomsen tosaði um royndir, sum teir hava gjørt at fiska tosk við rúsum, og Kristian Zachariassen greiddi frá um royndir við snelluveiðu á Landgrunninum og á Føroya Banka. Hetta vóru eisini tveir menn [...] endaðu kvøldið, vóru tað fleiri menn sum stungu høvdini saman, fyri at tosa um tað, sum teir høvdu hoyrt. - Vit eru sera fegnir um hetta samstarvið við Shell og takksamir fyri, at vit kundu bjóða limum okkara
rámaskríggj, hvørja ferð talan er um at hækka kringvarpsgjaldið, tá Løgtingið hevur valt, at Kringvarpið framhaldandi skal vera ein skattainnkrevji eins og TAKS. Hetta er ikki rímuligt. Heldur áttu pol [...] gera tað sama við eitt nú Løgtingið? So kundu tingfólk passandi hækkað hetta gjaldið, hvørja ferð løgtingslønirnar skuldu hækkað. Hetta hevði valla fallið í góða jørð, og hevði sjálvandi heldur ikki verið [...] verið rímuligt. Kringvarp Føroya er eisini noytt út í kapping við privatu fjølmiðlarnir um lýsingainntøkur. Hetta er við vælsiglisi frá Løgtinginum – hóast tað í grovan stíl er kappingaravlagandi, at ein almennur
triðingar og privatir partaeigarar eiga ein triðing. Hetta tóku teir privatu partaeigararnir óluksáliga illa upp, tí teir hava ført fram, at hetta er beint ímóti einum lyfti teir fingu frá landsstýrinum [...] samgonguni legði eisini hart út og hevur kravt, at Johan Dahl gekk frá hesi ætlan, tí hetta var ein spurningur um álit og tað var heilt avgerandi fyri Fólkaflokkin. Ikki eitt samgongumál Síðani hava fundir [...] hevur verið um nevndarbýtið í Atlantsflogi. Og Jákup Mikkelsen, sum er formaður fyri Fólkaflokkinum á tingi, ger púra greitt fyri Sosialinum, at Fólkaflokkurin hevur ongantíð ætlað at gera hetta til eitt
seinasta skeið, sum forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag. Tað er greitt, eftir aðalfundin í felagnum um vikuskiftið. Um vikuskiftið hevur Føroya Arbeiðarafelag havt aðalfund og har var hon afturvald til forkvinnu [...] Men eftir valið takkaði hon fyri álitið og gjørdi samstundis greitt, at hetta er seinastu ferð, at hon stillar upp. - Tá ið hetta valskeiðið er lokið, fari eg at taka meg úr øllum fakfelagsarbeiði, ortaldi [...] aðalfundin hesuferð hevði hon leingi hugsað um at leggja frá sær. Men hon kom kortini til ta niðurstøðu, at hon skuldi bjóða seg fram í eitt valskeið afturat. - Men hetta verður so heilt avgjørt seinastu ferð
hvat hon heldur um at vera við í eini sending, sum løgtingsmaður hevur kallað, lágmentanarliga imperialsmu frá dønum og onnur hava kallað eina tvætlisending. - Hetta er onki tvætl. Hetta er ein stuttlig [...] verður Sigrún Brend vertur, og Sosialurin hevur tosað við hana um tiltakið. - Per Zachariassen ringdi til mín, og so tók eg av, tí hetta er ein sera spennandi uppgáva, sigur Sigrún Brend, sum var hjá frisøri [...] fer at hava nógv um oyruni í kvøld, so fer hon at atkvøða. - Eg fari at skriva Li inn á telefonina, tí so náði eg at senda tað til 1212, sigur Sigrún Brend, sum ongan iva letur vera um, at hon fer at atkvøða
vant, var long bíðirøð við bryggjuna um morgunin, tá stevnugestirnir skuldu sigla aftur til Havnar. Seinastu stevnugestirnir fóru við Rituni klokkan hálvgum átta um morgunin. - Tað er keðiligt, at fløs [...] óheppið at steingja tjaldið, men hetta var neyðugt, tí treytirnar fyri at hava skeinkiloyvi vóru, at tjaldið skuldi vera tómt klokkan fýra. Strandferðslan skal taka sær um reiggj Jákup av Skarði vónar, at [...] dyr samstundis. Hann sigur seg eisini vóna, at Strandferðslan tekur sær um reiggj og ger okkurt við stóra tørvin á flutningi um náttina. Hann leggur afturat, at í 2009 er nýggja skipið, sum landsstýrismaðurin