Simona Weihe
---------
Rákini koma í bylgjum og við teimum nýggj hugtøk og nýggjar orðingar. Serliga orðingin ella hugtakið »merkja eftir« (løgin orðing, man nakar hava føroyskað hana – ella eru vit føroyingar ikki vorðnir nóg nalvaskoðandi enn?) hevur verið at hoyrt í rættiliga nógv ár.
»Eg'ið« skal setast fyrst. Vit skulu minnast til at »løða upp«, »hava rúm« (space siga fleiri), »rúma ella ikki rúma hesum ella hasum«, »frítt val«, »onkustaðni har hjálpir hetta», »har í lívinum, eg eri«, »velja til og frá« og ikki minst, alla tíðina »merkja eftir«. Kanska ljóðar hetta meira professionelt á hálvbrotnum føroyskum. Hvør veit? Og tykist tað altíð vera so spennandi at tosa um seg sjálvan.
»Coacharnir« reksa upp øll hesi ymsu hugtøkini, sum eg annars kenni so væl frá vikubløðunum. Og alt gott um tað. Sjálvsagt skulu vit ansa eftir okkum sjálvum. Fara væl um bæði likam og sál.
Og undirhald skal til. Tí er tað so deiligt at seta seg við einum »Alt for damerne« og hyggja at myndum av lekkrum kjólum og skóm. Góð hugskot um t.d. at »skrykkja ein dag úr kalendaranum og bara forkela meg sjálva«. Og lesa um, hvat eg kann gera fyri at »hvíla meira í mær sjálvari«. Men hetta er gott undirhald og heldur ikki meira. Gloymt líka so skjótt, sum eg havi lagt blaðið frá mær. Kanska skógvarnir tó mala í knokkinum í nakrar dagar!
Sjálv haldi eg, at tað er bara so keðiligt at ganga so høgt upp í seg sjálva.
Um eg leygarmorgun kenni meg troytta, so fái eg tó nógv størri gleði burtur úr degnum, um eg krúpi úr songini, snolli meg upp og fari út við vinkonuni at hugna mær, enn bara at verða liggjandi og »merkja eftir«, um eg orki at fara upp ella út.
Í øllum hesum íðum av lívsstílsráðum og rákum, so tykist tað at hjúkla um familju og vinir at vera skúgvað eitt sindur til viks. Men tað eru løturnar, tá tú ert so heppin at kunna vera nakað fyri onkran, sum tú minnist við takksemi. Til dømis eru løturnar saman við mínum eldru minnisgimsteinar. Og gongutúrar í haganum saman við systur eru dýrgripir.
Tað er hetta, eg haldi ikki er at forsmáa sum bæði gleðandi, mennandi og gevandi fyri sinnið. Og verður ov lítið givið gætur í meldrinum av góðum ráðum.










