Tá náttúrukreftir spæla við vøddunum

- Føroyar skuld havt ein kommunalan vanlukkugrunn, sigur Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavíkar kommunu.

Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavíkar kommunu, heldur, at allar kommunur í Føroyum skuldu verið saman um ein kommunalan vanlukkugrunn við einum árligum inngjaldi á kanska 0,1 prosent av skattainntøkunum. Hann heldur, at tað besta hevði verið, um landið eisini var við í hesum.

 

- Eg hugsi um ein felags grunn, sum kundi tikið um endan, tá tryggingar ikki røkka. Tað eru nógvar kommunur, sum hava grótkøst, og hesi krevja viðlíkahald, sum árini ganga. Men, eg hugsi ikki bara um grótkøst og havnaløg, men eisini um aðrar náttúruvanlukkur.

 

Borgarstjórin vísir á, at oljutangaskip kunnu stoyta saman, og tey kunnu fáa trupulleikar og reka á land. Í slíkum føri - og í fleiri øðrum førum við - hevði verið hent við einum felags vanlukkugrunni, sum kundi hjálpt til, tá eingin annar er at taka um endan.

 

Linjohn Christiansen spyr, hvør skal betala, um ringast vil til, og olja í stórum nøgdum rekur inn á allar firðir í Føroyum?

 

Skálavíkar kommuna telist millum tær, ið hava kent sviðan av, at brim oyðilegði flestu bátar í bygdini, bygningar og kirkjugarð. Men, tá var eingin at taka um endan, og skálvíkingar noyddust sjálvir at gjalda tað, sum tað kostaði at tryggja havnina móti veldugu náttúrukreftunum.

 

- Tá herviliga skaðaódnin rakti Skálavík í 2008, kostaði tað okkum 4,2 miljónir krónur at umvæla og byggja neyðuga verju móti brimi. Landið játtaði eina miljón, sum vit tó ongantíð fingu. Sama dag, sum vit skuldu fáa hesar pengar, fingu vit eina eykarokning frá Landsverk á 800.000 krónur. So, vit sóu ongantíð pengarnar.

 

Linjohn Christiansen vísir á, at fyri hvønn borgara í Skálavíkar kommunu var hetta ein íløga á 28.000 krónur. Hendi ein slíkur skaði á landsplani, hevði hetta kostað umleið 1,5 miljardir krónur.

 

- So, tað er greitt, at hetta var eitt ógvuliga stórt tak hjá so fámentari kommunu, leggur hann aftrat.

 

Tað skuldu tó ikki ganga fleiri ár, áðrenn skálvíkingar sóu, at nýggja grótkastið fór at vera ov veikt, sum árini gingu, og borgarstjórin heldur, at um Skálavík varð rakt av einari ódn við nógvum brimi, hevði alt farið.

 

- Tí hava vit í ár styrkt endan og innaru síðu av grótkastinum við stórum klettum, sum vit hava borað heftir í og hava bundið saman við sterkum ketum. Hetta er ein íløga á 750.000 krónur, sum kostar hvørjum borgara í Skálavík 5.300 krónur, sigur Linjohn Christiansen.