Eldraøkið við atliti til demens

Teir føroysku demenssamskipararnir
?????
Ein heilsan til politikkarar, ið vilja teimum eldru bata.
Vit lesa við áhuga tykkara viðmerkingar í fjøl-miðlunum um eldraøkið. Eldraøkið er tað økið, sum eins og barnaansingin verður lagt út til kommunurnar. Tí verður alneyðugt í framtíðini við einum góðum og væl skipaðum eldrapolitikki í kommununum. Tá vit nevna eldrapolitikk, mugu vit eisini nevna demenspolitikk.
Tað verður granskað nógv innan demensøkið í dag og framsagnir siga, at talið av sjúklingum fer at økjast nógv næstu árini. Um vit í Føroyum samanbera við hagtøl frá londunum uttan um okkum, eru tað uml. 450 fólk, 65 ár og eldri, sum eru demens sjúk í dag, og um 20 ár fara út við 600 fólk at hava hesa sjúku.
Hetta fer at stilla stór krøv til kommunurnar, tí er neyðugt, at økið verður væl skipað frá byrjan.
Í vár fingu 18 starvsfólk innan eldraøkið serútbúgving sum demenssamskip-arar, soleiðis, at tað í Føroyum nú eru 21 við hesi útbúgving. Vit starvast ymsastaðni í landinum, og umboðan er í øllum 6 økjunum (heimarøktin er býtt upp í 6 øki). So síggjast kann førleikin at ráðgeva er til staðar.
Fólk, sum verða rakt av sjúkuni demens, skulu eins og onnur eldri fólk verða í egnum heimi so leingi sum til ber. Hetta skal stuðlast við at hava eitt gott trygdar-net rundan um tann de-mensrakta.
Tað ræður um, at sjúkan verður staðfest tíðliga, so viðgerð kann gevast so tíðliga í sjúkugongdini sum møguligt. Sosiala trygdarnetið skal vera gott, og stuðul, vegleiðing og und-irvísing um sjúkuna eigur at veitast avvarðandi og teimum, sum eru um tann sjúka. Avvarðandi eiga at verða avlastað.
Kommunulæknar, heimarøkt, demenssamskiparar, sjúkrahús, røktarheim, demensheim dagstovnar, Alzheimer-felagið, avvarðandi o.o. eiga at standa í tøttum samstarvi.
Verður hetta samskipað skilagott, og peningurin nýttur á rættan hátt, er nógv at spara. Hin sjúkurakti fær eina betri lívs-góðsku, soleiðis, at hann kann verða longri heima, og tí flytur seinri á røktar-heim.
Við teimum røttu hug-sjónunum og rættari handfaring, kunnu vit lætta um tilveruna bæði hjá teimum, sum verða rakt av sjúkuni demens og teirra avvarðandi, sum ofta kenna seg maktasleys.
Vit vilja tí heita á teir politikkarar, sum verða valdir at stýra, at hesar hugsjónir gerast veruleiki.
Vit síggja, at hetta ber væl til í londunum rundan um okkum.