Byrjað verður fríggjakvøldið við evninum um samleikan hjá mannfólki. Her verður m.a. nortið við, um allir menn skulu líkjast Arnhold Schwarseneger?
Morgunin eftir verður lagt til brots við at býta luttakarnar sundur í teir giftu og teir ógiftu. Hetta verður gjørt í sambandi við undirvísingina um ábyrgdina hjá manninum í heiminum, kirkjuni og í samfelagnum. Her verður eisini nortið við, hvussu ein góður maður ella pápi eigur at vera.
Um kvøldið verða freistingarnar tiknar fram, sum kunnu møta monnum í dag. Her verður serliga hugsað um girnd, pening og vald. Seinnapart sunnudag endar so henda legan.
Henda fyrsta manslegan hjá Heimamissiónini vendir sær til menn sum eru umleið 20 ár og til teir sum eru um 45 ár.
Undirvísarar á mansleguni verða sóknarpresturin, Bergur D. Joensen og Trev Gregory, sum hevur verið tríggjar ferðir í Føroyum áður. Hann er væl kendur av ungum føroyingum, tí hann hevur skipað fyri stórum kristnum ráðstevnum, har fleiri føroyingar hava verið við tey seinnu árini, m.a. vóru 140 føroyingar við á eini av hesum legunum í Týskalandi.
sb.
Mynd
Gjáargarður verður karmur um fyrstu mansleguna hjá Heimamissiónini
Íblástur til andlitsrøkt av krabbasjúkum kvinnum
Krabbamein: Mánadagin 23. januar Krabbameinsfelagið øllum røktarstarvsfólkum, sum eru um kvinnur, sum eru raktar av krabbameini, á skeið í húð- og andlitsrøkt, og hvussu ein leggur make-up.
Á hesum skeiðnum er ætlanin at geva hugskot, íblástur og hjálp til at stuðla, vegleiða og hjálpa hesum raktu kvinnunum at varðveita útsjóndina og kenna seg væl.
- - Vit vita, at krabbameinsviðgerð við t.d. kemoterapi og strálum ávirkar útsjóndina, og er við til at geva eina broytta kroppsuppfatan.
- - Hetta kann hava við sær, at kvinnan møguliga kennir seg meira sjúka, enn hon í veruleikanum er, vísir felagið á.
Kanningar runt um í heiminum vísa eisini, at fleiri kvinnur, sum eru raktar av krabbameini, og sum fáa eftirviðgerð við kemoterapi og strálum, styrkja sjálvsálitið um tær fáa upplæring og undirvísing í at røkta teirra útsjónd við góðari húðrøkt og make-up.
- - Hetta ger eisini at tær kenna størri vælveru. Í teimum førum har kvinnan ikki hevur orku til at taka sær av hesum sjálv, hevði tað verið ynskiligt, at røktarstarvsfólkið hevði førleika og vísti áhuga í at hjálpa og ráðgeva við hesum, vísir felagið á.
Undirvísari á skeiðnum verður Elsa í Garði, kosmetologur. Nevnast kann, at eitt líknandi skeið sum hetta verður hildið í februar mánaði fyri kvinnur við krabbameini.
sb.










