er um ein heilt serligan bil. Koyrieginleikarnir eru góðir og tryggir. Kabinan er innbjóðandi og merkt av góðum kvaliteti, samstundis sum beinplássið er gott framman og aftan. Hyundai Tucson er ein rúmligur [...] og seinni kemur eisini ein plug-in hybrid. Motorarnir eru nýggir og lúka strangasta Euro normin fyri Co2 útlát. Frá Hyundai verður sagt, at Tucson skal marknaðarførast, sum ein væl útgjørdur kvalitetsbilur [...] Føroyum, eru fleiri nýggir bilar komnir til landið. Størsta nýggjheitin er Hyundai Tucson, sum er ein sera framkomin bilur við nýggja designstílinum hjá Hyundai. Hyundai Tucson er nakað heilt serligt,
perluna til ein sjóupplivingardepil til enn meira gleði og gagn hjá børnum, barnafamiljum, barnagørðum og skúlum. Ítøkiliga skal verandi bygningur byggjast út, so fermetrarnir verða fleiri, og ein veruligur [...] tað, sum havið gevur okkum. Sjósavnið skal framhaldandi vera ein grunnur, men grunninum tørvar fígging til at bjóða børnum og barnafamiljum ein veruligan sjóupplivingardepil. Hetta eru væl útgivnir pengar [...] eisini gerast til bankatosk og annað lív í sjónum. Stívliga 10.000 vitjandi eru longu á hvørjum ári. Ein nýggjur spennandi Sjóupplivingardepil fer at draga nógv fleiri vitjandi til sín. Vit síggja dagliga
- Vit hava ein breiðan kundaskara, og her síggja vit fólk í øllum aldri, bæði nær og fjar. Tað sigur Súsanna á Dul, sum er handilsleiðari hjá Mariu Poulsen í miðbýnum. Hóast Føroyar eins og heimurin allur [...] ivi um, hvussu bygningurin skuldi hitast í framtíðini. Tað var ikki ein spurningurin um, hvørt oljutangin skuldi skiftast. - Hetta er ein stór íløga, men vit halda, at tað ger einki, um Maria Poulsen, sum [...] bjálvaður. Fyrst varð niðara hæddin tikin og síðan hin ovara. - Loft eru skift, og gólvini eru pussað, eins og alt el í húsinum er nýtt. Tað hevur eydnast okkum at fáa ymiskt av tí gamla fram aftur, og síðan
í mong ár framyvir, tykist hugburðurin at vera. Og rotturnar hava tað so gott, at ein skuldi trúð tær høvdu valrætt. Ein ørvísi hugsunarháttur Tað kundi annars hava verið ørvísi. Kommunan kundi brúkt tíð [...] kloakirnar í býnum eru í einum slíkum standi, at hesar eru sum eitt paradís fyri rotturnar. Og síðan ein fyrrverandi borgarstjóri gjørdi av at minka munandi um játtanina til endurnýgging av kloakkunum, hava [...] frambrot fyri rotturnar, sum býráðið hevur allan heiður uppiborið fyri. Somuleiðis er hetta eisini ein aktivur familjupolitikkur, rottunum at frama. Spillivatnskunngerðin Í 2009 kom tann sonevnda spill
“Ein fevnandi favnur og ein hjálpandi hond” – soleiðis ljóðaði orðini hjá LOFTI arkitektum um føroya fyrsta umlættingar- og rehabiliteringsdepil, sum lat upp í dalinum fagra í dag. Tað verða her, at okkara [...] deplinum, øll við serkønari vitan innan røkt, ergoterapi, fysioterapi, føðslu v.m. Ein tøkk, til øll, sum hava havt ein virkan leiklut fyri, at deplinum kundi gerast veruleiki og ikki minst tøkk til undanfarnu [...] hjálpandi hond til tess at menna sínar førleikar aftur, soleiðis at gerandisdagurin gerst lættari. Ein sannur hátíðardagur og gleðisdagur, sum vit leingi hava bíðað eftir. Vit í undanfarnu býráðssamgongu
í desember eisini. Tey hava eisini gjørt ein lista yvir tær tíggju bøkurnar, sum fólk keyptu mest av í fjør. Og tað er alt føroyskar bøkur, tí tað er bara ein danskur rithøvundur, sum rakk upp á listan [...] minuttir long ævintýr – Peter Gotthardt 6. Ein annar er gull - Sólrún Michelsen 7. Millum fjals og fjøru - Jógvan Arge 8. Sum rótskot - Marjun Syderbø Kjelnæs 9. Ein táttur er silvur - Sólrún Michelsen 10 [...] Jonhild Henriksen. Tað er ein bók við uppskriftum, sum upprunaliga kom út í 1987. Góðaráð er nú komin út í seks útgávum og henni fáa føroyingar ikki nokk av, tí aftur í ár var hon ein av teimum bókunum, sum
Í dag fingu klaksvíkar ein minnisvarða um eina merkiskvinnu. Og nú fáa havnarfólk kanska eisini ein minnisvarða yvir merkiskvinnu. Tað er Gunvør Balle, býráðslimur í Havn, og forkvinna í mentanarnevndini [...] dini í Tórshavnar Býráð, sum hevur reist málið um at at fáa ein minnisvarða yvir merkiskvinnuna, Andreu Árting, sum var virkin í fakfelagsrørsluni, í politikki, og eisini í ótrótti. Í 1937 varð Andrea [...] eitt av stórmálunum, hon stríddist fyri, var, at kvinnur skuldi fáa somu løn, sum menn. Í meiri enn ein mansaldur varð hon ímyndin av fakfelagsrørsluni í Føroyum og í 1977 rakk hon loksins málinum um at
gjørdist ein fyritøka, og hesin skal nú undir hamaran hjá Sotheny’s. Talan er um Porsche Type 64 frá 1939, og væntandi verður prísurin einar 20 milliónir dollarar. Men hvussu kann tað bera til, at ein bilur [...] bilur, ein Porsche, frá 1939, verður róptur Porsche, tá sjálvt Porsche bilmerkið ikki sá dagsins ljós fyrr enn í 1948? Og tá fleiri meta fyrsta Porsche bilin vera 356 Gmuend Coupe frá 1948? Øll eru ikki samd [...] samd, men Sotheby’s meta Model 64 sum ein Porsche. Frágreiðingin er, at í 1939 starvaðist Ferdinand Porsche sum sniðgevi fyri eittnú Mercedes-Daimler og Volkswagen. Hann bygdi Type 64 eftir bílegging frá
m á teirra platformi, ið eru skrivaðar av fólki, ið áður hava livað ein homosexuellan lívsstíl, og nú hava valt at liva ein hetroseksuellan lívstíl. Eisini eru bøkur noktaðar frá terapeutum, ið [...] sínum sølulista. Eitt triðja dømi er, sum vit kundu lesa herfyri, at ein enskur lækni misti starvið, tí hann noktaði fyri at kalla ein mann fyri eina kvinnu, soleiðis sum maðurin sjálvur ynskti tað. Eitt [...] soleiðis: “Enhver er berettiget til på tryk, i skrift og tale at offentliggøre sine tanker”. Hetta er ein aðalregla, ið eg meti, at okkara føroyska samfelag má halda óvíkiliga fast við. Í seinastuni er
í tilmælinum. Ítøkiliga varð mælt til, at tveir EUX flokkar vórðu tiknir inn á Glasi - ein á tekniska økinum og ein á kreativa økinum, samstundis sum at EUX eisini skal bjóðast út á Tekniska skúla í Klaksvík [...] útbúgving í Føroyum, sum vendir sær til teirra, ið hava tørv og hug til bæði miðnám og yrkislæru. EUX er ein útbúgving, sum bæði er handalig og gymnasial. Tað vil siga, at lærlingur, eftir lokna útbúgving, hevur [...] arkitekt v.m, stendur í tilmælinum um EUX útbúgvingar. Innihaldið í EUX útbúgvingunum er sostatt eisini ein samanseting av yrkisfakum, lærutíð og "vanligar" gymnasialar lærugreinar á bæði A og B stigi. Av tí