Tað finst eitt samfelag uttan fyri Havnina

(viðmerkingar til tosið um bústaðartrupuleikan)

 


Frá "sakkunnleikanum" hevur ljóðað, at tørvurin á bústøðum og ansingarmøguleikum er ein tann stórsta forðingin fyri, at føroyimgar o.o. flyta til landið.

Í hesum sambandi hevur somuleiðis verið ført fram, at tað almenna átti at farið í holt við íbúðarbygging.

Tá undirforstaðið í øllum hesum tosi, tykist at vera, at íbúðarstøðan í Tórshavn er orsøkin til, at slíkt verður ført fram, má talast at.

Alment løntir sakkunnleiki, búsitandi í Havn, áttu at skriva sær aftanfyri oyrað, at tað finst ein heimur uttan fyri Tórshavn. Eitt samfelag, sum m.a. uttan nakara trupuleikar kann bjóða bæði grundstykkir og ansingarmøguleikar.

Tí er tað heilt burtur við og beinleiðis ein ágangur ímóti bygdasamfelagnum, at ikki verður víst á íbúðarmøguleikarnir uttan fyri Havnina, tá so álvarslig mál verða umrødd.

Hóast tað í dag tíanverri er ein sannroynd, at bestu møguleikarnir fyri almennum størvum v.m. eru í Tórshavn, so finnast møguleikar til búsetingar uttan fyri Havnina, og átti tí hetta ikki at verið nøkur forðing fyri, at føroyingar fluttu aftur til landið.

Við teim samferðslumøguleikum sum í dag eru, eigur tað ikki at gerast til ein trupuleika, at skula búgva einar 20-40 minuttir koyrsil frá arbeiðsplássinum.

Tí má alt hetta snakki - enntá av sokallaðum sakkunnleika (sum býr í Havnini) um at bústaðartrupukeikarnir í Havnini, er orsøkin til at fólk ikki flytur aftur til landið, halda uppat! Í staðin eigur at verða víst á fjølbroyttu møguleikarnar, sum liggja uttan fyri høvuðsstaðarøkið!

Tá "sakkunnleikin" tosar um almenna íbúðarbygging, so verður hugsað um, at slík bygging skal fremjast í Havnini!

Um slík almenn bygging í heilatikið skal fremjast, hví so ikki gera hetta sum eitt lið í økismenning, t.v.s. at bygdir uttan fyri høvuðsstaðarøkið fáa stuðul til slíka bygging ella til byggibúning av grundstykkjum??!!

Skulu Føroyar varðveitast sum eitt fjølbroytt samfelag, so má almenni mynduleikin og almentlønti sakkunnleikin broyta hugburð, ásanna og leggja seg eftir, at tað finnast møguleikar - eisini bústaðarmøguleikar - uttan fyri høvuðsstaðarøki.

Helst eru tað fleiri kommunur, sum kunnu hjálpa uppá bústaðartørvin. Eiðis kommuna vil fegin vísa á grundstykkir sum eru til sølu - fyri ein prís, sum bert er ein lítil partur av tí, ið vanliga verður givið fyri grundstykki í høvuðsstaðarøkinum.