Floksskifti og sterk uppstilling

Oddagrein

Tað er lítið at ivast í, at Helena Dam á Neystabø fer at styrkja listan hjá Javnaðarflokkinum í Suðurstreymoy. Javnaðarfólk hava heitt á hana at stilla upp, og hon verður tí, sambært tí, sum er komið fram, helst skotin upp til valevnislistan á uppstillingarfundi í næstu viku. Ein sterkur listi elvir til økta kapping millum valevnini. Við henni á listanum, saman við m.a. Katrin Dahl Jacobsen og Kristiani Magnussen oø., verður kapping millum fleiri valevni, og tað dregur fleiri atkvøður til lista og flokk.

Frammanundan vita vit, at Tjóðveldisflokkurin hevur stillað "sterkt" upp, og á tí listanum fara óivað 4-5 valevni at kappast um annað og triðja pláss. Hjá tí størsta og kanska næststørsta flokkinum í valdøminum er kapping eisini um triðja plássið. Tað gevur kanska ikki ein umdømisvaldan tingmann ella -kvinnu, men tað kann geva eitt eykavalt umboð á tingi, um avlopsakvøðurnar annars falla til valdømið.

Sambandsflokkurin í Suðurstreymoy skuldi hava síðsta uppstillingarfundin hóskvøldið, men listin er ikki kunngjørdur. Men umframt Listbeth Petersen og Heðin Mortensen eru Høgni Mikkelsen, býráðslimur, og Kaj Leo Johannesen, fyrrverandi býráðslimur, á listanum. Báðir hava fingið nógvar atkvøður á býráðsvalum.

Fólkaflokkurin stillar eisini upp við fólkum, sum áður hava fingið nógvar atkvøður. Umframt Óla Breckman og Bjarna Djurholm eru Bjarti Mohr, býráðslimur, og Poul Michelsen, fyrrverandi býráðsformaður, í uppskoti. Hetta merkir ein sterkan lista, sum kann fáa nógvar atkvøður frá miðjuni og frá høgraveingi.

Tað er tí umráðandi, at Javnaðarflokkurin, sum er fremsti flokkur at umboða ta samhaldsføstu hugsjónina, stillar upp ein so sterkan lista sum gjørligt ímóti teimum meiri borgarligt sinnaðu flokkunum.

Tað sigur seg sjálvt, at summi seta spurnartekin við trúvirðið, tá politikkarar skifta flokk. Hinvegin hava politikkarar eins og øll onnur tann demokratiska rættin at flyta áskoðan. Í hesum føri hevur Helena Dam á Neystabø hildið seg kunna tikið undir við teimum politisku stevnumiðunum hjá Javnaðarflokkinum, og tað má vera tað, sum telir. Men tað krevur so eisini, at hon fer at vísa hetta bæði í orðum og verki.

Skal ein javnaðarpolitikkur fremjast í verki er neyðugt við einum flokki við sterkari umboðan á løgtingi eins og í kommunum.