Eftir at teir høvdu býtt okkara fíggjarligu orku sundur í smábitar og latið hana til hvønn sum helst, uttan at hava nakra veruliga ætlan ella stýring við hes-um, koppaði samfelagsbúskapurin sjálvandi. Sum eina roynd at endurreisa einastu inntøkukeldu okkara, varð stovnaður ein grunnur, við tí endamáli at bjarga tí, ið bjargast kundi og fáa gongd á aftur. Sam-stundis skuldi grunnurin verða trygdin fyri, at politikkarar ikki skuldu fáa høvi til at pilka við til-gongdina. Í staðin skuldi marknaðarkreftirnar sleppa at stýra royndunum at endurbyggja búskapin. Ikki kann annað sigast enn at endurreisingin heppnaðist sera væl. Beinanvegin po-litiska kannustoyparíið helt uppat, bar til at fáa eina lønandi vinnu. Men tíverri er sermerkt, at tá ein skipan virkar, so kann politiska valdið ikki bæra sær og leggur uppí, men hóast alt er tað løgið, at Fólkaflokkurin, teir sum siga seg verða trygdin fyri borgarliga hugtakinum, eru teir ídnastu til at innføra hitt planøkonomiska mórudíki aftur. Ella kanska er tað als ikki løgið?
Politikkarar, mest fólkaflokks-, ætla at býta Fiskavirking sundur og lata øðrum, sum ikki hava megnað at klára seg í fríu kappingini, burturav. Fyri at gera hurlivasan so stóran sum gjørligt, tvinna teir eina ætlaða einskiljing og ætlaða sundirbýtið saman, so kanska fólk flest ikki fata, hvat tað er, sum er við at henda.
Fjórðingurin av samlaðu veiðuni fer óvirkaður av landinum, vinningurin er ivasamur, og arbeiði uppi á landi nærum einki. Fiskavirking keypir, góðskar og selur ein góðan triðing av samlaðu veiðumongdini, er størsta arbeiðspláss í landinum, og hevur við dugna og ídni strevað seg til ein vinning uppá eini 20 procent. Tey 20 procentini eru ein rættiliga stórur partur av tí peningi, ið skal tryggja livistøði okkara, og tey koma ikki av sær sjálvum. Tað kunnu vist bert vera politikkarar, ið halda, at teir fáa meiri pening til at fíggja fullveldi við, um teir petta hesa eindina sundur og lata hana til onnur, sum ikki hava megna eins væl at laga seg til fríu kappingina. Kann tað bera til, at ein nostalgisk afturgongd til 80'ara moralin nú er um at taka seg upp?