Tórhallur Thomsen, umsitingarleiðari, heldur, at tá møguleiki er fyri at fyribyrgja smittuspjaðingini, so eiga vit at nýta hann.
- Tað eru so mong viðurskifti, har vit ikki fáa gjørt nakað fyri at fyribyrgja smittuni, sum til dømis við Strandfaraskipunum. Tey kann man ikki leggja. Men í hesum førinum við kappróðrarbátunum er ein gyltur møguleiki til staðar, og so er at gera nýtslu av honum, sigur hann.
Hann sigur, at teir hava boðið seg til at sóttreinsa bátin fyri nólsoyingar bæði áðrenn, hann fer á stevnu, og aftaná. Og um so tað verða fleiri bátar at koyra, so skula teir eisini sóttreinsast.
- Tað er ein so lættur framferðarháttur at sóttreinsa ein kappróðrarbát, og tað tekur heldur ikki nakra tíð, so tað mátti ikki verið so torført at fingið fleiri at farið í gongd við tað, heldur hann.
P/f Heri Thomsen gera sera nógv við sóttreinsing ? ikki bert av kappróðrarbátum, men av øðrum eisini. Orsøkin til tað, og at teir halda, at allir bátar skuldu verðið reinsaðir, er, at alingin er ein stórur kundi hjá teimum. Tí heldur Tórhallur, at tað mátti verið ein stórur áhugi fyri at gera eitt fyribyrgjandi arbeiði, har man kann, hjá øðrum fyritøkum eisini.
Tórhallur sigur eisini, at tað er tað sálarliga í tí eisini, tað skal eisini pleygast. Væl vitandi um, at kappróðrarbátarnir í dag eru sera væl gjørdir, so vísir hann tó kortini á, at tað kann verða, at okkurt sleppur inn um eina bløðru í lakkinum. Ella um ein kappróðrarbátur fær eina skøvu í lakkið.
Tórhallur er sjálvandi greiður yvir, at tað er so at siga ógjørlig at fyribyrgja smittuni at spjaðast. Hann heldur eisini, at tað fer at verða ilt at siga, um hetta hjálpir nakað.
- Men tað ger tað so í øllum førum ikki verri, heldur hann.
- Eg haldi bara, at tá vit hava ein møguleika til tað, so eiga vit at brúka hann. Tá tað so kemur til øll tey førini, har vit ikki fáa gjørt so nógv, so mugu vit bara vísa fyrivarni fyri hvørjum øðrum, tí vit skulu jú øll vera her, sigur Tórhallur Thomsen at enda.