Narkotika
Ein 35 ára gamal maður, sum er dani, men er búsitandi í Føroyum, varð hósdagin framsettur í grundlógaravhoyring í Føroya rætti í J.C. Scrøters gøtu.
Maðurin var sjálvur ein av níggju monnum, sum vórðu handtikinir í Føroyum, og einum dana, ið varð handtikin í Danmark.
Maðurin var í grundlógaravhoyringini skuldsettur í fleiri punktum. Skuldsetingarnar snúði seg bæði um, at hann skal hava smuglað saman við tveimum øðrum, einum føroyingi og einum dana, rúsevni til Føroya við víðarisølu fyri eygað ( eitt nú hassj og kokain) . Eisini varð hann skuldsettur fyri í fleiri ár hava staðið fyri smuglan av rúsevnum til Føroya og víðarisølu í Føroyum fyri yvir eina millión krónur í virði.
Maðurin varð eisini nevndur í hvørjari av teimum fimm skuldsetingunum, sum vórðu settar fram hósdagin. Ein av hesum hevur eisini játtað seg sekan í skuldsetingunum, ið beinleiðis kann setast í samband við 35 ára gamla danan, og hesin er eisini varhaldsfongslaður. Hetta merkir, at tað er orð móti orði í tí einari skuldsetingini.
Hin danin, sum eisini varð nevndur í skuldsetingunum hjá tí 35 ára gamli, er eisini varhaldsfongslaður. Tað hevur ikki eydnast at fingið upplýst, hvørt hesin maðurin hevur játtað seg sekan ella ei.
Einki, sum verður sagt í grundlógaravhoyringini uttan sjálv skuldsetingin, verður almannakunngjørt, tí grundlógaravhoyringin var fyri afturlatnum hurðum.
Hin 35 ára gamli danin, sum sambært skuldsetingini hevur verið ein stórur partur av rúsevnissmuglingini í Føroyum, noktar seg sekan í báðum ákærunum.
Dómarin, Henrik Møller, metti, at orsøk var til at varhaldsfongsla mannin í fýra vikur. Tær báðar fyrstu vikurnar vera í isolatión. Hin 35 ára gamli skeyt ikki úrskurðin hjá dómaranum fyri landsrættin.
Tað, at talan er um sterkari evni enn hassj í størri nøgd, ger, at í einum møguligum dómi kann straffurin hugsast at gerast munandi harðari. Maðurin er ákærdur eftir straffilógini, og kann ein møgulig fongsulsrevsing merkja upp til 10 ár handan rimarnar.
Fýra av teimum níggju handtiknu vórðu leyslatnir eftir avhoyringarnar. Av teimum fimm, ið vórðu grundlógaravhoyrdir, vórðu 4 varhaldsfongslaðir, allir í fýra vikur, har tær fyrstu tvær vikurnar eru í isolatión. Ein teirra, ein 27 ára gamal maður, kærdi dómin fyri landsrættin. Úrskurðurin hjá landsrættinum kann væntast um eina viku ella so. Hesin verður grundaður á skrivligar upplýsingar frá grundlógaravhoyringini einans.