Í nátt var eitt ferðsluóhapp í Eysturoy, har ein bilur fór út av. Løgreglan sigur, at ferðin var ikki serliga stór, men kortini fór bilurin runt. Tað eydnaðist bilføraranum, sum var einsamallur í bilinum [...] bilinum, at sleppa úr bilinum við egnari hjálp. Tó varð mett, at tað var rættast at bilførarin fór á Landssjúkrahúsið til kanningar, men løgreglan sigur, at einki bendir á nakran skaða. Løgreglan veit ikki
Í dag var fjórða og seinasta fótbóltsreportasjan úr Uruguay spæld á Rás2. Hesaferð var reportasjan um tann seinasta HM-undankappingardystin millum Uruguay og Jordan. Talan var um ein sonevndan play-off [...] play-off dyst. Stemningurin var framúr hetta kvøldið, 19. november á Estadio Centenario, tjóðarleikvøllinum hjá Uruguay í Montevideo. Til ber at hoyra reportasjuna, har Ivan Eginsson Eysturland og Joaquin Memoli
boðsend til eini sethús, har eitt par var farið til hendurs. Parið var farið at skeldast, og síðani var harðskapur eisini komin uppí leikin. Løgreglan fór á staðið, og tað var skjótt, at løgreglumenninir fingu
Fyrningarfreistin skal burtur, var niðurstøðan eftir kravgonguna og fundin, sum bólkurin “Verjið børnini” skipaði fyri í Havn leygardagin. Byrjað var klokkan tvey við kravgongu frá Svimjihøllini í Havn [...] Havn oman í miðbýin, har síðani var fundur undir tinghúsinum við røðum og framførslum. Ein av fyrireikarunum, Mimmy Vágsheyg, letur væl at tiltakinum leygardagin. Undir myndini av Mimmy Vágsheyg er ein samrøða [...] samrøða við hana um fyrningarfreistina og tiltakið, sum var leygardagin.
Lars Werner, sum var formaður í svenska Vänsterpartiet frá 1975 til 1993, er deyður, 77 ára gamal. Tá Lars Werner tók við formansstarvinum, æt flokkurin Vänsterpartiet Kommunisterne og var ein kommunistiskur [...] okkur og broytti navn til Vänsterpartiet. Lars Werner, sum var múrari av útbúgving, varð fyrstu ferð valdur í Ríkisdagin í 1965, og hann var tinglimur til 1994.
Síðani Vágatunnilin læt upp í desember 2002, er ferðslan økt nógv. Í 2003, sum var fyrsta heila árið, at ferðsla var í tunlinum, var talið av akførum 359.440, ella færri enn 1.000 akfør um dagin. Men í 2019 [...] 2019 koyrdu 952.300 bilar gjøgnum Vágatunnilin, sum svarar til 2.609 akfør um dagin. Ferðslan í 2019 var sostatt 2,65 ferðir størri enn í 2003. ##med2##
Talan var um eitt ferðsluóhapp millum Hvalvík og Hósvík, sigur vakthavandi á løgreglustøðini, har ein bilur var farin út av vegnum. Talan var um eitt sokallað solo-óhapp, har bert ein bilur var innblandaður
gjár var eitt ferðsluóhapp á Hvítanesvegnum, har ein bilur skal snara oman á Hvítanes. Men ein bilur, sum koyrir aftan á, rakar bilin. Eingin fólkaskaði var kortini og skaðin, bilarnir fingu, var heldur [...] heldur ikki stórur. Men løgreglan sigur, at tey fingu illgruna um, at førarin á bilinum, sum rendi á, var ávirkaður av rúsdrekka, so blóðroynd varð tikin av honum, og nú verður bíðað eftir úrslitinum av tí
Seinasta leygardag var sonevndur stuttleikadagur á Norðaravatni í Skopun, tey rópa, og tað vóru hjúnini, Kristvør og Eivind Kolden, sum skipaðu fyri. Ein av kappingunum var sonevnd súkklubátakapping, og [...] sínari politisku Facebook-síðu sigur Sámal Hanni Lognberg, at tað var Sambandsflokkurin, sum vann við sínari góðu manning. - Hetta var ein sera hugnaligur stuttleikadagur á Norðaravatni, verður sagt úr
2016 var eitt gott ár hjá oljufelagnum Magn. Nettosølan øktist úr 659 milliónum krónum í 2015 til 690 milliónur í fjør. Tað gav ein bruttovinning, sum var um sjey milliónir hægri. Ársúrslitið hjá Magn [...] Magn í fjør var 28,5 milliónir krónur í mun til 25,7 milliónir krónur árið fyri. Eginognin hjá Magn er 152,5 milliónir krónur, og vinningsbýti til íslendsku eigararnar, Skeljungur hf, var 10 milliónir krónur