Torkil er TB toppskjútti

1. DEILD: TB hevur eitt stig við sær úr Leirvík og suður aftur við Smyrli

18 ára gamli Torkil Holm skoraði í Leirvík í dag. Hann er TB toppskjútti við fimm málum. Mynd: faroesoccer.com

Eftir tveir triðingar av kappingini var Víkingur topplið í næstbestu deildini. Í dag hevði Víkingur uppi á Brekku í Leirvík vitjan av TB. Aldursforsetin flutti í fjør niður úr bestu deildini. Higartil í ár hevur tað snúð seg um at menna lið við nógvum lokalum spælarum. Tað hevur eydnast, hóast tvøramenn ikki enn eru millum tey, sum kappast um beinleiðis uppflyting.

 

Í dag var Víkingur í sera stinnari útgávu. Millum teir fyrstu ellivu vóru Signar á Brúnni, Ingi Jonhardsson, Jørgen Nielsen, Jákup Johansen og Martin Klein Joensen. Felags fyri hesar fimm er, at teir altíð eru á listanum hjá besta liðnum, sum ikki fer at spæla um vikuskiftið, tí dysturin ímóti KÍ er útsettur til mikudagin 25. september.

 

Tølini siga, at heimaliðið var omaná. Eitt nú vann Víkingur níggju hornaspørk, og TB vann tvey hornaspørk. Men tað endaði 1-1.

 

Ingi Arngrímsson legð eftir hornasparki Víking á odda, tá ið eitt korter var farið. Hetta var fjórða málið hjá miðverjanum í ár.

 

Eitt korter eftir steðgin javnaði TB til 1-1, sum eisini varð úrslitið. Málskjútti var Torkil Holm. Hetta var fimta ferðin í ár, at 17 ára gamli Torkil Holm var málskjútti, og hann er nú TB toppskjútti í 1. deild.

 

Víkingur hevur 36 stig og er eitt stig aftanfyri B36 og FC Suðuroy.

 

TB er á fimta plássi við 27 stigum. B71 hevur sama stigatal.

 

Um eina viku fær TB vitjan av grannunum í FC Suðuroy.

 

Víkingur fer um eina viku at spæla á útivølli ímóti AB.

 

18 ára gamli Torkil Holm skoraði í Leirvík í dag. Hann er TB toppskjútti við fimm málum. Mynd: faroesoccer.com