Settu eld á ruskílat í skúlagarði

Í gjárkvøldið hevði onkur seld eld á eitt ruskílat í skúlagarðinum við Sankta Frans skúla í Havn

Tað var klokkan 22 í gjárkvøldið, at løgreglan fekk fráboðan um, at eldur var í einum ruskílati í skúlagarðinum í Sankta Frans skúla í Havn, skúlin, ið vanliga verður nevndur Nonnuskúlin.

Ivaleyst hevur onkur sett eld á, men tá løgregla og sløkkilið kom á staðið var eingin har. Eldurin var sløktur við einum pulvursløkkjara, og har var eingin vandi á ferð, at eldurin skuldi breiða seg til bygningarnar, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Aftur í gjárkvøldið, tað var um hálvgum tíggjutíðina, var ein hvøllur brestur av hesum bumbunum, sum ungdómar gera við avbløbsreinsi og staniolpappíri.

Løgreglan hevur gjøgnum miðlarnar biðið handlar verið á varðhaldi, tá ungdóma keypa hetta avløbsreinsið – tí, sum vaktleiðarin sigur, hvat skulu ungfólk brúka slíkt til?

Teir hava eisini tosað við ung og við foreldur og eisini SSP, hevur vaktleiðarin áður greitt miðlunum frá. 

Annars hevur seinasta samdøgrið verið friðarligt hjá løgregluni. 

Um stuldurin í handlum, sum greitt varð frá í gjár, sigur vaktleiðarin, at løgreglan hevur tosað við onran av hesum ungu í málinum. Onkur teirra hevur stolið fleiri ferðir.

– Vit eru í ferð við at skriva frágreiðingar í málinum og vænta, at tað verður avgreitt í vikuni, tí vit vita nú, hvørji hesi ungu eru, sum hava framt stuldurin, sigur vaktleiðarin.

Um eldin á asfaltsvirkinum við Tjarni fríggjakvøldið sigur vaktleiðarin, at tað er ikki endaliga avgreitt. Men greitt er, at talan er ikki um ásettan eld, men okkurt við, at ein termostatur var ov heitur. Eisini tann løgreglufrágreiðingin væntast liðug í vikuni, sigur vaktleiðarin.