Alex Troleis hevur bríkslað fyri síðstu ferð á Argjum, og máltalvan vísir 0-2. Tað vil siga, at KÍ hevur vunnið 2-0 á útivølli ímóti AB, og KÍ hevur eftir fýra umfør 12 stig og fulla úrtøku. Meistararnir eru einsamallir topplið, eftir at HB fyrr í kvøld var partur av málleysum javnleiki í Trongisvági.
Tapið ber við sær, at AB framvegis einki stig hevur, og málmunurin hjá AB er 0-10.
Vongverjin hjá KÍ í høgru Jóannes Kalsø Danielsen er fyrrverandi álopsspælari. Tað var meðan Mikkjal Thomassen var venjari í Klaksvík, at hann varð umskúlaður at vera vongverji. Hóast hann er vongverji, so hevur Jóannes av og á verið millum málskjúttarnar, og tað var hann aftur í kvøld.
Claes Philip Kronberg, sum var framrættaður í vinstru, átti uppleggið til 1-0 málið, tá ið hann legði flatt innfyri úr vinstru. Bólturin streyk til handara stólpa, har Jóannes var leysur 11 metrar úr málinum og sendi bóltin flatt í handaru síðu av málinum.
Tríggjar minuttir undan steðginum tók KÍ stórt stig ímóti sigrinum, og tað var týdningarmikið at skora 2-0 málið undan vindinum. Bólturin varð lagdur úr høgru og fram í brotsteigin, og so var ein av verjuspælarunum óheppin at beina bóltin í sítt egna mál.
Eftir steðgin royndi AB í løtum at leggja nógv fyri í royndini at svara aftur, men tað eydnaðist ikki. Bæði KÍ og TB høvdu risa møguleika at skora mál, men AB málverjin stórbjargaði, og AB misnýtti í fínari støðu.
Sunnudagin fær KÍ vitjan av Víkingi, og AB fær vitjan av B36.









