inn á gólvið, og sum eisini hava verið við til at gera sínar prinsessukjólar. Tær vóru so sera spentar, og seinastu tíðina, meðan eg gjørdi kjólarnar hjá teimum lidnar, hava tær staðið uttanfyri seymikamarið [...] fullsett hús til útgávukonsertina og mótashowið hjá Lailu av Reyni leygarkvøldið. Og hon hevur fingið nógvar afturmeldingar - eisini fyri, at hon nýttu Báru sum modell. - Eg veit, at fólk blivu rørd, tá Bára [...] hvat verður góðtikið, eru sera strong. - Men vakurleiki er jú so ótrúliga nógv annað, enn bara tað, vit vanliga síggja í mótabløðunum. Vakurleiki er ymiskur, og hóast Bára ikki lýkur tey vanligu modellkrøvini
nakað soleiðis til í taluni: “.........vit ynskja at nýta tær náðigávuir, sum Gud hevur givið okkum.........eru vit skyld frá Kristusi, megna vit einki...............vit ynskja, at Kristnastova skal vera ein [...] árum. Ikki arbeiðsleys Tað man hava verið við blandaðum kenslum, kanska eitt slag av sorgblídni, at Susan og Øssur hava upplivað hesa løtuna í Ebenezer, tí eftir at hava staðið við høvuðsleiðsluni í 35 [...] sangir, hoyra eitt Guds orð og hava andaligt samfelag: “Tá var eingin Kristnastova, men privatpersónar, í brøðrasamkomuni í Keypmannahavn, lótu sítt heim upp fyri okkum tá mangir av okkara landsmonnum einans
bíligt at læna pening, so gera høgu sethúsaprísirnir tað trupult hjá ungum fólki at keypa eini hús. Tá eru ráðini ofta at byrja við at keypa eina íbúð, ið bæði kostar minni at keypa og halda, sigur Petur [...] íbúðir bygdar í tíðarskeiðinum. Í 2021 vóru heili 144 av 197 nýggjum bústøðum á Streymoynni íbúðir. – Vit síggja framvegis ein stóran eftirspurning eftir sethúsum kring landið, men serliga eftirspurningurin [...] smærri búeindum er vaksin nógv seinastu árini. Alsamt fleiri føroyingar velja at selja stóru sethúsini, tá ið børnini eru flutt heimanífrá, tí tey ynskja sær ein minni bústað, ið er lættari at halda, sigur
at flyta fingrarnar á røttum staði aftur og fram eftir ljóðførunum. - Vit hava onga skrá í kvøld, tí vit spæla bara tað, sum vit hava hug at spæla, segði Ólavur og smíltist yvir á Moniku. Tey spældu verk [...] stóð í boði at keypa 23 málningar í senn. Tá var lítil peningur at keypa fyri, men við tað, at vit fingu málningarnar fyri ein ógvuliga sømiligan prís, tóku vit av. Hetta var vakurt gjørt av tí, ið vildi [...] yrktar slíkar løtur. Hann segði, at tá ið hann játtaði at koma í Báta-og myndasavnið, væntaði hann at skula lesa upp yrkingar fyri 10-15 fólkum. - Men her er fult hús, legði hann aftrat. Jógvan las upp
tað er tá tey skulu heimaftur eftir sama vegi. Tá veit eg fleiri dømi um, at fólk hava als ikki verið so fegin um tað - og hava enntá noktað at koyra av bygdini aftur, vísir Elisabeth á. Tey hava tí ikki [...] kenni alt til hetta, tí okkara trý børn hava ikki havt annað í at velja. Og tú kanst bara ætla, at eg altíð havi verið fegin, tá tey komu heilskapað aftur til hús, eftir loknan skúladag, sigur Elisabeth [...] árini, sum eg havi búð her, eru umleið 50 nýggj hús komin her, eins og fólkatalið er vaksið upp til omanfyri 350. - Tey sum hava valt at seta búgv her, tey hava ikki gjørt tað til stuttleikar, sigur Elisabeth
basalu tørvunum nøktaðum og við tí serhjálp vit hava her (tí tað hava vit), var Petur komin nógv longri í dag! Um tit royna tykkara ‘empatisku’ evnir (um tit hava nøkur) og seta tykkum inn í støðuna hjá ommuni [...] Danmarkar og tit eru ikki komin longur. Tá eg sigi tit, meini eg avvarðandi MYNDULEIKAR. Haldi tað verða heilt fantastiskt. Tá vit síggja, hvussu drongurin blomstrar upp, tá hann er her saman við systrum sínum [...] sínum, ommu og abba sínum, og hvussu hann fellur saman tá hann skal avstað aftur og óskiljandi spyr: “Hvorfor skal jeg afsted igen, kan jeg ikke bare blive her?” og grætur av longsli, kann tað ikki verða
fleiri ár hava maskinurnar umgirt okkara smáu hús, og eina tíð stúrdi eg fyri, at tær fóru at ota seg heilt inn í krúpikjallaran. Tær hava javnað eitt fittliga høgt reyn við jørðina, tær hava sett hol á [...] mong. Vit gloyma allan larmin. Vit gloyma knúsimaskinurnar, boringarnar, spreingingarnar, hvinini og grevsturin, vit gloyma teir djúpu subbass-tónarnar frá trumluni og grenji fra skervsáldaranum. Vit kenna [...] Í hesum tíðum, tá ið høvuðstrupulleikarnir í landinum snúgva seg um, antin vit skulu hava ein ella tveir myrkar og óunniligar undirsjóvartunnlar aftrat, hol, sum eftir øllum at døma hava tann yvirnatúrliga
stungin. Men tá eg komi inn aftur í kamarið, síggi eg, at alt flýtur í blóði. Tá gekk upp fyri mær, at vit máttu fáa hjálp. Hjúnini ringja 112, og eisini ringir Hervør til eina systir sína. - Vit vistu ikki [...] løgin kensla. Vit høvdu fingið fólk at taka upp og vaska fyri okkum. Alt mátti sjálvandi keypast nýtt á songina, sum hevði verið tað bera blóð. Men tá eg skuldi fara at leggja á songina, tá kláraði eg ikki [...] veit, hví gerningsmaðurin gjørdi, sum hann gjørdi. Vit kendu hann ikki eingongd. Vit royna framvegis at skilja, hvat hendi. Men tað er trupult, tí vit minnast ikki alt. Onkur sekund eru burtur úr minninum
seinastu árini eisini sangarin Lars Thodberg hava havt eina serstøðu. Størsta týdningin fyri kórsins virksemi má meistarin Vagn Holmboe tó sigast at hava havt. Mong hava spurt hvussu hendan samvinnan kom í lag [...] hann fyri, at hann visti ikki hvussu ið var eydnast; men hann vónaði, at vit fóru at kunna brúka hetta sum okkara egna. Fór so til hús og settgi meg sspentur at spæla. Men løgin tókti mær hesin nýggi tónleikur [...] Ólavur Hátún Nú tá tónleikur eftir Jean sibelius, Vagn Holboe og Per Nørgaard er aðalevni í tónleikastevnuni Summartónar í ár, hevur tað kennst náttúrligt, at Havnakórið tekur lut við teim mongu kórsatsunum
Vagn Erik var bara sjey ára gamal, tá ið mamma hansara brádliga gjørdist sjúk og var ikki før fyri at halda hús. Tá ið hann á ungum árum eisini misti pápan, kom hann at hava serligt tilknýti til beiggjar sínar [...] fúsur at hjálpa, tá ið heitt var á hann. Og tað skal hann hava rós og takk fyri. Ein perla í høvuðsstaðnum Vagn Erik býr nú á Tjarnargarði, og har trívist hann ógvuliga væl. Tá ið vit sótu til borðs á [...] sóu vit, at teir fýra beiggjarnir vóru meira enn beiggjar, teir vóru eisini hjartansvinir. Vagn Erik hevur altíð givið til kennar, hvussu góður hann var við beiggjarnar, og hvussu sorgin nívdi, tá ið eldru