Samrøða
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
- Fyrst og fremst haldi eg, at Bára er ein ótrúliga vøkur genta. Og vildi fegin vísa fólki, at allar prinsessur eru vakrar, og at prinsessur saktans kunnu sita í koyristóli, greiðir Laila av Reyni frá.
Mótaheimurin snýr seg ofta um tað "perfekta", og krøvini um, hvat verður góðtikið, eru sera strong.
- Men vakurleiki er jú so ótrúliga nógv annað, enn bara tað, vit vanliga síggja í mótabløðunum. Vakurleiki er ymiskur, og hóast Bára ikki lýkur tey vanligu modellkrøvini, so er hon sanniliga nóg góð og nóg vøkur at vera model. Eg eri so sera glað fyri, at hon og familja hennara vildu luttaka, greiðir Laila frá.
Nógvar ymsar modellir
Showið var býtt í tríggjar partar. Fyrst vóru høgar og meiri typiskar modellir á pallinum. Síðani komu prinsessurnar, og at enda var álvashow við gentum og kvinnum, sum eru styttri enn 1,62 m.
- Eg vildi gera okkurt øðrvísi, umframt at hava vanliga mótashowið við høgum modellum. Tískil søkti eg eftir smærri kvinnum og gentum, sum eru undir 1,62 m. Og áhugin var ovurhonds stórur, tí eg fekk fleiri enn 70 umsóknir, greiðir Laila frá.
- Harumframt lovaði eg nøkrum smágentum at vera við til prinsessushowið. Tað vóru fyri tað mesta gentur úr grannalagnum í Kollafirði, sum plaga at koma inn á gólvið, og sum eisini hava verið við til at gera sínar prinsessukjólar. Tær vóru so sera spentar, og seinastu tíðina, meðan eg gjørdi kjólarnar hjá teimum lidnar, hava tær staðið uttanfyri seymikamarið hjá mær og hugt inn gjøgnum vindeygað, sigur Laila flennandi.
Og mitt í øllum rokanum av modellum við ymsum støddum var eisini Bára í Niðristovu í sínum koyristóli.
- Eg ringdi til Lis (mammu Báru red.) og spurdi, um Bára kundi vera við. Eg hevði seymað henni ein kjóla nakað frammanundan, sum eg hugsaði, at hon kundi vera í. Lis segði beinanvegin ja, so eg haldi, at hon bleiv glað, sigur Laila.
Laila og Bára kennast, tí Bára onkuntíð plagar at vera hjá verforeldrum Lailu.
- Eg havi ofta hitt Báru heima hjá verforeldrunum, men eg má siga, at eg ongantíð havi sæð hana smílt so nógv, sum hon gjørdi eftir showið leygarkvøldið. Hon gav so nógv aftur og skapti so nógva gleði aftanfyri pallin, at tað var fantastiskt at síggja.
Bára rørdi fólk
Tað var fullsett hús til útgávukonsertina og mótashowið hjá Lailu av Reyni leygarkvøldið. Og hon hevur fingið nógvar afturmeldingar - eisini fyri, at hon nýttu Báru sum modell.
- Eg veit, at fólk blivu rørd, tá Bára kom inn á pallin. Sjálvt fólk, sum ikki kenna Báru og familjuna, fóru at gráta, tí tað var so vakurt.
Laila hevur eisini fingið nógvar afturmeldingar frá modellunum um, at tað var ein fantastisk uppliving. Onkur hevur enntá hildið fyri, at tað var størsta upplivingin í lívinum.
Og at meta eftir myndunum, sum vóru tiknar eftir sýningina, var tað sanniliga eisini ein stór og eydnusom løta í lívinum hjá Báru.
Myndir: Eyðfinnur Olsen
Myndatekstur: Tvær ómetaliga vakrar prinsessur á mótapallinum leygarkvøldið. Tað var 10 ára gamla Dulcinae Gala, sum býr í Hvalvík, sum trillaði Báru í Niðristovu inn á pallin.