Viðareiði: Hvønn einasta morgun kann Elisabeth síggja fólk fara av bygdini við bilum sínum til arbeiðis aðrastaðni.
Líka so ofta hevur hon sæð teir báðar skúlabussarnar koyra runt í bygdini, fyri at heinta børnini ið skulu í skúlarnar í Klaksvík, Kambsdali ella í Havn.
Og líka so ofta hevur hon við bivandi hjarta hugsað um, hvat tað er fyri ein vegur sum bilarnir og bussarnir skulu koyra eftir í øllum veðri, bæði summar og vetur.
- Eg kenni alt til hetta, tí okkara trý børn hava ikki havt annað í at velja. Og tú kanst bara ætla, at eg altíð havi verið fegin, tá tey komu heilskapað aftur til hús, eftir loknan skúladag, sigur Elisabeth.
Saman við manninum, Jógvani Nybo, sála sum sat í bygdarráðnum og sum bygdarráðsformaður í fleiri ár, eiga tey børnini Ólavur sum er 29, Hansa sum er 22 og Pauli sum verður 18 ár í dag.
- Hóast tann yngsti var liðugur við skúlan í fjør summar, so hugsi eg framvegis um øll hini børnini sum sorgleys, bæði mugu og skulu fara í bussin hvønn einasta morgun, fyri at sleppa at sova víðari, til tey koma til Klaksvíkar, sigur hon. - Tíbetur er einki hent upp til henda dag.
Elisabeth Nybo er annars ættað úr Vági, men flutti sum ung til Viðareiðis, har hon í dag rekur egna matstovu - Matstovuna hjá Elisabeth.
Smágrót og omanlop
Liðin eru mong ár, síðani viðingar á fyrsta sinni kundu koyra av bygdini og ímóti Hvannasundi.
Síðani tá er lítið og einki gjørt við vegin: Hann er breiðkaður í støðum; bilverja er sett framvið vegnum; fleiri møtipláss eru gjørd; og ábøtur eru gjørdar gjøgnum árini.
Men framvegis koyra bilarnir eftir vegnum, vitandi um at tað til eina og hvørja tíð, kann koma smágrót, ein størri steinur ella eitt heilt omanlop á vegin.
Hetta hevur fólkið á Viðareiði verið vitandi um, og við millumbilum hevur orðaskifti verið í miðlunum um hetta álvarsmálið. Men framvegis er tann endaliga loysnin ikki framd í verki: Ein tunnil til Viðareiðis.
Men nú er umsíðir líkt til at okkurt fer at henda, tí ein verkslagslóg um hetta nærkast eini framløgu. Og her liggur parturin hjá Elisabeth og Jógvan ikki eftir.
Yptar akslar
Hjúnini bæði hava skrivað lesarabrøv og gjørt vart við støðuna á røttum støðum:
- Á einum av seinastu bygdarráðsfundunum sum Jógvan var á, spurdi hann fyri meg, um teir ikki ætlaðu at gera nakað við farleiðina. Men tað bleiv bara ypt øksl.
Elisabeth hevur haraftrat stovnað ein bólk á Facebook “Trygg farleið til og frá Viðareiði”, fyri at vísa á tørvin á betri vegasambandi til Viðareiðis.
- Og ikki fyri at reypa, so var eg á einum limafundi, sum javnaðarflokkinum hevði seinasta vár í Klaksvík, har eg tók hetta málið upp. Og tey lurtaðu av sonnum og hava nú handlað eisini.
- Eg haldi ikki, at eg tosaði í meiri enn 30 minuttir, men røtt orð á røttum staði kunnu opinbart avrika meiri enn 30 ár í tøgn, sigur hon álvarsom.
5 mió krónur
Í lesarabrøvunum, sum tey skrivaði fyri umleið einum ári síðani, spurdi tey beinleiðis, hvussu leingi viðingar skuldu liva við óvissuni og ótryggleikanum.
Elisabeth er sjálvandi sannførd um, at tað tekur fleiri ár at fáa ein tunnil til Viðareiðis.
- Tað kann ikki vera rætt, at ikki alt, ið kann gerast, verður gjørt fyri at tryggja Viðareiðisvegin, so omanlop ikki framvegis eru næstan dagligur kostur fyri okkum, skrivaði hon í lesarabrævinum.
Fyri hana var og er tað framvegis ein neyðloysn at tryggja hetta vegastrekkið í framtíðini. Men nú er umsíðir líkt til, at okkurt ítøkiligt og politiskt fer at henda í hesum máli.
Ein av fyrstu døgunum verður verklagslógin um ein tunnil til Viðareiðis løgd fyri tingið. Spurd um hon væntar, at tingið tekur undir við uppskotinum, svarar hon avgjørd ja. Tey hava jú verið við til at skjóta hetta upp, fyri síðan at samtykkja fíggjarlógina, so henda lógin kemur neyvan óvart á nakran teirra.
Í ár eru játtaðar 5 mió krónur at fyrireika hetta, og seinni í ár byrjar arbeiðið við karminum fyri komandi fíggjarlóg. Tá verður avgerandi neyðugt, at peningur verður eisini játtaður í 2012 og frameftir, soleiðis at arbeiðið kann verða boðið út.
- Tað er avgerandi neyðugt at hetta verður gjørt sum skjótast. Eg meini, - bygdin er jú í vøkstri. Tey 30 árini, sum eg havi búð her, eru umleið 50 nýggj hús komin her, eins og fólkatalið er vaksið upp til omanfyri 350.
- Tey sum hava valt at seta búgv her, tey hava ikki gjørt tað til stuttleikar, sigur Elisabeth.
Tunnil - men hvar?
Fleiri kanningar eru gjørdar fyri at finna fram til, hvar ein slíkur tunnil skal liggja.
Eitt uppskot er at leggja hann úr Hvannasundi og inn í Dalar, sum er eitt nógv vitjað útferðarstað um summarið, og sum av viðingum verður mett sum ein eksotisk perla um summarið. Men aðrir møguleikar eru eisini nevndir.
- Eg haldi ikki, at tunnilin skal leggjast inni í Dølum. Tað eru nógv størri fyrimunir at leggja hann so nær bygdini sum gjørligt.
- So sparir ein bæði kavaruddingina, nýgerð og viðlíkahald av Dalarvegnum. Og so sparir ein eisini ta vøkru náttúruna inni í Dølum.
Tora norð - men ikki suður
Elisabeth veit um óteljandi dømi frá fólki, sum eru spent eftir at koyra til vøkru bygdina norðast á Viðoynni.
Tey møta tó fyrstu forðingini á Borðoynni, tá tey skulu inn í smølu og ótíðarhóskandi tunlarnar har. Og síðani kemur smali og somuleiðis ótíðarhóskandi Viðareiðisvegurin.
Men fólk síggja kortini fram til at koma allan vegin til Viðareiðis. Tey kendu og vanabundnu koyra eftir vegnum við nógvari ferð, meðan tey ókendu koyra spakuliga og vilja njóta vakra útsýnið á leiðini.
- Men so kemur trupulleikin, og tað er tá tey skulu heimaftur eftir sama vegi. Tá veit eg fleiri dømi um, at fólk hava als ikki verið so fegin um tað - og hava enntá noktað at koyra av bygdini aftur, vísir Elisabeth á.
Tey hava tí ikki havt annað í at velja enn at fáa onkran staðkendan bilførara at koyra bil teirra til Klaksvíkar.
- Og tá verður tað brádliga álvarsamt, tá fólk ikki fara at tora at koyra norður higar aftur. Tað kunnu vit simpelthen ikki liva við, slær hon fast.