U21 EM: Frakland er risastórur favorittur móti Føroyum

Her eru oddsini upp á U21 EM-undankappingardystin Føroyar-Frakland

Seinnapartin klokkan 17 spælir føroyska U21-landsliðið fjórða EM-undankappingardystin í undanbólki C.

 

Aftaná sigrar á Estlandi, Íslandi og Luksemborg í trimum teimum fyrstu dystunum eru Føroyar fremst í bólkinum við fullum stigatali.

 

Uppgávan klokkan 17 á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík verður tó av tungum kalibri. Bólkafavorittarnir, Frakland eru mótstøðuliðið. Talan verður um fyrsta dystin hjá Fraklandi í hesari undankappingini.

 

6. september í 2021 megnaði táverandi U21-landsliðið javnleik 1-1 móti Fraklandi á ovara vølli í Gundadali, tá Steffan A. Løkin javnaði í seinna hálvleiki. Eitt hálvt ár seinni vann Frakland 2-0 á heimavølli.

 

Frakland hevur eina risastóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á føroyskan heimasigur liggja millum 17,00 og 34,00.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 9,00 og 12,00. 

 

Oddsini upp á franskan útisigur liggja millum 1,04 og 1,07. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##