Vakrir tónar, góður upplestur og áhugaverdar frásagnir

Hóast ymisk tiltøk vóru á skránni ymsastaðni í Eysturoynni leygarkvøldið, og onkur føðingardagur eisini var í Leirvík, vóru eini 80 fólk til hugnaløtuna í Báta-og myndasavninum í Leirvík seinasta leygarkvøld

Hugnaløta

Øll, sum komin vóru til tiltakið og høvdu goldið sínar 60 krónur fyri atgongumerkið, sum ein ung genta seldi við inngongdina, fóru ríkaði við tónleiki, upplestri og ymiskum frásagnum avstað aftur.
Hugtakandi var at sita og lurta eftir vøkru fiól-og guitartónunum hjá Moniku Stauss Joensen og Ólavi Jakobsen. Áhugaverdu frásagnirnar hjá Ólavi um kendu og navnframu tónleikasmiðirnar og ein part av teirra lívi, góvu líkasum løgunum eina sál og eitt djúpari innihald.
Ólavur setti tónleikin og kombinatónina millum fiólina og guitaran í perspektiv.
Við sínum yndisligu tónum á fiólini, sum stundum vóru bleytir, stundum harðir, stuttir og óendaliga langir ? høgir og lágir ? fylti hon salin og søkjandi oyruni afturvið friðarligu rútmuni og frálíku solotónunum úr kassaguitaranum hjá tí vælleikandi og vælupplagda Ólavi.
Bæði hava tey spælt ávikavist fiól og guitar, síðan tey vóru børn.
Tónarnir ljóðaðu so lættir, og hóast krevjandi leik, sást ikki, at tey høvdu minsta trupulleikan við at flyta fingrarnar á røttum staði aftur og fram eftir ljóðførunum.
- Vit hava onga skrá í kvøld, tí vit spæla bara tað, sum vit hava hug at spæla, segði Ólavur og smíltist yvir á Moniku.
Tey spældu verk eftir eitt nú Mauro Giuliani (1781-1829), Niccoló Paganini (1782-1840), William Kroll (1901-1980) og Vittorio Monti (1868-1922)

Egnar yrkingar

Eftir at Monika og Ólavur høvdu leitt fjøldina í eina yndisliga dreymaverð, las Jógvan Elias Joensen upp nakrar av sínum yrkingum. Hetta er maðurin, sum eitt nú hevur yrkt Leirvíkssangin, "O vesturskinið litar fjøll og skørð, alfagrir geislar farga líð og fjørð?".
Jógvan er óførur yrkjari og góður upplesari.
Hann segði skemtandi, at nógvar av teimum yrkingunum, hann yrkti sum ungur, eru heldur óbúnar, og tí er ikki so nógvur dugur í teimum, sum hann tók til.
- Svøvnlagið hevur ikki altíð verið so gott. Eg kundi fara upp um náttina at eta turran fisk og spik. Ein stórur partur av mínum yrkingum eru yrktar slíkar løtur.
Hann segði, at tá ið hann játtaði at koma í Báta-og
myndasavnið, væntaði hann at skula lesa upp yrkingar fyri 10-15 fólkum.
- Men her er fult hús, legði hann aftrat.
Jógvan las upp eina yrking um "papyrus" og segði, at pappírið mangan hevði hjálpt honum gjøgnum náttina, tá ið hann lá í andvekri.
Eina slíka nátt hevði hann eisini yrkt um griksku náttarguðinnuna, Niix.
Hann endurgav mann, sum plagdi at siga, at "tá ið summarið er, so stendur tann blái vetur fyri?", men í yrkingini, hann las beint eftir hetta, heftu vit okkum við vøkru orðini, "? brátt hækkar sól og rodnar líð?"
- Tað er synd at siga, at eg havi gingið nógv í kirkju ella á møti. Loynikamar mítt hevur verið úti í náttúruni, har eg havi havt mínar "andaktir".
Seinastu yrkingina hevði Jógvan Elias ognað
minninum um Petur Emil, sála, sum hann segði var vitborin og søgufróur maður.
- Eg plagdi at leika talv við hann ? og aftaná hevði hann altíð okkurt at siga frá.
Jógvan segði, at Petur Emil dámdi sera væl yrkingarnar hjá Janusi Djurhuus. Hann var bergtikin av Janusar mergjaða málmi. Einaferð slapp hann at leika talv ímóti Janusi. Men Petur Emil tapti.
"So hoyknaði eisini tú?" byrjaði Jógvan Elias Joensen yrkingina um Petur Emil.

Frásagnir

Osmund Justinussen, ið er maðurin aftanfyri mentanargripin, sum Báta-og myndasavnið í Leirvík er, hevði nógv at bera fram hetta kvøldið.
Hann greiddi fyrst frá søguni aftanfyri savnið og segði, at hann longu á ungum árum byrjaði at savna málningar. Hann mintist eisini tíðina sum ungur, tá ið hann keypti málning av J. Kristiansen fyri seinastu oyruni, hann átti.
Ein onnur søga var frá tíðini eftir fallið í føroyska búskapinum fyri 10 árum siðan, sum eisini gekk útyvir vinnuliga virksemið hjá honum.
- Okkum stóð í boði at keypa 23 málningar í senn. Tá var lítil peningur at keypa fyri, men við tað, at vit fingu málningarnar fyri ein ógvuliga sømiligan prís, tóku vit av. Hetta var vakurt gjørt av tí, ið vildi selja okkum hesi listaverk.
Osmund segði, at eftir kreppuna í samfelagnum, sum serliga rakti fiskivinnuna, eru eingi trol gjørd í húsunum, sum nú eru Báta-og myndasavn.
- Í dag eigur savnið einar 70-80 málningar, og teir flestu eru av listamálarum her á staðnum, ikki minst J. Kristiansen, sála og S. Toftanes, sum eisini hevur málað velduga stóra listaverkið, ið hongur her á vegginum.
Hann greiddi eisini frá bátunum, sum savnið eigur og hevur í varðveitslu.
- Hetta eru bátar, sum í sínari tíð vóru grundarlagið undir útróðrinum her á staðnum ? og onkur hevur eisini verið til útróður í Íslandi.
Osmund segði, at tann eini báturin skuldi brennast á nýggjárinum eitt árið.
- Eg helt, tað vera synd, at hesin báturin skuldi brennast, tí hetta var ein tann seinasti, sum bæði hevur róð út í Føroyum og Íslandi.

Søgufróður

Hann visti nógvar søgur at siga um bátar og útróður.
Osmund segði eitt nú frá eini hending, sum fór fram heilt afturi í 1600-talinum, tá ið fleiri leirvíkingar gingu burtur í smáum bátum ella tristum, sum teir eisini verða róptir.
- Í 1874, tá ið føroyingar byrjaðu at fiska í Íslandi, avreiddu hesir bátar til sluppir.
Osmund visti eisini at siga, at í ár 1900 fiskaðu og arbeiddu einir 1000 føroyingar í Íslandi. Talan var bæði um menn og kvinnur, og hetta var eitt stórt tal í mun til fólkatalið, sum tá búði í Føroyum.
- Íslendingar dámdu væl føroysku bátarnar, og tað var vanligt, at føroyingar seldu sínar bátar í Íslandi.
Hann greiddi bæði frá syrgiligum og stuttligum hendingum á skipum og bátum, sum kundu verið áhugaverdar at sæð á prenti. Hvør av hesum hendingum er ein søga fyri seg, og tí verður tað ov drúgt at taka allar hesar hendingar fram í hesi greinini.
Hendingin í 1916, tá ið skip við heili 48 leirvíkingum umborð varð tvungið heilt til Danmarkar, var ein hending, sum rørdi hjartastreingirnar.
- Ferðin heim úr Íslandi, sum skuldi taka tvey samdøgur, tók 17 samdøgur ? í herviligari krígstíð. Men alt gekk væl, og stór var frøðin í Leirvík, tá ið allir leirvíkingarnir komu aftur í øllum góðum.
Osmund greiddi eisini frá um kapprógving, tá ið Stóri tapti fyri øðrum báti. Teir vóru staddir norðanfyri róðu heilar 14 fjórðingar til lands. Aftaná høvdu teir, ið taptu, hug at bjóða av uppi á lendingini, men tá ið teir á hinum bátinum, bjóðaðu okkurt at leska sær við, sum stóð í neystinum, gjørdist lagið betur!
Hann greiddi eisini frá, tá ið gamli Kristin keypti skorsteinin á stórum trolara, sum var seldur á uppboði.
- Tá ið teir spurdu Kristin, hvat hann skuldi brúka skorsteinin til, var svarið, at hann skuldi brúka skorsteinin til sperðil! segði Osmund Justinussen
At enda á hugnaløtuni sungu øll í felag vakra Leirvíkssangin.