Nú eru longu 3 ár farin síðani Petur bleiv sendur til Danmarkar og tit eru ikki komin longur. Tá eg sigi tit, meini eg avvarðandi MYNDULEIKAR. Haldi tað verða heilt fantastiskt.
Tá vit síggja, hvussu drongurin blomstrar upp, tá hann er her saman við systrum sínum, ommu og abba sínum, og hvussu hann fellur saman tá hann skal avstað aftur og óskiljandi spyr: “Hvorfor skal jeg afsted igen, kan jeg ikke bare blive her?” og grætur av longsli, kann tað ikki verða nakar loynidómur, hvar drongurin hoyrir heima.
Sagt verður av mynduleikunum, at teir mugu síggja til tørvin hjá barninum, og at Peturi tørvar serhjálp fyri at mennast, sum hann best kann fáa, har hann er nú. Men eg kann siga við míni vitan og nærum 30 ára royndir innan ‘barnaøkið’, at tit kunnu bjóða honum so nógva serhjálp tit vilja, men fær hann ikki sínar basalu tørvir nøktaðar eisini, sum eitt og hvørt barn hevur tørv á og rætt til, eitt trygt umhvørvið við nógvum, ektaðum kærleika, so er alt til fánýtis.
Petur fór, eins og systrar hansara og teirra nærmastu, ígjøgnum eina ógvuliga traumatiska vanlukku, sum kostaði mammu hansara lívið. Hini fingu loyvi at verða saman ígjøgnum komandi sváru tíðina, meðan Petur bleiv rivin burtur til fremmant land, fremmant fólk, sum óiva gera sítt besta, men ALDRI kunnu geva honum tann ‘óbetingaða’ kærleika og følilsi av at ‘hoyra til’ sum tvíburðasystirin, stórasystur, omma, abbi, mostur og mammubeiggjar kunnu geva honum. Og eg eri vís í, at við teimum basalu tørvunum nøktaðum og við tí serhjálp vit hava her (tí tað hava vit), var Petur komin nógv longri í dag!
Um tit royna tykkara ‘empatisku’ evnir (um tit hava nøkur) og seta tykkum inn í støðuna hjá ommuni og abbanum og kanska fyristilla tykkum at tað vóru tit. Tey mistu eina dóttur og hús og heim í hesi vanlukku, men høvdu tíbetur barnabørnini eftir. So taka tit bara kalt og ‘kyniskt’ eitt av trimum børnum, enntá ein tvíburða og flyta hann burtur í annað land, har hann ongan góðan hevur uttan fakkunnleikan, fyri at hann kann mennast best møguligt. Hann fær bert fáar dagar um árið, har hann kann vera saman við familju sínari. Halda tit veruliga at tit hava tænt hesi sakini væl? Omman og abbin verða rivin og slitin í sálini hvørja ferð, tey skulu siga hesum elskaða drongi farvæl, væl vitandi, at hann leingist og saknar tey og systrar sínar sára hvønn einasta dag. Hvussu kann eitt barn mennast á handan hátt? Hvussu kann ein hart rakt familja verða viðfarin á ein slíkan hátt? Skilji tann, íð skilja kann!!!!
Nei, nú er tíð uppá, at tit vísa tykkum sum MENN, viðganga tykkara skeivu avgerð og atferð og fáa hesa ‘smagleysu’ søk út av verðini, so tit kunnu hyggja tykkum sjálvar í spegilin og onnur í eyguni uttan at rodna.
FÁI PETUR HEIM TIL SÍNI KÆRU SKJÓTAST MØGULIGT, ÁÐRENN TAÐ ER OV SEINT FYRI HANN - - - OG ÁÐRENN HETTA VALSKEIÐIÐ ER AV, .............!
Við vón um at tit rakna við og handla skjótt!










