lagnum, at tað kanska hevði borið til hjá Toda at spælt, og tað hevði leiðslan í felagnum ógvuliga fegin vilja, at hann gjørdi. Men læknarnir hava higartil hildið, at tað ikki hevur verið ráðiligt at spæla [...] Tað er einki at siga til, at lagið var gott í Herfølge í gjár, tá teir hittust at fyrireika seg til heimadystin móti Viborg. Hesin dysturin varð spældur klokkan seks føroyska tíð. Vit fara at frætta úr Herfølge [...] sum er fyrrverandi Vejle spælari. Í Brøndby fegnaðust teir sjálvsagt um, at tað eydnaðist at javna, men tað er einki at siga til, at fagnaðurin ikki var heilhjartaður. Í staðin fyri seks stig í tveimum umførum
hevur verið til og er tengd at nøkrum lógum, sum hon tulkar. Og tað er stórbart. Men er tónleikurin ikki størri enn støddfrøðin? Tí valla verður tann dagur sæddur, at han fer at tulka rørslurnar hjá marflugini [...] millu Annu og orkestrið gav marflugini dirvi at fara eftir tarablaðnum út á djúpari vatn. Hon var so ovurfegin at vera har, sum hon var. Sagt verður onkunstaðni, at alt er av ongum komið, alt er einki og til [...] t viðbragd, sum støddfrøðin hevur ilt við at fanga. Men marflugan er forgeingilig, men tann megin, sum skapar og letur hana fara til grundar, er ikki tengd at tí kosmisku tíðini, og hetta fer út um okkara
einum málið um, at Manchester United eru favorittar til at koma víðari til semifinalurnar. United hevur spælt betri og meiri sannførandi seinastu tíðina, so ikki er skeivt at siga, at ensku europameistararnir [...] bjargað við beininum. Síðani sat Real Madrid á dystinum, hóast bæði Cole og Scholes høvdu naskar royndir. Tann innskifti Elvir Baljic hevði eisini ein stóran møguleika at avgera dystin til fyrimuns fyri [...] á høgra vongi. Sum sagt var Real Madrid betri allan fyrra hálvleik, og teir høvdu fleiri møguleikar at leggja seg framum, men hvørjaferð var tann nógv útskeldaði United málverjin Mark Bosnich á rætta staðnum
møguligt , at løgtingið biður um eina kanning. Løgmaður vísir í hesum sambandi á, at møguleiki er hjá sær at heita á løgtingið um at fáa gjørt ta kanningina. Men hann sigur seg ikki í dag kunna siga, um hann [...] hon, at ein landsstýrismaður hevur skyldu til at útgjalda, um so er, at tað kann ávísast, at nakrar bindingar, sum landskassin hevur tvs. lønarútreiðslur ella annað, skulu verða goldnar, um so er, at útlitið [...] teg øðrvísi at, enn hann gjørdi í aktuella málinum? -Eg veit ikki. Tað er altíð so lætt at vera bakklókur. -Hondina á hjartað? -Eg tori ikki at siga, hvat eg hevði gjørt. Men eg trúgvi, at Signar á Brúnni
hvørs endamál er at fáa bæði almenningin og politikarar til at taka undir við teirra sjónarmiðum um, at landsbankin ikki eigur at fáa vald til at virka sum sentralbanki, herundir at røkja bankauppgávur [...] sum tá sat, at ferðin á føroyska búskapinum var ov stór. Landsstýrið gjørdi stórt arbeiði hetta árið fyri at loysa hendan trupuleika við at seta upp eina fíggjarlóg fyri 1987, har útreiðslurnar so at siga [...] Afturat hesum eigur størri kapping at vera um rættin hjá privatum fíggjarstovnum til at umsita almennan pening, og hevur landsbankin ført fram, at hetta kann gerast við, at landsbankin bjóðar blokkar av almennum
eitthvørt at tosa um har, sum hjá so mongum øðrum, sum hittust. Eftir at Merkið var vundið á stong, helt borgarstjórin í Odder, Elvin Hansen, røðu. Hann fegnaðist um, at føroyingar høvdu valt Odder til at halda [...] tað er at fáa vísuna undir fót - hvussu ein minnist øll hesi ørindini, hóast hendan nú er ein av teimum styttru. Og spyrjarin ógvast og heldur tað vera nógv. So ikki er frítt, at ein hevur hug at reypa [...] . Ætlanin var, at løgmaður skuldi umboða almennu Føroyar, men honum barst frá, og við stuttum skotbrái tók Eyðun Elttør uppgávuna upp á seg. Eyðun Elttør segði, at hann væntaði ikki, at tær samráðingar
altjóða dygdarblað. Tað er drúgt at lesa eina heila útgávu av Le Monde, og tað er eisini púra óneyðugt. Tíðindini eru býtt upp eftir landi/heimsparti og tema, soleiðis at lesarin lættliga kann finna áhugamál [...] vitan sum síni mál. Le Monde er sjálvandi litað av at vera franskt vinstrahalt blað, men blaðið er eisini fyrimyndarligt. Ein fronsk fyrimynd kann man siga. Greinar, sum hava meira um rithøvundan enn um hini [...] finst at órætti bæði heima og úti, men leypur ongantíð framav, tí tað kann bara skaða blaðið - og lesaran, sjálvandi. Tout le monde merkir øll fólkini, og blaðið fylgir fronsku siðvenjuni, at taka allan
afturat, at tað vóru menninir á bedingini, ið hjálptu at taka hana upp. - Skiparin setti boyu, har hann metti, at jollan lá, áðrenn farið varð til Onglands.Tað vísti seg, at hann var á so góðari leið, at boyan [...] Dánjali, undir at seta motorar í smábátar. Teir høvdu verkstað og lítla beding, greiðir Finn frá. Finn sigur, at motorurin hevur bert tveir hestar, hóast hann er stórur á at líta. Finn minnist, at motorurin [...] Tá arbeiðið við at savna motorin er liðugt, ætlar Finn at, at motorurin skal vísast fram. Tá verður óivað høvi at hitta Finn aftur á máli. Finn er góður frásøgumaður og hevur hug at venda aftur til mangt
verið lætt at verið javnaðarpolitikkari í Føroyum og veljari síðani 1948. Umráðandi var bara at halda seg so tætt at tí danska javnaðarflokkinum sum til bar. Hann hevði tað stóra orðið at siga í Danmark [...] javnaðarflokkurin, sum, hóast tú í politikki aldrin skal siga aldrin, í hvussu so er ikki í núverandi hami, kemur at hava tað stóra orðið at siga í donskum politikki. Hin føroyski javnaðarflokkurin kann [...] lágum støði t.d. lærarar at sanna. Eisini hin vanligi maðurin kundi merkja sviðan av ikki at vera í tí rætta partinum. Um degini sá eg ein javnaðarmann brúka regluna: »Saman at halda var ei okkum givið«
seinast koma at gloyma. Boðini um, at tú góði Jan, vart farin frá okkum vóru so óverulig, at vit enn ikki hava fatað tað heilt. Tú vart nakað heilt fyri teg sjálvan, og tað halda vit, at nógv kunnu geva [...] góði Jan. Tú ynskti altíð at blíva frískur, men visti kanska innast inni, at hetta nokk ongantíð fór at verða veruleiki. Tú vart ein sonn bygdamenn í Gøtu. Eg trúgvi ikki, at tað var eitt mansbarn, sum [...] heldur ikki skammaðist at siga frá. Tú búði heima hjá mammu og pápa í øll tey 33 árini, tær vórðu givin her á fold, og tey hava verið her fyri tær altíð. Tit vóru saman altíð, og so satt sum okkara 94 ára gamli