heldur fram. Teir næstu, sum standa fyri skotum, eru okkara útróðrarmenn, inntøkutrygdin skal skerjast, og við verandi samgongu og stuðli frá teimum sokallaðu kristiligu er eingin ivi um, at so verður [...] Við hesm eru rættindi fiskimannsins førd 70 ár aftur í tíðina. Samtyktin um skattabroytingarnar er í veruleikanum fyri at bøta um viðurskiftini hjá okkara sokallaðu vinnulívsmonnum. Fólkaflokkurin hevur [...] verkafólkið sum heild. Tað hevur skund at fremja so nógv sum gjørligt, tí skeiðið er við at renna út. Tað eru framdar lóggávur, sum bert hava eina uppgávu: at bøta um viðurskiftini hjá okkara vinnulívsmonnum,
arbeiðsgevarafelagið førir fram, og tí er tað skilligt, hvørjum parti Óli Jacobsen er í, tá stríð er millum arbeiðsgevarar og løntakarar. Hetta er ikki nakað nýtt, tí sjálvt um tað býðir mær ímóti at fara [...] gið hevur fingið við samráðingunum, so er tað ein sannroynd, at Óli Jacobsen hevur verið tann fyrsti at bakka fyri reiðarunum gjøgnum øll árini, og hann er farin so vítt, at hann fyrst í 1990-unum, beint [...] løgd varð fram á ársfundinum tann 29. og 30. desember 1994, har Óli Jacobsen á síðu 5 viðurkennir, at?kom hesin sáttmáli at merkja skerjingar hjá fiskimonnunum í ávísum sáttmálum.? At talan var um álitisbrot
lógaruppskotinum um skattalætta til fiski- og sjómenn er at fremja ein skattapolitikk, sum: 1. Steðgar fráflytingini av fiski- og sjómonnum, og harvið varveita núverandi skattagrundarlag so nøkulunda. 2. [...] hesir eisini av landinum, missa vit alt tað skattagrundarlagið eisini. Tí verður uppskotið um skattalætta lagt fram, sum hevur til endamáls at lækka skattatrýstið úr teimum 49% niður í 36% av eini inntøku [...] fiskimenn. So til tað búskaparliga Vit hava sum longu sagt havt eina fráflyting av 150 fiskimonnum á 300.000,- kr. ella 45 mió. kr. í inntøku. Bruttoskatturin av hesi mistu inntøku er 22 mió. kr. Um 300 mans
Og tað ger einki at hugsa um framtíðina við støði í tí, sum vit vita um fortíðina og nútíðina. Uppi í hesum sama heimspekiliga meginspurningi hongur eisini undirspurningurin, um søga skal vera »almennisfak« [...] á hvørjum stigi hon so kann vera, man søga og ikki minni søgan vera ein hin ringasta at lýsa og definera. Tí hvat skuldi koma við í søguna, og hvat skuldi dyljast ella leypast um. Skuldi søgan forteljast [...] lærubøkur í akademiskari søgu, sum býttu heimin í tvey: Annar parturin var um hin frælsa heimin (?The Free World«), hin um tann partin, sum var undir kommunistiskum harðræði (?Communist Dictatorship«)
tosaði »niðrandi um útsjónd hennara«, meðan fólk var hjá, fyri nú bert at nevna okkurt heilt lítið av tí, sum Rigmor so tolin lat um seg ganga, so noyðist eg at spyrja meg sjálva, um tað er »at eiga lívið [...] lyndi Janusar. Hann ger sær tankar um vit ella intelligens hansara, um hugflogið og um vitan hansara og tekur at enda samanum skaldið við tankavekjandi sjónarmiðum um, hví hann yrkti, sum hann yrkti. Janus [...] settur í miðjuna og kannaður. ÆVISØGAN Tá ið setningurin er at skriva ævisøgu um ein persón, sum hevur fingið so ymiskligt og so farsagnardæmt eftirmæli, sum J.H.O Djurhuus av ymsum grundum fekk, tá verður
at vita, at tað bert snúði seg um Sjóvinnubankan. Um hann so var í vanda fyri at fara av knóranum, so hevði tað helst kunnað verið bjargað, uttan at alt fíggjarkervið fór um koll. Atli Dam sigur víðari, [...] Nyrups og úrslitið av bankakanningini, um so var, at hann var stæddur í Føroyum! Hann sigur, at tá danski forsætisráðharrin so fegin vil sleppa at vitja Føroyar nú, so eiga føroyingar sjálvandi at taka væl [...] Tað er so óforsvarligt, at hatta við at tosa um hálp er ógvuliga iva-samt. Felags gjaldoyra! Uppá fyrispurning um ikki gjaldoyraspurningurin hevur verið ein orsøk til, hvussu vit hava mett um kreppuna
Eidesgaard ikki, at málið um fat samband um Vestmannasund er búgvið til politiska støðutakan enn. Vit hava onki fingið at vita um tað tekniska í málinum. Og vit hava onki fingið at vita um aðrar møguleikar. [...] Semjan er trygd fyri at onki hendir Jóannes Eidesgaard harmast um, at Vágatunnilin nú er tikin fram úr leysum lofti og verður førdur fram sum tann mest átrokandi íløgan av øllum at gera beint nú. Vá [...] eru yngri enn so í politikki, púra onki um. Jóannes Eidesgaard sigur, at hann er sjálvur fyri føstum sambandi, táið tíðin er búgvin. Men tað er hon ikki løtuni. Tí heitir hann á vágafólk um at sláa kalt
mangan hava gjørt ferðir til Danmarkar at tala við kong og stjórn, um at fáa bøtt um teirra livikor, sum á mangan hátt, hava verið so ring, at illa var liviligt fyri vanliga fólkið; men fáar ferðir at [...] Danmark Føroya- landið eiga, líkverju um Føroyatjóð at breiða, Danmark kann ei lutast betur veiða. Men vilja tit ei tiggja sum deyðseyður at liggja, so takið onnur ráð, so verði ikki hálvir, men taki Føroyar [...] spor eftir seg, tá vit hugsa um mál okkar aog merki: men hesir framskygdu menn vildu nógv meira enn bert mál og merki. Teir sóu eisini hvussu tung gongdin var at koma víðari fram. Jóannes bóndi, var ein av
gleðiligt, tá hugsað verður um, at so nógvir ungir spælarar vóru at síggja í hópinum. Snið Vit ganga inn og út við gamla Strauss og Radetzky. Hetta er ikki nakað nýtt, tá hugsað verður um nýggjárskonsertir aðrastaðni [...] varnast í høllini. Væleyðnað konsert Kanska besta í røðini ? um alt verður talt saman. Roknistykkið er ikki av teimum truplu: nógv positivt at draga fram og fáa lýti at draga frá. Spælið var javnt gott, góður [...] strúkararnir, og væl komu týttu styrkibroytingarnar fram í øllum orkestrinum. Hvíti dirigentstavurin var væl hildin í hesu glaðu overturu. Kom at hugsa um einaferð tey »Kongaligu« framførdu »Barberin í Sevilla«
hómaðist, legði Leivur Hansen eftir nevndarlimunum í fakfelagnum. Borgmeistarin setti uppskot fram í býráðnum um at ábyrgda nevndarlimunum persónliga fyri verkfallið. Hesum primitiva uppskoti vístu býráðslimirnir [...] borgmeistaranum, og uppskotið varð samtykt. Rokningin bíða til eftir gerðarrættin So hendi tað, at partarnir samdust um at leggja málið fyri ein gerðarrætt, og uppskotið hjá Leivi Hansen skuldi tí bíða [...] býráð og kommunala starvs- og tænastumannafelagið gjørdu í heyst nýggjan sáttmála, men hóast hetta so hevur býráðið ikki hildið partar av tí, sum varð avtalað, og hetta hevði tí við sær, at fakfelagið