Hin føroyski hugburður sær ikki út til at kunna broytast, sjálvt í ringum tíðum. Vit hava livað sum eitt ella annað slag av føroyingum, undir útlendskum valdi í mong hundrað ár, og alla hesa longu tíð, í ringum og minni ringum tíðum, hava føroyingar ikki kunna tikið seg saman, og tikið róður í hond fyri at stýra egnum landi.
Hyggur ein aftur í tíðina, sæst at føroyingar mangan hava gjørt ferðir til Danmarkar at tala við kong og stjórn, um at fáa bøtt um teirra livikor, sum á mangan hátt, hava verið so ring, at illa var liviligt fyri vanliga fólkið; men fáar ferðir at komið nakað gott burtur úr. Føroyingurin hevur aftur í tolni, livað síni vanligu kor, og vóna at tað einaferð vildi verða betri tíðir.
Jólafundurin í 1888 setti síni stóru spor eftir seg, tá vit hugsa um mál okkar aog merki: men hesir framskygdu menn vildu nógv meira enn bert mál og merki. Teir sóu eisini hvussu tung gongdin var at koma víðari fram. Jóannes bóndi, var ein av hesum monnum - og enn ikki heilt útkoyrdir av at stríðast fyri sjálvstýrið Føroya - segði í 1946, tá áttati ára gamal, við ein tá ungan mann, sum fekst eitt sindur við politikk. »Túgv ikki Dønum alt ov nógv til, teir vilja bert halda okkum sum kúgv á heimabeiti«. Ja sum kúgv á heimabeiti eru sannleiks orð.
14. september sama ár, sá tó út til, at loysn vildi koma á hesa naggatódn. Vit fingu Fólkaatkvøðu um spurningin: Loysing ella samband.
Tá Jóannes bóndi frætti um fólkaatkvøðuna, sum hann tíverri, til stóran skaða fyri tjóðina ikki upplivdi. Hann andaðist skamma stund undan, yrkti hann hesa yrking, sum eg haldi er líka, og kanska meira sannleikin í dag enn tá.
Danski boðskapurin
27. mars 1946.
Lag: Billu Símun
Tey boð vit hava fingið
frá Danastjórn og tingi
tá Tjaldur kom á sker:
»Tit kunnu sjálvir velja,
at eiga ella selja,
tað land, sum tykkar er.
Antin ræðið tykkum frá
at greiða
lata Danmark Føroya-
landið eiga,
líkverju um Føroyatjóð
at breiða,
Danmark kann ei lutast
betur veiða.
Men vilja tit ei tiggja
sum deyðseyður at liggja,
so takið onnur ráð,
so verði ikki hálvir,
men taki Føroyar sjálvir
og sigi okkum frá.
Vit tá skulu í friði allir
semja
Ribbaldar vit allir skulu
temja
klandursevni øll til heljar
lemja,
sáttmálar á frælsum fundum
fremja«.
So Dana orð seg snara.
Vit sjálvir skulu svara,
hvat okkum hóðar best.
Tí verði nú til reiða
várt Føroyaland at eiga,
og gevi ongum frest.
Aldri nakar eydnu hevur
funnið,
at tiggja breyð úr annans
manna munn,
nú skal sláast fast við kúlvi
runni,
at landaræðið várt er aftur
vunnið.
Kanska var tað lagnan sum gjørdi, at hesin maður ikki skuldi uppliva svikaráðini í 1946 og 1948. Tað er ikki ringt at hugsa sær til, hvat hesin maður vildi sagt við Nyrup, nú hann setur kós móti oyggjalandi okkara.
Eg havi ongantíð ivast í, hvat er besta leiðin fyri Føroyar. Aftaná allan ágangin frá Dønum seinastu árini, sjálvt um úrslitið av bankakanningini ikki er almannakunngjørt, eri eg ikki í iva í, at Føroyar ongantíð hevur verið nærri loysing enn nú.
Tað er bert ein loysn á hesu støðu, fyri at gera upp við Danir og fáa reint borð; og tað er at loysa fyrst, síðani sum líka menn gera støðuna upp.
Eg haldi, at vit gjøgnum so nógv hundrað ár hava sannað orðini í omanfyri standandi yrking »Aldri nakar eydnu hevur funnið, at tiggja breyð úr annans manna munni«.
Vegurin er bert ein, vit mugu loysa ongantíð ov skjótt.
Gott nýggjár
Gamlaársdag 97
Páll Patursson