Í íslendska høvuðsstaðnum Reykjavík er nógv í at velja. Á Laugarvegnum, sum er høvuðsgøtan, liggja mat- og kaffistovurnar á hvørjum horni. Tað eru eisini nógv støð at búgva í, tá tú vitjar í høvuðsstaði [...] var ov lítil, og í 1978 byrjaði arbeiðið við at gera eitt føroyskt sjómansheim í Reykjavík. Eitt stórt innsavningararbeiði varð sett í verk, studningur varð fingin úr Føroyum, og fyrsta í áttatiárunum stóð [...] síðani einaferð í fimtiárunum, og Jákup og Justu Mortensen. Jákup Mortensen var formaður í bygginevndini, meðan kona hansara Justa var forkvinna í kvinnuringinum, sum altíð hevur havt tætt samband við Ørkina
frágreiðing til UEFA um hetta ? í besta lagi kann hava við sær, at FSF fær eina bót, og kann ein spælari ábyrgdast fyri so óhepna hending, so fer tað at hava leikbann í minsta lagið í tveir dagar við sær. Julian [...] na. Hevði dómarin havt gjørt tað, so høvdu føroyingarnir verið klárir, tá kekkarnir aftur fóru í álop. Í frágreiðingini, sum UEFA maðurin skal senda til UEFA eftir dystir av hesum slagnum, skal hann millum [...] tað sá út, sum um at ein føroyingur hevði spýtt eftir honum. Mannagongdirnar Torleif Sigurðsson, formaður í FSF, er harmur um, at tað skuldi enda soleiðis. Hann skilir væl, at spælararnir vóru vónbrotnir
Giktafelagið er elsta serfelag í Føroyum, sum hevur arbeitt sjálvstøðugt, tó at samband hevur verið til felagið í Danmark, og í nútíðini eisini í norðurlendskum sambandi. Í fyrstu nevndini sótu: Hans Debes [...] er henda dagin, so er skráin kortini ógvuliga fjølbroytt. Tiltakið í Norðurlandahúsinum byrjar kl. 10. 30, tá Leila Solmunde, formaður í Giktafelagnum, bjóðar vælkomin. Fuglafjarðar Sangkór við Frits Johannesen [...] Føroya Giktafelag er elsta serfelag í Føroyum. Tað varð stovnað sum sjálvstøðugt felag 22. august 1948 í samstarvi við »Rigsforeningen til bekæmpelse af reumatiske sygdomme í Danmark». Um søguna hjá Giktafelagnum
varð gjørd í 1988 tóku ymsu kommunurnar í Sundalagnum seg saman um at gera eina felags umhvørvisnevnd. Tað er í hesi nevnd, at Jógvan Mørkøre er formaður. ? Vit hava tikið hesa nýggju lóg í fullum álvara [...] egnu fólk geva honum skeiva informatión, sigur Jógvan Mørkøre. Í Sosialinum í gjár segði Finnbogi Arge annars, at hann hevði spurt seg fyri í umsitingini, og har varð sagt, at onki aliloyvi var útskrivað [...] ivist heldur onga løtu í, at tað í longdini er ein fyrimunur at vita, at alt gongur rætt fyri seg her hjá okkum. Fyritøkurnar kunnu føla seg tryggar. Her vera ikki loyvi givin út í tað bláa, sigur Jógvan
varð gjørd í 1988 tóku ymsu kommunurnar í Sundalagnum seg saman um at gera eina felags umhvørvisnevnd. Tað er í hesi nevnd, at Jógvan Mørkøre er formaður. ? Vit hava tikið hesa nýggju lóg í fullum álvara [...] egnu fólk geva honum skeiva informatión, sigur Jógvan Mørkøre. Í Sosialinum í gjár segði Finnbogi Arge annars, at hann hevði spurt seg fyri í umsitingini, og har varð sagt, at onki aliloyvi var útskrivað [...] ivist heldur onga løtu í, at tað í longdini er ein fyrimunur at vita, at alt gongur rætt fyri seg her hjá okkum. Fyritøkurnar kunnu føla seg tryggar. Her vera ikki loyvi givin út í tað bláa, sigur Jógvan
Hetta ættarliðið var nakað serligt. Tann drúgva tíðin í noyddari útlegd í nazismunnar skugga hevði sett føðilandið í eitt nýtt og øðrvísi ljós og gjørt hesi ungu meðvitandi um samleika og tjóðskap. Tiltikið [...] Kamban, ið hósdagin 10. september fyllir 85, var í tí vónríka skara, ið kom heim eftir krígslok, í august 1945, við fyrsta ferðamannaskipinum, »Aarhus« hjá DFDS. Í bók síni um Janus tekur Gunnar Hoydal soleiðis [...] og fyrireikari. Í 1948 varð Alment føroyskt Listasavn sett á stovn, sama árið skipaði listafelagið fyri teirri fyrstu Ólavsøkuframsýningini. Í eitt mannaminni vóru størri framsýningar í Føroyum og uttanlands-
serliga gamal í garði í Føroyum. Tað var einaferð í 60 árunum at menn tóku seg saman at fara at spæla flogbólt ella volleybólt, sum tað tá kallaðist. Tað var skjótt at gongd kom á, men ikki fyrr enn í sjeytiárunum [...] meistaraheitið Mitt í áttati-árunum vóru teir búgvnir at flyta upp í vaksnamannadeildirnar og síðan tá hava teir verið grundarsteinurin undir tí, sum í dag er 1. lið hjá Mjølni í meistaradeildini hjá [...] arbeiðið, sum verður gjørt í Mjølni hevur stóran týdning fyri trivnaðin í Klaksvík. Hetta hevur býráðið í Klaksvík eisini sæð og tá Mjølnir gjørdist meistari seinast - tað var í júst farna kappingarárið
øðrum í fullveldisspurninginum. ? Høgni Hoydal greiddi okkum frá, hvussu landsstýrið ætlar at fara fram í hesum máli, og vit greiddu honum frá okkara støðu, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnað [...] um fullveldi í Tinganesi. Stigtakarin til fundin var Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum. Luttakarar á fundinum vóru tingmenninir hjá Javnaðarflokkinum og landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum [...] eitt fullveldi, men í veruleikanum merkir tað ikki fullveldi, tí ein stórur partur av umsiting og lógararbeiðið framvegis fer at liggja í Danmark, og tann vælferðin, sum skal vera í Føroyum kemur at hvíla
havt fundir sínar í hølum Havnar Handverkarafelags og so verður eisini í ár, í Tróndargøtu 16 í Havn. Teir dagarnar Postverk Føroya gevur út frímerki er eisini vanligt at hava ein kaffifund seinnapart kl [...] Eisini tey eru vælkomin í felagið. Ólavsøkuframsýningin Størsta tiltakið hjá felagnum er framsýningin á Ólavsøku. Í ár varð framsýningin í Gamla Meiarínum og sambært grein í blaðnum hjá felagnum eydnaðist [...] in átti at verið fyriskipað til dømis í heystfrítíðini ella í páskavikuni. Tí fyriskipararnir kunnu skriva sær aftan fyri oyrað, at ov fáir limir vóru at síggja í hølunum. Ein orsøk kann sjálvandi vera
alt var í fyrstu viðmerkingunum, tveitt fyri borð: ?Hetta er manipulatión? eru orðini, formaður Javnaðarfloksins verður endurgivin fyri í samrøðu undir yvirskriftini ?Manipulerað veljarakanning? í Sosialinum [...] sum verða viðgjørd í løgtinginum. Soleiðis sum tey fyriliggja og eru løgd fram í almenna orðaskiftinum. Ein og hvør avgerð, annaðhvørt í løgtinginum ella við fólkaatkvøðu, verður í seinasta enda ein støðutakan [...] framleiða eitt úrslit??... Veljarin verður stýrdur inn í ein bás, sum hann ikki hoyrir heima í? verður hann millum annað endurgivin fyri at siga í Dimmalætting, sama dag, sum úrslitini um støðu veljaranna