Jógvan Mørkøre: Embætisfólkini siga ósatt fyri vinnumálaráðharranum

Formaðurin í Umhvørvisnevndini fyri Sundalagið, Jógvan Mørkøre, sigur seg hava pappír upp á, at landsstýrið hevur givið nýtt fyribilsaliloyvi 17. juli - uttan at neyðug tilmæli fylgdu við

Jógvan Mørkøre finst harðliga at embætismannafólkunum í Tinganesi fyri ikki at siga sannleikan fyri teirra vinnumálaráðharra, Finnboga Arge, í sambandi við, at aliloyvi vera útskriva.

- Eg eri bangin fyri, at hansara egnu fólk geva honum skeiva informatión, sigur Jógvan Mørkøre.

Í Sosialinum í gjár segði Finnbogi Arge annars, at hann hevði spurt seg fyri í umsitingini, og har varð sagt, at onki aliloyvi var útskrivað seinastu tvey árini, uttan at neyðugu tilmælini fylgdu við.

Í Sosialinum leygardagin fanst Jógvan Mørkøre annars júst at landsstýrinum fyri at skriva út aliloyvi uttan neyðug tilmæli.


Hevur skriv

Og orðini hjá Finnboga Arge hava ikki sannført Jógvan Mørkøre um, at tað øvugta er tilfeldið.

? Eg havi eitt skriv frá 2. september, har alifyritøka fær fyribilsloyvi at seta út smolt frá 17. juli 1998 til 31. januar 1999. Loyvið er givið uttan nakað tilmæli frá lokalu kommunalu umhvørvismyndugleikunum fylgir við.

Jógvan Mørkøre sigur, at tað gott nokk stendur longur niðri í skrivinum, at loyvið er treytað av, at neyðug tilmæli fylgja við.

Men samstundis staðfestir formaðurin í umhvørvisnevndini fyri Sundalagið, at alifyritøkan longu er farin til verka. Ringar eru settir út ? uttan at neyðug tilmæli enn eru fingin til vega.

- Eitt er ið hvussu er púra greitt. Onkur annar enn eg hevur misskilt hetta mál, sigur Jógvan Mørkøre og sendir bóltin víðari til umsitingina í Tinganesi.

- Tinganes hevur givið fyribilsloyvi. Tað stendur svart upp á hvítt. Og hóast Vinnumálastýrið longur niðri í skrivinum setir nakrar treytir, so haldi eg ikki, at hetta frítekur landsstýrið fyri at hava forpurrað málið. Eg haldi rætt og slætt, at embætisfólkini spæla høgt spæl, sigur Jógvan Mørkøre.


Ikki illvilji

Formaðurin í Umhvørvisnevndini leggur enn eina ferð dent á, at mótmælini úr Sundalagnum á ongan hátt ber boð um illvilja móti alifyritøkunum har á staðnum. Hann vísir til, at tá nýggj umhvørvislóg varð gjørd í 1988 tóku ymsu kommunurnar í Sundalagnum seg saman um at gera eina felags umhvørvisnevnd. Tað er í hesi nevnd, at Jógvan Mørkøre er formaður.

? Vit hava tikið hesa nýggju lóg í fullum álvara. Tí følir onkur kanska, at Sundalagið er "strangt øki" hvat aling viðvíkur. Men vit vilja ongum nakað ilt. Og eg ivist heldur onga løtu í, at tað í longdini er ein fyrimunur at vita, at alt gongur rætt fyri seg her hjá okkum. Fyritøkurnar kunnu føla seg tryggar. Her vera ikki loyvi givin út í tað bláa, sigur Jógvan Mørkøre.