?Hetta líkist manipulatión. Spurt verður politiskt fyri at framleiða eitt úrslit??... Veljarin verður stýrdur inn í ein bás, sum hann ikki hoyrir heima í? verður hann millum annað endurgivin fyri at siga í Dimmalætting, sama dag, sum úrslitini um støðu veljaranna til ætlanirnar um fullveldi og miðvísa avtøku av blokkstuðlinum verða almannakunngjørd.
Í útvarpssamrøðu sama dag fella orðini soleiðis, eftir at Jóannes Eidesgaard hevur harmast um, at kanningin ikki er gjørd eftir tí vanliga leistinum við 4 valmøguleikum: ??tí er hetta ein veljarakanning, hvar man líkasum hevur produserað seg fram til eitt resultat, sum man opinbart gjarna vil hava fólk at taka støðu til.?.
Dagin eftir verður tað vetið av varsemi, sum hóast alt var í fyrstu viðmerkingunum, tveitt fyri borð: ?Hetta er manipulatión? eru orðini, formaður Javnaðarfloksins verður endurgivin fyri í samrøðu undir yvirskriftini ?Manipulerað veljarakanning? í Sosialinum. ?Eg havi eitt álvarsamt fyrilit fyri hasi kanningini. Tey, ið skipa fyri, hava avmarkað spurningarnar til ætlanina hjá Høgna Hoydal soleiðis, at tey, ið vilja hava størri sjálvstýri innan ríkisfelagsskapin, ongan reellan møguleika hava at svara. Hatta er manipulatión, og eg haldi tað vera harmiligt, at Samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum ikki vil geva fólki møguleika at svara soleiðis, at kanningin veruliga sigur tað, fólkið vil?.
Eg dugi lutvíst at fylgja Jóannesi Eidesgaard, tá hann sigur, at fólk skulu hava nóg nógvar møguleikar at velja í, tá tey verða spurd. Tey skulu kenna seg aftur í onkrum av svarmøguleikunum. Tað hava vit, sum hava staðið fyri flestu veljarakanningunum síðani 1984 og sum seinni skipaðu samtakið Fynd til hetta, lagt alstóran dent á. Ikki minst tá spurt hevur verið til støðu veljaranna til ríkisfelagsskapin. Longu í fyrstu kanningini í sambandi við valið í 1984 valdu vit at taka ein valmøguleika meira inn enn teir báðar, loysing ella verandi heimastýrisskipan, sum Observa hevði konfronterað veljararnar við í síni kanning fyri Dimmalætting í 1978. Í 1984 kundu spurdu veljararnir eisini svara ?at Føroyar skulu hava økt sjálvstýri innan fyri karmarnar á ríkisfelagsskapinum?. Observa bað veljararnar hugsa sær støðuna við eini møguligari fólkaatkvøðu, har spurningurin var loysing ella ikki. Tað var rættuliga meiningsleyst, eftirsum einki røktist fyri eini fólkaatkvøðu eftir tílíkum leisti. Bert ein flokkur, sum vildi pilka við verandi skipan, hevði hetta á tapetinum. Hinvegin vóru 3 flokkar, Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Javnaðarflokkurin, sum høvdu ein orðaðan politikk, sum vildi okkurt, ið lá ímillum loysing og at varðveita støðuna óbroytta. Tað frægasta, vit dugdu at finna uppá var hetta ?økt sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin?, hvat tað so var. Tað kundi vera eitt sindur av hvørjum, men nærri komu vit ikki og stórvegis hjálp fekst heldur ikki frá politiska orðaskiftinum um hetta mál. Men meginparturin av veljarunum vísti seg so at kenna seg heima í hesum rúmliga básinum. Seinni, tá politiski veruleikin broyttist, tá stórur partur av veljarunum vendu føroyskum politikarum og sjálvsavgerðarrætti bakið aftan á bakkøstini í 1992 og 1993, gjørdist tað neyðugt at hava ein møguleika afturat, nevniliga ?tættari sambandi við Danmark?. Soleiðis hevur verð spurt í kanningunum, sum Fynd-samtakið hevur varðað av. Eisini í telefonkanningum, sum hava verið tær flestu, hóast vit annars royna at hava spurningarnar eftir meira einfaldum leisti, tá spurt skal vera um telefon. Í telefonkanningum hava flestu spurningarnir verið orðaðir sum spurning, har tað ber til at svara ja, nei ella veit ikki. Ella sum uppáhald, har spurda fólkið kann geva til kennar, hvørt tað er samt ella ósamt - ella ikki veit at svara.
Tíðin fer við øllum. Eisini við hesum háttinum at spyrja fólk. Tað hava vit so eisini ásannað í Fynd-samtakinum. Í sambandi við ætlaðari kanning, har spurnarbløð skulu berast í stórt tal av húsum, hevur verið umrøtt, hvussu hetta mál skal viðfarast hesu ferð. Endalig støða er ikki tikin, men greitt var eftir fund í samtakinum seinasta vár, at svarmøguleikarnir mugu lagast eftir tí, sum politisku flokkarnir nú geva til kennar í sjálvstýrisspurninginum. Tær mongu nýggju orðingarnar, ?skipað loysing?, ?fullveldi?, ?samríkjalóg?, ?sjálvstýrislóg?, ?dagføring av heimastýrislógini?, ?kapitalisering av blokkinum? osfr. máttu onkunsvegna fáa rúmd í eini kanning í dag. Sum vera man er tað eingin løtt uppgáva. Men tað verður so arbeitt við hesum.
Tað, sum eg vil siga Jóannesi Eidesgaard við hesi heldur drúgvu frágreiðing er í stuttum hetta: Tann hátturin at spyrja veljararnar, sum higartil er brúktur, er sleptur. Hann varð sleptur longu áðrenn nýggja samgongan spældi út við sínum fullveldisuppskoti. Og - fyri egnu rokning - útlitini fyri at spyrja við nógvum valmøguleikum, tá fregnast verður eftir støðu veljaranna til ríkisfelagsskapin, eru lítil og eingin, tá tað skal fara fram um telefon. Sum politiska landslagið sær út í dag verður tað væntandi ov trupult. Reint tekniskt.
Spurningurin er so, hvørt tað yvirhøvur ber til at fáast við hetta mál í eini telefonkanning. Sum vera man ber ikki til at geva eina fullgóða mynd av preferansunum hjá veljarunum býtt sundur upp á teir mongu valmøguleikar, ið nú liggja á borðinum. Men tað ber til at biðja veljaran siga sína hugsan um tey mál, sum verða viðgjørd í løgtinginum. Soleiðis sum tey fyriliggja og eru løgd fram í almenna orðaskiftinum. Ein og hvør avgerð, annaðhvørt í løgtinginum ella við fólkaatkvøðu, verður í seinasta enda ein støðutakan fyri ella ímóti einum uppskoti. Tá er ein solding farin fram í demokratisku prosessini, ein neyðug solding, skal politiska skipanin vera før fyri at røkka avgerðum.
Tá landsstýrið leggur fram uppskot um at sleppa at samráðast við donsku stjórnina um eina avtalu um at skipa Føroyar sum eitt land við fullveldi - og annars leggur upp til at hetta verður tað, veljarin skal taka støðu til á f´ólkaatkvøðu um ikki so langa tíð - so er soldingin farin fram. Tað er ja ella nei í løgtinginum. Og sannlíkt er, at veljarin skal siga ja ella nei til hetta, áðrenn langt um líður. Tá so er, er tíðin so avgjørt eisini búgvin at vita, hvat veljarin sigur. Ikki hvussu veljararnir býta seg upp á eina røð av møguleikum, men hvat hann ella hon sigur til henda konkreta spurning, sum býtir tingið sundur í tveir partar. Ella sagt við øðrum orðum: Hevur tað, sum meirilutin í tinginum ætlar at fremja, undirtøku í veljaraskaranum, ella hevur tað ikki?
So, tá Fynd fær ein einfaldan fyrispurning frá fjølmiðli, hvørt vit kunnu skipa fyri eini kanning at vita, hvørt hetta fullveldisuppskot hevur undirtøku ella ikki, verður sagt ja, eins og tað hevur verið gjørt í sambandi við so mong onnur aktuell mál, sum hava upptikið løgting og almenning. Eitt og hvørt mál, sum kann verða lagt fyri løgtingið til støðutakan kann eisini verða lagt fyri veljaran at siga sína hugsan um. Tað verður gjørt uttan fyrilit fyri, hvat vit í Fynd halda um hetta ella at summum politikarum ikki líkar orðaljóðið í tí, sum teir skulu taka støðu til. At veljarakanningar kunnu hava ávirkan á tað, sum víðari fer fram, vita vit. Soleiðis hava kostirnir verið síðani miðskeiðis í áttatiárunum. At politiskir flokkar t.d. hava flutt seg í NATO-málinum er ikki minst veljarakanningunum fyri at takka. At tað var tilætlað - ella manipulatión - frá FYND-samtakinum ber ikki til at siga, tí tað var neyvan nakað stórt ynski í hesum lítla parti av veljaraskaranum.
So mikið til henda táttin í viðmerkingunum frá formanninum hjá Javnaðarflokkinum. Tann sakligi.
Eftir stendur hin tátturin, tann ósakligi: Skuldsetingarnar um at tað hevur verið manipulerað. At tað hevur verið spurt politiskt fyri at framleiða eitt ávíst úrslit.
Eg havi í skrivandi stund beint víðari til Jóannes Eidesgaard tað samskiftið um e-post, sum er farið fram millum meg, blaðstjóran á Berlingske Tidende, blaðstjóran á Dimmalætting og tann samfelagslæraran, sum tók sær av tí praktiska partinum av arbeiðnum saman við sínum flokki. Tá hann lesur hetta, sær hann, at her er ikki minsta vet av politiskum metingum ella tað sum á nakran hátt kann eitast at vera eitt politiskt motiv. Viðgerðin er teknisk - og praktisk.
Vónandi vil Jóannes Eidesgaard síðani vera so frægur, at hann tekur skuldsetingarnar um manipulatión og politiska framleiðslu í seg aftur. Ikki bara fyri mína skyld. Men fyrst og fremst tí hann við sínum grundleysu illgitingum skaðar framtíðar arbeiðnum at gera veljarakanningar.
Eg haldi sjálvur, at vit, sum takast við veljarakanningum her á landi, gera tað við stórari ábyrgdarkenslu. Órímiligt er tað tí ikki at krevja, at politikarar, sum eru fremstu brúkarar av hesum kanningum, somuleiðis kenna ábyrgd, tá teir viðgera úrslitini.
Tað krevur format í summum førum, eyðvitað. Serliga svárt vil tað kennast, tá eitt úrslit gongur einum flokki ella politikara ímóti. Men so at fara at sparka fólk niður í reinari frustratión, ber ikki til. Tað minnir ov nógv um hatta ólukku málið, sum Kekkia fekk í landsdystinum seinasta sunnudag. Tað at teir forbrutu seg móti øllum óskrivaðum reglum um fair play er eitt. Tað kann fyrikoma og vil henda aftur, tá menn eru sperdir. Spurningurin er, hvørt teir síðani viðganga at vera lopnir framav. Tað er tá, at formatið skal standa sína roynd.
Jógvan Mørkøre
Søgu- og Samfelagsdeildin
Fróðskaparsetur Føroya
PS: Tað, sum er serliga trupult at skilja í argumentatiónini hjá Jóannesi Eidesgaard, er, at tað skuldi vera politiskt avgjørt at avmarka spurningin til spurningin um fullveldi. Tey flestu, ið frættu um kanningina, meðan hon var í gerð, væntaðu, at samgongan fór ikki at fáa undirtøku fyri hesum í veljaraskaranum, men at størri partur fór at venda sær ímóti ætlan landsstýrisins. Teirra millum, ið so mettu, vóru m.a. Tjóðveldisstuðlar, ið bliknaðu, tá tey frættu um kanningina. Og tað er væl skiljandi. Tjóðveldisflokkurin hevði mest at tapa. Gekk úrslitið teimum ímóti, vildi tað innibera, at Fólkaflokkurin fekk ein meira sentralan leiklut ímillum Tjóðveldisflokk og Javnaðarflokk, sum so mátti takast upp í leikin. Kanningin kundi meira enn so givið Tjóðveldisflokkinum banahøgg. So nógv var ikki upp á spæl hjá Javnaðarflokkinum, tí hetta er hóast alt ikki einkarmálið hjá honum eins og hjá Tjóðveldisflokkinum.
/jm.